Hoyvíkar kirkja

Fríggjadagin 11. august kl. 20 fer orgulleikarin Ari Hammer Joensen at hava konsert í Hoyvíkar kirkju:
Ari hevur seinastu árini gingið í Tórshavnar Musikkskúla og fekk organistprógv og eisini miðnámsprógv fyrr í ár. Seinastu árini hevur Ari eisini spælt til fleiri sera áhugaverdar konsertir og verið organistur í fleiri ymiskum kirkjum kring landið. Millum annað hevur hann regluliga spælt í Argja kirkju og í Vesturkirkjuni. Í vár var Ari til upptøkuroynd og nú er Ari klárur at fara undir víðari lesnað á Musikkonservatoriinum í Keypmannahavn.
Konsertin fríggjadagin verður seinasta konsertin, sum Ari fer at hava her heima í Føroyum, áðrenn hann byrjar lesnað í Danmark. Eftir konsertina verður høvi at heilsa upp á Ara og ynskja honum góða eydnu við lesnaðinum.
Á skránni verða orgulverk av Nikolaus Bruhns Preludium og fuga í G dur Léon Boëllmann Suite Gothique, I. Introduction Choral, II. Menuet gothique, III. Prière à Notre-Dame, IV. Toccata.
Johann Sebastian Bach Toccata, Adagio og fuga í C dur
Jógvan Waagstein Paraphrasa fyri orgul
Hjartaliga vælkomin til konsert í Hoyvíkar kirkju fríggjadagin.
- des26LangasandSkúlin á Langasandi, kl. 13.15, Gudstænasta
Jákup Erlingsson Petersen - des28TvøroyriTvøroyrar kirkja, kl. 11.00, Lestur
Bergur lesur - des28VesturkirkjanVesturkirkjan, kl. 11.00, Gudstænasta
Heri Joensen - des28Argja kirkjaArgja kirkja, kl. 11.00, Gudstænasta
Bergur Debes Joensen - des28Hósvíkar kirkjaHósvíkar kirkja, kl. 11.00, Gudstænasta
Jákup Erlingsson Petersen
Altargongd - des28ChristianskirkjanChristianskirkjan, kl. 11.00, Gudstænasta
Øssur Kjølbro - des28Leirvíkar kirkjaLeirvíkar kirkja, kl. 11.00, Lestur
- des28Havnar kirkjaHavnar kirkja, kl. 11.00, Gudstænasta
Steintóra Gleðisheygg Joensen - des28Kunoyar kirkjaKunoyar kirkja, kl. 12.00, Gudstænasta
Marjun Lómaklett - des28Bønhúsið á HellunumBønhúsið á Hellunum, kl. 12.00, Gudstænasta
Gerhard Jónsson Mikkelsen
Altargongd - des28Fuglafjarðar kirkjaFuglafjarðar kirkja, kl. 12.00, Lestur
- des28Havnar kirkjaNólsoyar kirkja, kl. 12.00, Gudstænasta
Emil Olsen - des28Hvalvíkar kirkjaHvalvíkar kirkja, kl. 12.15, Gudstænasta
Jákup Erlingsson Petersen
Altargongd - des31Havnar kirkjaHavnar kirkja, kl. 15.00, Gudstænasta
Emil Olsen - des31Tjørnuvíkar kirkjaTjørnuvíkar kirkja, kl. 16.00, Gudstænasta
Jákup Erlingsson Petersen