Skriva út

Konsert í Vesturirkjuni - Dorimus (Aa)

Kamarkorid.Dorimus.Alborg
Konsert við kamarkórinum Dorimus

Kamarkórið "Dorimus" úr Aalborg í Vesturkirkjuni

Norðurjúska kórið, Dorimus (s. 1993), stendur sambært ummælarum fyri høgari tónleikaligari dygd og musikaliteti og hevur m.a. fleiri ferðir framført saman við Aalborg symfoniorkestri. Sjálvi siga tey, at kórinum dámar at blanda klassisk verk við kendar árstíðarsangir og sálmar, og hava m.a frumframført tónleik, sum er skrivaður til teirra. Nevnast kunnu «Kjerlighedens Gjerninger» við tekstum eftir Søren Kierkegaard og tónleiki eftir Jakob Lorentzen, og «Tre Davidssalmer for blandet kor og harpe» eftir Christian Præstholm "


Kórleiðari er Doris Kjærgaard, sum er organistur í Jetsmark kirkju. Eftir at hava fingið kandidatprógv frá tónleikakonsarvatoriinum, hevur Doris Kjærgaard víðariútbúgvið seg í kórleiðslu hjá m.a. Morten Schuldt Jensen í Freiburg og Tone Bianca Dahl í Oslo, og í sangi hjá Annette Bo Nielsen í Nørre Sundby.

Konsertin er ókeypis og varir í umleið ein tíma. Øll eru vælkomin.