Hoyvíkar kirkja

Fríggjadagin 11. august kl. 20 fer orgulleikarin Ari Hammer Joensen at hava konsert í Hoyvíkar kirkju:
Ari hevur seinastu árini gingið í Tórshavnar Musikkskúla og fekk organistprógv og eisini miðnámsprógv fyrr í ár. Seinastu árini hevur Ari eisini spælt til fleiri sera áhugaverdar konsertir og verið organistur í fleiri ymiskum kirkjum kring landið. Millum annað hevur hann regluliga spælt í Argja kirkju og í Vesturkirkjuni. Í vár var Ari til upptøkuroynd og nú er Ari klárur at fara undir víðari lesnað á Musikkonservatoriinum í Keypmannahavn.
Konsertin fríggjadagin verður seinasta konsertin, sum Ari fer at hava her heima í Føroyum, áðrenn hann byrjar lesnað í Danmark. Eftir konsertina verður høvi at heilsa upp á Ara og ynskja honum góða eydnu við lesnaðinum.
Á skránni verða orgulverk av Nikolaus Bruhns Preludium og fuga í G dur Léon Boëllmann Suite Gothique, I. Introduction Choral, II. Menuet gothique, III. Prière à Notre-Dame, IV. Toccata.
Johann Sebastian Bach Toccata, Adagio og fuga í C dur
Jógvan Waagstein Paraphrasa fyri orgul
Hjartaliga vælkomin til konsert í Hoyvíkar kirkju fríggjadagin.
- des21Sumbiar kirkjakl. 12.30, Gudstænasta
Patrick Conway de Neergaard - des21Selatraðar kirkjaSelatraðar kirkja, kl. 14.00, Vit syngja jólini inn
Símun Persson Jacobsen
Jan Jacobsen luttekur við sangi. - des22Jólaløta uttanfyri Leirvíkar kirkjuLeirvíkar kirkja, Uttanfyri kirkjuna á parkeringsøkinum. , kl. 16.00, Hugnaløta
Gerhard Jónsson Mikkelsen
Jólaevangeliið verður lisið og jólapakkar til børnini. - des24HvalbaHvalbiar kirkja, kl. 12.30, Familjugudstænasta
Hanus Pál Jógvansson - des24VesturkirkjanVesturkirkjan, kl. 15.00, Gudstænasta
Derhard Jógvansson
Gentukórið úr Meinigheitshúsinum luttekur. - des24Argja kirkjaArgja kirkja, kl. 15.00, Gudstænasta
Bergur Debes Joensen - des24Havnar kirkjaHavnar kirkja, kl. 15.00, Gudstænasta
Anne Mette Greve Klemensen - des24Hósvíkar kirkjaHósvíkar kirkja, kl. 15.30, Gudstænasta
Jákup Erlingsson Petersen - des24Glyvra kirkjakl. 16.00, Gudstænasta
Gimmi Olsen - des24ØrðavíkBønhúsið í Ørðavík, kl. 16.00, Hátíðargudstænasta
Hanus Pál Jógvansson - des24Kunoyar kirkjaKunoyar kirkja, kl. 16.00, Gudstænasta
Øssur Kjølbro - des24Fuglafjarðar kirkjaFuglafjarðar kirkja, kl. 16.00, Gudstænasta
Gerhard Jónsson Mikkelsen
Fuglafjarðar Hornorkestur luttekur, og spælir frá kl.15.30. - des24Argja kirkjaArgja kirkja, kl. 17.00, Gudstænasta
Derhard Jógvansson
Ernst Remmel luttekur við trompet. - des24Hvalvíkar kirkjaHvalvíkar kirkja, kl. 17.00, Gudstænasta
Jákup Erlingsson Petersen - des24HovHovs kirkja, kl. 17.00, Hátíðargudstænasta
Hanus Pál Jógvansson