Sørvágs kirkja
Holocaustkvøld í Vága prestagjaldi
Mikukvøldið 25. januar – á pálsmessu- klokkan 19.30 fara hjúnini Elsa og Róland í Skorini at hugleiða og siga frá dømum um holocaust og um, hvussu slík fólkadráp kunnu bera til.
Tiltakið verður í Kirkjuhúsinum í Sørvági. Aftan á verður drekkamunnur.
Holokaust (holo’kå˙st) er gamalt orð, og merkir upprunaliga brennioffur. Í dag verður tað mest sett í samband við nazistisku jødatýningina áðrenn og undir øðrum heimsbardaga. Tilvísingin til brenniovnarnar er greið.
Men orðið kann saktans førast yvir á aðrar hendingar bæði áðrenn og eftir ræðuleikarnar undir krígnum. Fólkamorð kann orðið væl týðast til, hóast kanska ikki øll offur verða brend.
Men far ikki skeivur. Tað hendir enn, og fer saktans at halda fram. Tí er umráðandi, at júst slík tiltøk varpa ljós á ræðuleikarnar.
“Orð virka sum skamtað arsenikk : Tað verður svølgt, uttan at tú gevur tær far um tað, tað tykist ikki at rína á, men sum frá líður ger ávirkanin frá eitrinum vart við seg”.
( Victor Klemperer)
Prestarnir í Vága prestagjaldi
- des28Kunoyar kirkjaKunoyar kirkja, kl. 12.00, Gudstænasta
Marjun Lómaklett - des28Bønhúsið á HellunumBønhúsið á Hellunum, kl. 12.00, Gudstænasta
Gerhard Jónsson Mikkelsen
Altargongd - des28Fuglafjarðar kirkjaFuglafjarðar kirkja, kl. 12.00, Lestur
- des28Hvalvíkar kirkjaHvalvíkar kirkja, kl. 12.15, Gudstænasta
Jákup Erlingsson Petersen
Altargongd - des31Tjørnuvíkar kirkjaTjørnuvíkar kirkja, kl. 16.00, Gudstænasta
Jákup Erlingsson Petersen - des31Árnafjarðar kirkjaÁrnafjarðar kirkja, kl. 16.00, Gudstænasta
Øssur Kjølbro - des31Fuglafjarðar kirkjaFuglafjarðar kirkja, kl. 16.00, Lestur
- des31ChristianskirkjanChristianskirkjan, kl. 17.00, Gudstænasta
Marjun Lómaklett - des31Kunoyar kirkjaKunoyar kirkja, kl. 17.00, Gudstænasta
Øssur Kjølbro - des31Kirkjan við Norðskálakl. 17.00
Jonhard Jógvansson
Nýggjársgudstænasta - des31Haldórsvíkar kirkjaHaldórsvíkar kirkja, kl. 17.00, Gudstænasta
Jákup Erlingsson Petersen - des31Leirvíkar kirkjaLeirvíkar kirkja, kl. 18.00, Gudstænasta
Gerhard Jónsson Mikkelsen - des31Eiðis kirkjakl. 22.00
Jonhard Jógvansson
Nýggjársgudstænasta - jan1ØrðavíkBønhúsið í Ørðavík, kl. 11.00, Gudstænasta
Hanus Pál Jógvansson - jan1Gjáar kirkjaGjáar kirkja, kl. 11.00, Messa
Jonhard Jógvansson