Hoyvíkar kirkja

Fríggjadagin 11. august kl. 20 fer orgulleikarin Ari Hammer Joensen at hava konsert í Hoyvíkar kirkju:
Ari hevur seinastu árini gingið í Tórshavnar Musikkskúla og fekk organistprógv og eisini miðnámsprógv fyrr í ár. Seinastu árini hevur Ari eisini spælt til fleiri sera áhugaverdar konsertir og verið organistur í fleiri ymiskum kirkjum kring landið. Millum annað hevur hann regluliga spælt í Argja kirkju og í Vesturkirkjuni. Í vár var Ari til upptøkuroynd og nú er Ari klárur at fara undir víðari lesnað á Musikkonservatoriinum í Keypmannahavn.
Konsertin fríggjadagin verður seinasta konsertin, sum Ari fer at hava her heima í Føroyum, áðrenn hann byrjar lesnað í Danmark. Eftir konsertina verður høvi at heilsa upp á Ara og ynskja honum góða eydnu við lesnaðinum.
Á skránni verða orgulverk av Nikolaus Bruhns Preludium og fuga í G dur Léon Boëllmann Suite Gothique, I. Introduction Choral, II. Menuet gothique, III. Prière à Notre-Dame, IV. Toccata.
Johann Sebastian Bach Toccata, Adagio og fuga í C dur
Jógvan Waagstein Paraphrasa fyri orgul
Hjartaliga vælkomin til konsert í Hoyvíkar kirkju fríggjadagin.
- des21Argja kirkjaArgja kirkja, kl. 11.00, Gudstænasta
Derhard Jógvansson
Kirkjukaffi - des21Leirvíkar kirkjaLeirvíkar kirkja, kl. 11.00, Lestur
Tórhild Bjarkhamar syngur. - des21Elduvíkar kirkjaElduvíkar kirkja, kl. 11.00, Gudstænasta
Gerhard Jónsson Mikkelsen
Altargongd - des21Hósvíkar kirkjaHósvíkar kirkja, kl. 11.00, Gudstænasta
Jákup Erlingsson Petersen - des21ChristianskirkjanChristianskirkjan, kl. 11.00, Gudstænasta
Marjun Lómaklett
Altargongd - des21Hvannasunds kirkjaHvannasunds kirkja, kl. 11.00, Familjugudstænasta
Jóannes Purkhús
Undir gudstænastuni verða lættari sálmar og sangnir sungnir, og prædikan verður barnavinarlig. Áðrenn gudstænastuna eru øll vælkomin til morgunmat í Kirkjuhúsinum frá kl. 10.00. - des21Bønhúsið í SøldarfirðiBønhúsið í Søldarfirði, kl. 11.00
Gimmi Olsen
Altargongd, Kirkjukaffi - des21Havnar kirkjaHavnar kirkja, kl. 11.00
Steintóra Gleðisheygg Joensen - des21Eiðis kirkjaEiðis kirkja, kl. 12.00, Messa
Jonhard Jógvansson - des21Kvívíkar kirkjaKvívíkar kirkja, kl. 12.00, Gudstænasta
Lis Samuelsen - des21Fuglafjarðar kirkjaFuglafjarðar kirkja, kl. 12.00, Lestur
- des21Bønhúsið á HellunumBønhúsið á Hellunum, kl. 12.00, Lestur
- des21Oyndarfjarðar kirkjaOyndarfjarðar kirkja, kl. 12.00, Vit syngja jólini inn
Símun Persson Jacobsen
Familjan Niclassen luttekur við sangi. - des21Viðareiðis kirkjaViðareiðis kirkja, kl. 12.10, Gudstænasta
Jóannes Purkhús - des21HvalbaHvalbiar kirkja, kl. 12.30, Gudstænasta
Hanus Pál Jógvansson