Havnar kirkja
Jesper René, klaverleikari, á konsertferð í Føroyum
Jesper hevur eitt sera stórt repertoire at oysa av, so konsertskráin er ofta snikkað saman, so hon hóskar júst til staðið hann spælir. Ein aðalhugsan hjá Jesper René er, at tey stóru tónleikaverkini eisini skulu spælast í teim smáu støðunum, har tey ikki vanliga eru at hoyra.
Til kirkjukonsertirnar, sum vera í Miðvágs kirkju, Hvalbiar kirkju og Havnar kirkju, fer Jesper at framføra stórverkið “Goldbergvariatiónirnar” av Bach. Hetta verkið er eitt tað størsta tangentverkið, sum nakrantíð er skapað. Tað byrjar við einum einklum lagið – ein Aria – og som koma 30 ógvuliga ymiskar variatiónir av Ariuni. Tað vil siga, at tú sum áhoyrari tann tíman, sum verkið tekur, sleppur at lurta eftir tí sama lagnum í nógvum ymiskum hamum. Tað verður ein heilt serstøk uppliving at hoyra hetta verkið framført í kirkjum við øllum teim talandi umstøðum har eru.
Jesper René er føddur í 1974 og hevði fyrstu framførsluna aftan á lokna útbúgving saman við Odense symfoniorkestri í 1989. Hann hevur seinastu 10 árini havt eitt ótal av konsertum.
Sum nærmast tann einasti í Norðanlondum hevur hann serliga framført tey stóru klaververkini av Bach. Í seinastuni hevur hann til dømis framført Das Wohltemperierte Klavier i Grønlandi og Goldberg variatiónirnar, sum hann eisini spælir í smáum serstøkum støðum sum til dømis í fongslinum í Herstedvester.
Konsertferðin verður stuðla av Konsertfelagnum og fleiri kommunur hava eisini veitt ein stuðul til konsertir á staðnum.
- nov1Havnar kirkjaHavnar kirkja, kl. 11.00, Gudstænasta
Maria Jørðdal Niclasen
Allahalgannar sunnudagur - nov1ChristianskirkjanChristianskirkjan, kl. 11.00, Gudstænasta
Marjun Lómaklett
Vit minnast tey í sóknini, sum eru farin síðani seinasta allahalgannasunnudag. Talvan gongur fyri Føroyska bíbliufelagið. Altargongd - nov1Fuglafjarðar kirkjaFuglafjarðar kirkja, kl. 12.00, Gudstænasta
Gerhard Jónsson Mikkelsen
Altargongd Allahalgannasunnudagur. Nøvnini á teimum, ið farin eru í sóknini síðani seinasta allahalgannasunnudag, verða lisin. - nov1PorkeriPorkeris kirkja, Alla halgannasunnudagur , kl. 12.00, Gudstænasta
Johanna Olsen lesur lestur - nov1Nólsoyar kirkjaNólsoyar kirkja, kl. 12.00
Steintóra Erhardsdóttir
Sjónvarp, Útvarp, Altargongd - Allahalgannasunnudagur - nov1SandvíkSandvíkar kirkja, Alla halgannasunnudagur, kl. 12.00, Gudstænasta
Bergur Berg lesur lestur - nov1Viðareiðis kirkjaViðareiðis kirkja, kl. 12.00, Lestur
Nøvnini á teimum, ið farin eru í sóknini farna árið, verða lisin upp undir gudstænastuni. Aftaná er kirkjukaffi í forkirkjuni. - nov1Haldórsvíkar kirkjaHaldórsvíkar kirkja, kl. 12.00, Gudstænasta
Tummas Lykke Kannuberg
Altargongd - nov1Hvalvíkar kirkjaHvalvíkar kirkja, kl. 12.00, Lestur
- nov1Tjørnuvíkar kirkjaTjørnuvíkar kirkja, kl. 12.00, Lestur
- nov1Nólsoyar kirkjaNólsoyar kirkja, kl. 12.00, Gudstænasta
Steintóra Erhardsdóttir
Altargongd - nov1Skúlin í HaraldssundiSkúlin í Haraldssundi, kl. 12.00, Gudstænasta
Øssur Kjølbro
Vit minnast tey í sóknini, sum eru farin síðani seinasta allahalgannasunnudag. - nov1HvalbaHvalbiar kirkja, Alla halgannasunnudagur, kl. 12.30, Gudstænasta
Hanus Pál Jógvansson
Dagur teirra sjólátnu - nov1SumbaAlla halgannasunnudagur - Minningarhald teirra sjólátnu., kl. 13.30
Jákup Erlingsson Petersen
Minningarhaldið verður við Minnisvarðan. - nov1Hósvíkar kirkjaHósvíkar kirkja, kl. 14.00, Minningarhald
Tummas Lykke Kannuberg
Minningarhaldið byrjar í kirkjuni og haðani verður farið til minnisvarðan.