Kirkjubøar kirkja

“Bach í kertuljósi”. - Løtan er hugsað sum ein skái í jólameldrinum, har ið áhoyrarar sessast í glæmuni frá kertuljósum, og í friði njóta undurføgru tónarnar.
Hanne Marit Mordal Iversen og Aldubáran syngja og spæla úr nótabókini hjá Onnu Magdalenu Bach í glæmuni frá kertiljósum í aldargomlu Kirkjubøar kirkju
Síðani 2017 hevur Kirkjubøar kirkja verið karmur um tónleikatiltak, har tónleikur hjá Johann Sebastian Bach hevur ljómað. Í ár verður tað tónleikur úr nótabókini, ið konan Anna Magdalena Bach og húskið høvdu sum felagsítriv.
Vit eru so heppin, at nýggja stjørnuskotið innan klassiskan sang, Hanne Marit Mordal Iversen, kemur á vitjan at syngja við tónleikarunum í úrmælingabólkinum Aldubáruni. Hanne Marit vann fyri nøkrum vikum síðani stóra altjóða sangkapping í París.
Løtan er hugsað sum ein skái í jólameldrinum, har ið áhoyrarar sessast í glæmuni frá kertiljósum og í friði njóta undurføgru tónarnar, ið dúgliga vórðu sungnir og leiktir av Onnu Magdulenu sjálvari, tónleikaliga gávaðu børnunum, gistandi og vinum, ið komu framvið hjá Bach-familjuni í Leipzig fyri 300 árum síðani.
Konsertin er ókeypis og byrjar kl. 19.30. Tónleikararnir byrja eina løtu innan hetta at spæla sálmaløg úr kantatum og smærri tónleikaverk eftir Bach. Avmarkað pláss er í kirkjuni.
Eftir konsertina eru øll hjartaliga vælkomin at hittast til samveru í Roykstovuni.
- des26Húsa kirkjaHúsa kirkja, kl. 11.00, Gudstænasta
Øssur Kjølbro - des26Elduvíkar kirkjaElduvíkar kirkja, kl. 11.00, Gudstænasta
Gerhard Jónsson Mikkelsen
Altargongd - des26Leirvíkar kirkjaLeirvíkar kirkja, kl. 11.00, Lestur
- des26Tjørnuvíkar kirkjaTjørnuvíkar kirkja, kl. 12.00, Gudstænasta
Jákup Erlingsson Petersen - des26SandvíkSandvíkar kirkja, kl. 12.00, Gudstænasta
Jónsvein Bech - des26Fuglafjarðar kirkjaFuglafjarðar kirkja, kl. 12.00, Lestur
- des26Mikladals kirkjaMikladals kirkja, kl. 12.10, Gudstænasta
Øssur Kjølbro
Altargongd - des26Bønhúsið í FunningsfirðiBønhúsið í Funningsfirði, kl. 13.00, Gudstænasta
Gerhard Jónsson Mikkelsen
Altargongd - des26LangasandSkúlin á Langasandi, kl. 13.15, Gudstænasta
Jákup Erlingsson Petersen - des28TvøroyriTvøroyrar kirkja, kl. 11.00, Lestur
Bergur lesur - des28VesturkirkjanVesturkirkjan, kl. 11.00, Gudstænasta
Heri Joensen - des28Argja kirkjaArgja kirkja, kl. 11.00, Gudstænasta
Bergur Debes Joensen - des28Hósvíkar kirkjaHósvíkar kirkja, kl. 11.00, Gudstænasta
Jákup Erlingsson Petersen
Altargongd - des28ChristianskirkjanChristianskirkjan, kl. 11.00, Gudstænasta
Øssur Kjølbro - des28Leirvíkar kirkjaLeirvíkar kirkja, kl. 11.00, Lestur