Kirkjubøar kirkja

“Bach í kertuljósi”. - Løtan er hugsað sum ein skái í jólameldrinum, har ið áhoyrarar sessast í glæmuni frá kertuljósum, og í friði njóta undurføgru tónarnar.
Hanne Marit Mordal Iversen og Aldubáran syngja og spæla úr nótabókini hjá Onnu Magdalenu Bach í glæmuni frá kertiljósum í aldargomlu Kirkjubøar kirkju
Síðani 2017 hevur Kirkjubøar kirkja verið karmur um tónleikatiltak, har tónleikur hjá Johann Sebastian Bach hevur ljómað. Í ár verður tað tónleikur úr nótabókini, ið konan Anna Magdalena Bach og húskið høvdu sum felagsítriv.
Vit eru so heppin, at nýggja stjørnuskotið innan klassiskan sang, Hanne Marit Mordal Iversen, kemur á vitjan at syngja við tónleikarunum í úrmælingabólkinum Aldubáruni. Hanne Marit vann fyri nøkrum vikum síðani stóra altjóða sangkapping í París.
Løtan er hugsað sum ein skái í jólameldrinum, har ið áhoyrarar sessast í glæmuni frá kertiljósum og í friði njóta undurføgru tónarnar, ið dúgliga vórðu sungnir og leiktir av Onnu Magdulenu sjálvari, tónleikaliga gávaðu børnunum, gistandi og vinum, ið komu framvið hjá Bach-familjuni í Leipzig fyri 300 árum síðani.
Konsertin er ókeypis og byrjar kl. 19.30. Tónleikararnir byrja eina løtu innan hetta at spæla sálmaløg úr kantatum og smærri tónleikaverk eftir Bach. Avmarkað pláss er í kirkjuni.
Eftir konsertina eru øll hjartaliga vælkomin at hittast til samveru í Roykstovuni.
- jan11Fuglafjarðar kirkjaFuglafjarðar kirkja, kl. 12.00, Gudstænasta
Gerhard Jónsson Mikkelsen
Altargongd, Talvan gongur Talvan gongur fyri Bláa Kross - jan11TvøroyriTvøroyrar kirkja, kl. 18.00, Bønargudstænasta
Aftankvirra - jan18Leirvíkar kirkjaLeirvíkar kirkja, kl. 11.00, Lestur
- jan18Fuglafjarðar kirkjaFuglafjarðar kirkja, kl. 12.00, Lestur
- jan22MorgunsálmasangurFuglafjarðar kirkja, kl. 10.00, Morgunsangur
Vælkomin til eina hugnaliga løtu í Fuglafjarðar kirkju og ein góðan drekkamunn aftaná. - jan25Gjáar kirkjaGjáar kirkja, kl. 12.00, Messa
Jonhard Jógvansson - jan25Fuglafjarðar kirkjaFuglafjarðar kirkja, kl. 12.00, Lestur
- feb1Eiðis kirkjaEiðis kirkja, kl. 12.00, Messa
Jonhard Jógvansson - feb8Kirkjan við Norðskálakl. 12.00, Messa
Jonhard Jógvansson
Talvan gongur - mar29ChristianskirkjanChristianskirkjan, kl. 11.00, Konfirmatión
Øssur Kjølbro - apr12Glyvra kirkjaGlyvra kirkja, kl. 11.00, Konfirmatión
Meinhard Bjartalíð - apr12Eiðis kirkjaEiðis kirkja, kl. 11.00, Konfirmatión
Jonhard Jógvansson - mai1TvøroyriTvøroyrar kirkja, kl. 11.00, Konfirmatión
1. mei 2026 Konfirmatiónsgudstænasta - mai1ChristianskirkjanChristianskirkjan, kl. 11.00, Konfirmatión
Marjun Lómaklett