Skriva út

Sandavágs kirkja


aftaná - Jákup Bogi Joensen, journalistur og filosoffur heldur fyrilestur undir heitinum: Hugleiðingar um Søren Kierkegaard og ávirkanina av hansara heimspeki.

Fyrilesturin fer aftur um nøkur av mest grundleggjandi eksistentiellu hugtøkunum í heimspekini hjá Søren Kierkegaard. Fyrilesturin lýsir, hvørja ávirkan eksistentialisman hjá Kierkegaard hevur havt fyri eftirtíðina, eisini í einum føroyskum konteksti, og hvussu heimspekin hevur ávirkað fyrilestrahaldaran.

Jákup Bogi Joensen er journalistur og kandidatur í praktiskari heimspeki á Aalborg Universiteti. Hann hevur skrivað serritgerð um heimspekina hjá Søren Kierkegaard og hugtakið úrvóning, “fortvivlelse”.


Onnur tiltøk