Hoyvíkar kirkja

Fríggjadagin 11. august kl. 20 fer orgulleikarin Ari Hammer Joensen at hava konsert í Hoyvíkar kirkju:
Ari hevur seinastu árini gingið í Tórshavnar Musikkskúla og fekk organistprógv og eisini miðnámsprógv fyrr í ár. Seinastu árini hevur Ari eisini spælt til fleiri sera áhugaverdar konsertir og verið organistur í fleiri ymiskum kirkjum kring landið. Millum annað hevur hann regluliga spælt í Argja kirkju og í Vesturkirkjuni. Í vár var Ari til upptøkuroynd og nú er Ari klárur at fara undir víðari lesnað á Musikkonservatoriinum í Keypmannahavn.
Konsertin fríggjadagin verður seinasta konsertin, sum Ari fer at hava her heima í Føroyum, áðrenn hann byrjar lesnað í Danmark. Eftir konsertina verður høvi at heilsa upp á Ara og ynskja honum góða eydnu við lesnaðinum.
Á skránni verða orgulverk av Nikolaus Bruhns Preludium og fuga í G dur Léon Boëllmann Suite Gothique, I. Introduction Choral, II. Menuet gothique, III. Prière à Notre-Dame, IV. Toccata.
Johann Sebastian Bach Toccata, Adagio og fuga í C dur
Jógvan Waagstein Paraphrasa fyri orgul
Hjartaliga vælkomin til konsert í Hoyvíkar kirkju fríggjadagin.
- des31Árnafjarðar kirkjaÁrnafjarðar kirkja, kl. 16.00, Gudstænasta
Øssur Kjølbro - des31Fuglafjarðar kirkjaFuglafjarðar kirkja, kl. 16.00, Lestur
- des31ChristianskirkjanChristianskirkjan, kl. 17.00, Gudstænasta
Marjun Lómaklett - des31Kunoyar kirkjaKunoyar kirkja, kl. 17.00, Gudstænasta
Øssur Kjølbro - des31Kirkjan við Norðskálakl. 17.00
Jonhard Jógvansson
Nýggjársgudstænasta - des31Haldórsvíkar kirkjaHaldórsvíkar kirkja, kl. 17.00, Gudstænasta
Jákup Erlingsson Petersen - des31Leirvíkar kirkjaLeirvíkar kirkja, kl. 18.00, Gudstænasta
Gerhard Jónsson Mikkelsen - des31Eiðis kirkjakl. 22.00
Jonhard Jógvansson
Nýggjársgudstænasta - jan1ØrðavíkBønhúsið í Ørðavík, kl. 11.00, Gudstænasta
Hanus Pál Jógvansson - jan1Gjáar kirkjaGjáar kirkja, kl. 11.00, Messa
Jonhard Jógvansson - jan1Glyvra kirkjaGlyvra kirkja, kl. 11.00, Gudstænasta
Gimmi Olsen - jan1Leirvíkar kirkjaLeirvíkar kirkja, kl. 11.00, Lestur
- jan1Hvalvíkar kirkjaHvalvíkar kirkja, kl. 12.00, Gudstænasta
Jákup Erlingsson Petersen - jan1Fuglafjarðar kirkjaFuglafjarðar kirkja, kl. 12.00, Gudstænasta
Gerhard Jónsson Mikkelsen - jan1HvalbaHvalbiar kirkja, kl. 12.30, Gudstænasta
Hanus Pál Jógvansson