Skriva út

Konsert í Vesturkirkjuni

Spectrum Og Kamarkórið
Kórkonsert við Spectrum og Tórshavnar Kamarkóri

Spectrum og Kamarkórið í Vesturkirkjuni
Vælkomin til eina spennandi og góða konsert leygardagin🎵. 
📌🎼Íslendska kórið Spectrum hevur vunnið sær gott orð sum eitt dygdarkór, ið megnar krevjandi útsetingar og leggur stóran dent á livandi framførslur. Sum navnið bendir á, umboðar tónleikur eina breiða  kórviftu, bæði samtíðartónleik, klassiskan tónleik, fólkatónleik, popp og rock.
Kórleiðari er Ingveldur Ýr, sum umframt at stjórna fleiri kórum eisini er kend operasangarinna.
📌🎼Tórshavnar kamarkór er eitt av fremstu kórunum í Føroyum og hevur í nógv ár ríkað føroyska tónleikalívið við framúr framførslum bæði heima og uttanlands. Kórið arbeiðir miðvíst við at menna eina høga tónlistarliga góðsku og hevur eitt fjølbroytt úrval av verkum á skránni – frá klassiskum kórtónleiki til nýggjari og føroyskan tónleik.
Bernharður Wilkinson stjórnar Tórshavnar kamarkóri. 
Skráin hjá kórunum báðum er hugtakandi og inniber verk eftir m.o. Eric Whitacre, Ola Gjeilo og Michael John Trotta.
🕔 Konsertin er ókeypis, og øll eru hjataliga vælkomin🎶

Onnur tiltøk