Kirkjubøar kirkja

“Bach í kertuljósi”. - Løtan er hugsað sum ein skái í jólameldrinum, har ið áhoyrarar sessast í glæmuni frá kertuljósum, og í friði njóta undurføgru tónarnar.
Hanne Marit Mordal Iversen og Aldubáran syngja og spæla úr nótabókini hjá Onnu Magdalenu Bach í glæmuni frá kertiljósum í aldargomlu Kirkjubøar kirkju
Síðani 2017 hevur Kirkjubøar kirkja verið karmur um tónleikatiltak, har tónleikur hjá Johann Sebastian Bach hevur ljómað. Í ár verður tað tónleikur úr nótabókini, ið konan Anna Magdalena Bach og húskið høvdu sum felagsítriv.
Vit eru so heppin, at nýggja stjørnuskotið innan klassiskan sang, Hanne Marit Mordal Iversen, kemur á vitjan at syngja við tónleikarunum í úrmælingabólkinum Aldubáruni. Hanne Marit vann fyri nøkrum vikum síðani stóra altjóða sangkapping í París.
Løtan er hugsað sum ein skái í jólameldrinum, har ið áhoyrarar sessast í glæmuni frá kertiljósum og í friði njóta undurføgru tónarnar, ið dúgliga vórðu sungnir og leiktir av Onnu Magdulenu sjálvari, tónleikaliga gávaðu børnunum, gistandi og vinum, ið komu framvið hjá Bach-familjuni í Leipzig fyri 300 árum síðani.
Konsertin er ókeypis og byrjar kl. 19.30. Tónleikararnir byrja eina løtu innan hetta at spæla sálmaløg úr kantatum og smærri tónleikaverk eftir Bach. Avmarkað pláss er í kirkjuni.
Eftir konsertina eru øll hjartaliga vælkomin at hittast til samveru í Roykstovuni.
- jan1Rituvíkar kirkjaRituvíkar kirkja, kl. 17.00, Gudstænasta
Gimmi Olsen - jan1TvøroyriTvøroyrar kirkja, kl. 18.00, Hámessa
Hanus Pál Jógvansson
Altargongd - jan2Havnar kirkjaHavnar kirkja, kl. 21.00, Náttarkirkja
Anne Mette Greve Klemensen
Náttarkirkja frá kl. 21.00 til 23.00 - Birna í Hjøllum Hentze syngur - jan4Hósvíkar kirkjaHósvíkar kirkja, kl. 11.00
Jákup Erlingsson Petersen - jan4Lamba - gamli skúlikl. 11.00, Gudstænasta
Gimmi Olsen - jan4Leirvíkar kirkjaLeirvíkar kirkja, kl. 11.00, Gudstænasta
Gerhard Jónsson Mikkelsen
Altargongd - jan4Havnar kirkjaHavnar kirkja, kl. 11.00, Gudstænasta
Anne Mette Greve Klemensen - jan4Funnings kirkjaFunnings kirkja, kl. 12.00, Gudstænasta
Sverri Steinhólm - jan4Fuglafjarðar kirkjaFuglafjarðar kirkja, kl. 12.00, Lestur
- jan4Nólsoyar kirkjaNólsoyar kirkja, kl. 12.00, Gudstænasta
Anne Mette Greve Klemensen
Altargongd - jan6Eiðis kirkjaEiðis kirkja, kl. 19.00, Gudstænasta
Jonhard Jógvansson
Jóla- og nýggjárshald verður aftaná - jan6Elduvíkar kirkjaElduvíkar kirkja, kl. 20.00, Gudstænasta
Gerhard Jónsson Mikkelsen - jan6Fuglafjarðar kirkjaFuglafjarðar kirkja, kl. 20.00, Lestur
- jan6Leirvíkar kirkjaLeirvíkar kirkja, kl. 20.00, Lestur
- jan6Nólsoyar kirkjaNólsoyar kirkja, kl. 20.00, Gudstænasta
Anne Mette Greve Klemensen