Hoyvíkar kirkja

Fríggjadagin 11. august kl. 20 fer orgulleikarin Ari Hammer Joensen at hava konsert í Hoyvíkar kirkju:
Ari hevur seinastu árini gingið í Tórshavnar Musikkskúla og fekk organistprógv og eisini miðnámsprógv fyrr í ár. Seinastu árini hevur Ari eisini spælt til fleiri sera áhugaverdar konsertir og verið organistur í fleiri ymiskum kirkjum kring landið. Millum annað hevur hann regluliga spælt í Argja kirkju og í Vesturkirkjuni. Í vár var Ari til upptøkuroynd og nú er Ari klárur at fara undir víðari lesnað á Musikkonservatoriinum í Keypmannahavn.
Konsertin fríggjadagin verður seinasta konsertin, sum Ari fer at hava her heima í Føroyum, áðrenn hann byrjar lesnað í Danmark. Eftir konsertina verður høvi at heilsa upp á Ara og ynskja honum góða eydnu við lesnaðinum.
Á skránni verða orgulverk av Nikolaus Bruhns Preludium og fuga í G dur Léon Boëllmann Suite Gothique, I. Introduction Choral, II. Menuet gothique, III. Prière à Notre-Dame, IV. Toccata.
Johann Sebastian Bach Toccata, Adagio og fuga í C dur
Jógvan Waagstein Paraphrasa fyri orgul
Hjartaliga vælkomin til konsert í Hoyvíkar kirkju fríggjadagin.
- des25Havnar kirkjaHavnar kirkja, kl. 11.00, Gudstænasta
Jógvan Fríðriksson
Havnar hornorkestur spælir jólaløg kl. 10.30. - des25Hvalvíkar kirkjaHvalvíkar kirkja, kl. 12.00, Gudstænasta
Jákup Erlingsson Petersen - des25FámjinFámjins kirkja, kl. 12.00, Hátíðargudstænasta
Hanus Pál Jógvansson - des25Fuglafjarðar kirkjaFuglafjarðar kirkja, kl. 12.00, Lestur
- des25Saksunar kirkjaSaksunar kirkja, kl. 13.15, Gudstænasta
Jákup Erlingsson Petersen - des25HvalbaHvalbiar kirkja, kl. 13.30, Hátíðargudstænasta
Hanus Pál Jógvansson - des25LeitiðKirkjan á Leiti, kl. 15.00, Hátíðargudstænasta
Hanus Pál Jógvansson - des25SandvíkSandvíkar kirkja, kl. 16.30, Hátíðargudstænasta
Hanus Pál Jógvansson - des25Funnings kirkjakl. 17.00
Jólagudstænasta við Tummasi Lykke Kannuberg - des25Fuglafjarðar kirkjakl. 17.00, Gudstænasta
Gerhard Jónsson Mikkelsen
Gospelkórið Lanterna luttekur. - des25Havnar kirkjaHavnar kirkja, kl. 17.00, Gudstænasta
Sverri Steinhólm - des25TvøroyriTvøroyrar kirkja, kl. 18.00, Hátíðargudstænasta
Hanus Pál Jógvansson - des25Nólsoyar kirkjaNólsoyar kirkja, kl. 18.00, Gudstænasta
Anne Mette Greve Klemensen - des25Gjáar kirkjakl. 19.00
Jólagudstænasta við Tummasi Lykke Kannuberg - des25Eiðis kirkjakl. 19.00
Jólagudstænasta við Emil Olsen. Talvan gongur fyri Karmel.