Hoyvíkar kirkja

Fríggjadagin 11. august kl. 20 fer orgulleikarin Ari Hammer Joensen at hava konsert í Hoyvíkar kirkju:
Ari hevur seinastu árini gingið í Tórshavnar Musikkskúla og fekk organistprógv og eisini miðnámsprógv fyrr í ár. Seinastu árini hevur Ari eisini spælt til fleiri sera áhugaverdar konsertir og verið organistur í fleiri ymiskum kirkjum kring landið. Millum annað hevur hann regluliga spælt í Argja kirkju og í Vesturkirkjuni. Í vár var Ari til upptøkuroynd og nú er Ari klárur at fara undir víðari lesnað á Musikkonservatoriinum í Keypmannahavn.
Konsertin fríggjadagin verður seinasta konsertin, sum Ari fer at hava her heima í Føroyum, áðrenn hann byrjar lesnað í Danmark. Eftir konsertina verður høvi at heilsa upp á Ara og ynskja honum góða eydnu við lesnaðinum.
Á skránni verða orgulverk av Nikolaus Bruhns Preludium og fuga í G dur Léon Boëllmann Suite Gothique, I. Introduction Choral, II. Menuet gothique, III. Prière à Notre-Dame, IV. Toccata.
Johann Sebastian Bach Toccata, Adagio og fuga í C dur
Jógvan Waagstein Paraphrasa fyri orgul
Hjartaliga vælkomin til konsert í Hoyvíkar kirkju fríggjadagin.
- feb1Eiðis kirkjaEiðis kirkja, kl. 12.00, Messa
Jonhard Jógvansson - feb8Kirkjan við Norðskálakl. 12.00, Messa
Jonhard Jógvansson
Talvan gongur - mar29ChristianskirkjanChristianskirkjan, kl. 11.00, Konfirmatión
Øssur Kjølbro - apr12Glyvra kirkjaGlyvra kirkja, kl. 11.00, Konfirmatión
Meinhard Bjartalíð - apr12Eiðis kirkjaEiðis kirkja, kl. 11.00, Konfirmatión
Jonhard Jógvansson - mai1TvøroyriTvøroyrar kirkja, kl. 11.00, Konfirmatión
1. mei 2026 Konfirmatiónsgudstænasta - mai1ChristianskirkjanChristianskirkjan, kl. 11.00, Konfirmatión
Marjun Lómaklett