Skriva út

Christianskirkjan


Kirkjan í Klaksvík, vígd í 1963, er sera óvanlig, ikki minst av tí, at hon einki torn hevur (Lasse skrivaði bókina í 1979, síðan tá hevur kirkjan fingið torn, og tó so, tornið stendur á vøllinum við síðurnar av kirkjuni), men hon er bæði uttan og innan hábærsligur bygningur.

Megintilfarið er føroyskt grót, viður og skifur. Í vestara enda eru høvuðsdyrnar. Ovast uppi í skjøldrinum er ein stórur trækrossur og undir honum eitt vakurt, runt mosaikk-vindeyga.

Í sjálvum kirkjurúminum eru svalir báðumegin við í tveimum hæddum, og uppi yvir altarinum er hin stórfingni freskomálningurin Hin stóra kvøldmáltíðin av Jaokim Skovgaard. Av fyrstu tíð var hann málaður til dómkirkjuna í Viborg (1901), men orsakað av slevj í kálkinum mátti hann trekkjast av aftur og varð síðan fluttur til Statens Museum for Kunst í København. Haðani varð hann latin til Klaksvíkar Kirkju.

Uppi í tróðrinum í tí stóra kirkju rúminum hongur gamalt endurbøtt áttamannafar, ein gamal prestbátur av Viðareiði.
Christianskirkjan er sum Vesturkirkjan í Havn eitt vala bygningsverk.

[KELDA: Lasse Sørensen, Kirkjurnar í Føroyum]

Kirkjusóknin: Klaksvík, Norðoyri, Ánirnar og Strond.

Kirkjuráðið

Samband

Maria Olsen
Forkvinna

Geilin 34
700  Klaksvík
Tel.  28 21 71
T-postur hjá kirkjuráðnum: christians(at)kirkja.fo

Kirkjugongd er hvønn sunnu- & halgidag kl. 11.00.

Skrivstovan Tlf. 45 75 82 - opið er: mánad., týsd., hósd. og frí. 13.30-15.00.
Teldupostur: skr-christians@kirkja.fo