Skriva út
Vestmanna kirkja
Tiltak Konsertir
Stað Vestmanna kirkja
Tíð: 2. juli 2026, kl. 19:30
Tónleikur
Konsert við gentukórinum í Haderslev dómkirkju
Gentukórið í Haderslev dómkirkju er eitt av fremstu gentukórunum í Danmark við 35 sangarinnum í aldrinum 13-20 ár.
Hetta er eitt sera virkið kór, ið er á palli í sambandi við konsertir, gudstænastur og onnur tiltøk bæði innan- og uttanlands einar 15-20 ferðir árliga.
Afturat regluligu kórvenjingunum hvørja viku, bólkavenjingum og kórferðum, fáa kórlimirnir einstaklingaundirvísing í sangi hjá royndum sangarum og songlærarum. Kórið hevur frá byrjan av, í 2010, verið virkið við árligum konsertferðum úti og heima.
Í 2022 var kórið á konsertferð í Íslandi og í 2024 í Kina.
Í 2022 var kórið á konsertferð í Íslandi og í 2024 í Kina.
Gentukórið umboðar ríku donsku sálma- og sangsiðvenjuna, og við støði í tí, er kórið væl fyri í fleiri tónlistasløgum og roynir støðugt at knýta bond millum tað siðbundna og tað nýggja.
Kórið megnar at framføra stór, klassisk verk, eins væl og einføld hugløg í einraddaðum sangi á høgum tónlistaligum støði við eyðkendum norðurlendskum kórljómi.
Gentukórið í Haderslev dómkirkju hevur givið fýra fløgur út, millum annað eina beinleiðis upptøku av ”Magnificat” fyri kór og strúkarar eftir Kim A. Arnesen.
Á vøkru jólafløguni ”Luk julefreden ind” ber til at hoyra gentukórið í áhugaverdum samstarvi við Symfoniorkestrið í Suðurjútlandi.
Á vøkru jólafløguni ”Luk julefreden ind” ber til at hoyra gentukórið í áhugaverdum samstarvi við Symfoniorkestrið í Suðurjútlandi.
Í august í 2020 hevði kórið heimsfrumframførslu av symfoniska verkinum ”Stabat mater” eftir Kim A. Arnesen, sum hann skrivaði til Gentukórið í Haderslev dómkirkju. Kórið framførdi verkið saman við Symfoniorkestrinum í Suðurjútlandi.
Gentukórið hevur har afturat gott samstarv við Sydslesvisk Musikkorps (SMUK), har kórið á hvørjum ári heldur stóru veitsluna ”Lysfest” á “Haderslev kaserne” um kvøldið hin 4. mai.
Tað er Mogens Fangel Dam, ið hevur stjórnað kórinum frá august í fjør.
* Konsertir í Vestmanna kirkju eru ókeypis *
Onnur tiltøk
- aug16Gøtu kirkjaGøtu kirkja, kl. 11.00, Lestur
- aug16FríðrikskirkjanFríðrikskirkjan, kl. 11.00, Lestur
- aug16Hvannasunds kirkjaHvannasunds kirkja, kl. 11.00, Lestur
- aug16Viðareiðis kirkjaViðareiðis kirkja, kl. 11.00, Lestur
- aug23VágurVágs kirkja, kl. 11.00, Gudstænasta
Patrick Conway de Neergaard - aug23VesturkirkjanVesturkirkjan, kl. 11.00, Gudstænasta
Heri Joensen
Altargongd, Talvan gongur, Sunnudagsskúli Talvan: KFUK skótar í Føroyum. - aug23Argja kirkjaArgja kirkja, kl. 11.00, Gudstænasta
Derhard Jógvansson
Altargongd, Kirkjukaffi, Talvan gongur, Sunnudagsskúli Talvan: KFUK skótar í Føroyum. - aug23Hvannasunds kirkjaHvannasunds kirkja, kl. 11.00, Lestur
- aug23Viðareiðis kirkjaViðareiðis kirkja, kl. 11.00, Lestur
- aug23SumbaSumbiar kirkja, kl. 12.30, Gudstænasta
Patrick Conway de Neergaard - aug30VesturkirkjanVesturkirkjan, kl. 11.00, Gudstænasta
Bergur Debes Joensen
Sunnudagsskúli - aug30Argja kirkjaArgja kirkja, kl. 11.00, Gudstænasta
Derhard Jógvansson
Kirkjukaffi, Sunnudagsskúli - aug30Hvannasunds kirkjaHvannasunds kirkja, kl. 11.00, Lestur
- aug30Viðareiðis kirkjaViðareiðis kirkja, kl. 11.00, Lestur
- sep6VesturkirkjanVesturkirkjan, kl. 11.00, Gudstænasta
Heri Joensen
Kirkjukaffi, Sunnudagsskúli