Kirkjubøar kirkja

“Bach í kertuljósi”. - Løtan er hugsað sum ein skái í jólameldrinum, har ið áhoyrarar sessast í glæmuni frá kertuljósum, og í friði njóta undurføgru tónarnar.
Hanne Marit Mordal Iversen og Aldubáran syngja og spæla úr nótabókini hjá Onnu Magdalenu Bach í glæmuni frá kertiljósum í aldargomlu Kirkjubøar kirkju
Síðani 2017 hevur Kirkjubøar kirkja verið karmur um tónleikatiltak, har tónleikur hjá Johann Sebastian Bach hevur ljómað. Í ár verður tað tónleikur úr nótabókini, ið konan Anna Magdalena Bach og húskið høvdu sum felagsítriv.
Vit eru so heppin, at nýggja stjørnuskotið innan klassiskan sang, Hanne Marit Mordal Iversen, kemur á vitjan at syngja við tónleikarunum í úrmælingabólkinum Aldubáruni. Hanne Marit vann fyri nøkrum vikum síðani stóra altjóða sangkapping í París.
Løtan er hugsað sum ein skái í jólameldrinum, har ið áhoyrarar sessast í glæmuni frá kertiljósum og í friði njóta undurføgru tónarnar, ið dúgliga vórðu sungnir og leiktir av Onnu Magdulenu sjálvari, tónleikaliga gávaðu børnunum, gistandi og vinum, ið komu framvið hjá Bach-familjuni í Leipzig fyri 300 árum síðani.
Konsertin er ókeypis og byrjar kl. 19.30. Tónleikararnir byrja eina løtu innan hetta at spæla sálmaløg úr kantatum og smærri tónleikaverk eftir Bach. Avmarkað pláss er í kirkjuni.
Eftir konsertina eru øll hjartaliga vælkomin at hittast til samveru í Roykstovuni.
- des24Kirkjan við Norðskálakl. 17.00
Jólagudstænasta við Emil Olsen - des24Vágs kirkjaVágs kirkja, kl. 17.00, Gudstænasta
Patrick Conway de Neergaard - des24Rituvíkar kirkjakl. 17.15, Gudstænasta
Gimmi Olsen - des24Leirvíkar kirkjaLeirvíkar kirkja, kl. 17.15, Gudstænasta
Gerhard Jónsson Mikkelsen
Lusiagongd. - des25Argja kirkjaArgja kirkja, kl. 11.00, Gudstænasta
Heri Joensen - des25VesturkirkjanVesturkirkjan, kl. 11.00, Gudstænasta
Bergur Debes Joensen
GHM luttekur við tónleiki. - des25Kirkjubøar kirkjaKirkjubøar kirkja, kl. 11.00, Gudstænasta
Derhard Jógvansson - des25Glyvra kirkjakl. 11.00, Gudstænasta
Gimmi Olsen - des25Hósvíkar kirkjaHósvíkar kirkja, kl. 11.00, Gudstænasta
Jákup Erlingsson Petersen - des25ChristianskirkjanChristianskirkjan, kl. 11.00, Gudstænasta
Øssur Kjølbro
Klaksvíkar hornorkestur spælir. Kórið í Christianskirkjuni syngur. Talvan gongur fyri Emmaus - des25Árnafjarðar kirkjaÁrnafjarðar kirkja, kl. 11.00, Gudstænasta
Marjun Lómaklett - des25Leirvíkar kirkjaLeirvíkar kirkja, kl. 11.00, Gudstænasta
Gerhard Jónsson Mikkelsen
Talvan gongur Talvan gongur fyri Leirvíkar Missiónshús. - des25Hvalvíkar kirkjaHvalvíkar kirkja, kl. 12.00, Gudstænasta
Jákup Erlingsson Petersen - des25FámjinFámjins kirkja, kl. 12.00, Hátíðargudstænasta
Hanus Pál Jógvansson - des25Fuglafjarðar kirkjaFuglafjarðar kirkja, kl. 12.00, Lestur