Miðvágs kirkja
Jesper René, klaverleikari, á konsertferð í Føroyum
Jesper hevur eitt sera stórt repertoire at oysa av, so konsertskráin er ofta snikkað saman, so hon hóskar júst til staðið hann spælir. Ein aðalhugsan hjá Jesper René er, at tey stóru tónleikaverkini eisini skulu spælast í teim smáu støðunum, har tey ikki vanliga eru at hoyra.
Til kirkjukonsertirnar, sum vera í Miðvágs kirkju, Hvalbiar kirkju og Havnar kirkju, fer Jesper at framføra stórverkið “Goldbergvariatiónirnar” av Bach. Hetta verkið er eitt tað størsta tangentverkið, sum nakrantíð er skapað. Tað byrjar við einum einklum lagið – ein Aria – og som koma 30 ógvuliga ymiskar variatiónir av Ariuni. Tað vil siga, at tú sum áhoyrari tann tíman, sum verkið tekur, sleppur at lurta eftir tí sama lagnum í nógvum ymiskum hamum. Tað verður ein heilt serstøk uppliving at hoyra hetta verkið framført í kirkjum við øllum teim talandi umstøðum har eru.
Jesper René er føddur í 1974 og hevði fyrstu framførsluna aftan á lokna útbúgving saman við Odense symfoniorkestri í 1989. Hann hevur seinastu 10 árini havt eitt ótal av konsertum.
Sum nærmast tann einasti í Norðanlondum hevur hann serliga framført tey stóru klaververkini av Bach. Í seinastuni hevur hann til dømis framført Das Wohltemperierte Klavier i Grønlandi og Goldberg variatiónirnar, sum hann eisini spælir í smáum serstøkum støðum sum til dømis í fongslinum í Herstedvester.
- des16"Vit syngja jólini inn!" í Hvannasunds kirkjuHvannasunds kirkja, kl. 20.00, Vit syngja jólini inn
Jóannes Purkhús
Aftaná verður drekkamuður í Kirkjuhúsinum. - des16Húsa kirkjaHúsa kirkja, kl. 20.00, Vit syngja jólini inn
Øssur Kjølbro
Kvinnukórið í Emmaus syngur. Emma, Silvurlín og Turið spæla eitt lag á violin og cello. Stutt andakt. Drekkamunnur aftaná. - des17Eiðis kirkjaEiðis kirkja, kl. 13.00, Gudstænasta
Jonhard Jógvansson
Eldragudstænasta. Demenskórið Sangfuglarnir syngur. Børn frá Korndalsgarði ganga lucia og syngja - des17Jólakonsert við Fuglafjarðar SankóriFuglafjarðar kirkja, kl. 19.30, Konsertir
- des17"Vit syngja jólini inn!" í Viðareiðis kirkjuViðareiðis kirkja, kl. 20.00, Vit syngja jólini inn
Jóannes Purkhús
Aftaná verður drekkamuður í forkirkjuni. - des17Jólasálmar í VesturkirkjuniVesturkirkjan, kl. 20.00, Sálmasangur
Heri Joensen
Kirkjukaffi Jólasálmar í Vesturkirkjuni - des18Havnar kirkjaHavnar kirkja, kl. 10.00, Morgunandakt
bindikafe verður aftaná - des18ChristianskirkjanChristianskirkjan, kl. 10.30, Barnagarðsgudstænasta
Øssur Kjølbro - des18Vágs kirkjaVágs kirkja, kl. 11.00, Skúlagudstænasta
Patrick Conway de Neergaard - des19Skúlagudstænasta í Glyvra kirkjuGlyvra kirkja, kl. 09.30
Gimmi Olsen - des19Skúlagudstænasta í Viðareiðis kirkjuViðareiðis kirkja, kl. 10.00, Skúlagudstænasta
Jóannes Purkhús - des19ChristianskirkjanChristianskirkjan, kl. 10.30, Skúlagudstænasta
Marjun Lómaklett - des19Skúlagudstænasta í Hvannasunds kirkjuHvannasunds kirkja, kl. 11.00, Skúlagudstænasta
Jóannes Purkhús - des21TvøroyriTvøroyrar kirkja, kl. 11.00, Gudstænasta
Hanus Pál Jógvansson - des21Vestmanna kirkjaVestmanna kirkja, kl. 11.00, Lestur