Gospel- og poppkonsert í Vesturkirkjuni

Summarkonsert við SK'ØYEREN (NO)
Gospel- og poppkórið - SK'ØYEREN (NO)
11. juni kann áhoyrarin seta seg afturá og njóta løtuna frá norska kórinum SK'ØYEREN. Serliga navnið hava tey fingið á mannamunni, og er ein stytting av "Sangkoret Øyeren". Kórið, sum eru úr Osloøkinum, telur umleið 50 sangarar, og tey hava sett eina summarliga skrá saman á Føroyaferð síni, við - sambært teimum sjálvum - vøkrum popp- og gospeltónleiki. Tað er serliga eldri gospeltónleikur, sum tey framføra, og tað verður spennandi at vita, hvat tað merkir.
Kórið hevur verið á nógvum uttanlandsferðum, og hetta er teirra fyrsta kórferð í Føroyum. Sangararnir eru vælsyngjandi amatørar í aldrinum 20-75 ár. Kórleiðari er Vidar Kjeldsen. Vidar hevur eisini klaverfylgjuspælið og hevur sjálvur lagt tónleikin til rættis.
Konsertin er ókeypis. Vælkomin í Vesturkirkjuna
- mai17Miðvágs kirkjaMiðvágs kirkja, kl. 11.00, Gudstænasta
Marjun í Kálvalíð
Talvan gongur fyri Føroyska Bíbliufelagið. Hvítusunnuguðstænasta, har kirkjan er prýdd við ymsum, sum barnagarðsbørnini í Miðgarði hava gjørt. Aftaná guðstænastuna blása vit sápublørur uttanfyri kirkjuna, og síðan er drekkamunnur og saft, og okkurt gott undir tonnina, at fáa í kirkjukjallaranum. - mai17Bønhúsið í SøldafirðiBønhúsið í Søldarfirði, kl. 11.00, Gudstænasta
Meinhard Bjartalíð - mai17Oyndafjarðar kirkjaOyndarfjarðar kirkja, kl. 11.00, Gudstænasta
Símun Persson Jacobsen
Altargongd, Talvan gongur fyri Føroyska Bíbliufelagið. - mai17SandvíkSandvíkar kirkja, kl. 12.00, Lestur
Helena Petersen lesur - mai17LeitiKirkjan á Leiti, kl. 12.00, Lestur
- mai17Tjørnuvíkar kirkjaTjørnuvíkar kirkja, kl. 12.00, Gudstænasta
Jákup Erlingsson Petersen - mai17Kaldbaks kirkjaKaldbaks kirkja, kl. 12.00, Gudstænasta
Theodor E. D. Olsen - mai17FámjinFámjins kirkja, kl. 12.10, Gudstænasta
Hanus Pál Jógvansson - mai17HvalbaHvalbiar kirkja, kl. 12.30, Lestur
Birgir lesur - mai17Bønhúsið á HellunumBønhúsið á Hellunum, kl. 13.00, Gudstænasta
Gerhard Jónsson Mikkelsen
Altargongd, Talvan gongur Talvan gongur fyri bønhúsinum á Hellunum. - mai17Konsert í Vesturirkjuni - Dorimus (Aa)Vesturkirkjan, kl. 16.00
Tónleikur Kamarkórið "Dorimus" úr Aalborg í Vesturkirkjuni - mai18Sørvágs kirkjaSørvágs kirkja, kl. 11.00, Gudstænasta
Inga Poulsen Dam, Marjun í Kálvalíð
Felags útiguðstænasta fyri allar kirkjur í Vága prestagjaldi verður hildin á Stakka í Sørvági. Inga Poulsen Dam og Marjun í Kálvalíð. - mai24TvøroyriTvøroyrar kirkja, Hvítusunnudagur, kl. 11.00, Hátíðargudstænasta
Hanus Pál Jógvansson
Talvan gongur til frama fyri Føroyska Bíbliufelagið - mai24VesturkirkjanVesturkirkjan, kl. 11.00, Gudstænasta
Derhard Jógvansson
Talvan gongur, Sunnudagsskúli Talvan: Føroyska Bíbliufelagið - mai24Argja kirkjaArgja kirkja, kl. 11.00, Gudstænasta
Heri Joensen
Kirkjukaffi, Sunnudagsskúli, Talvan gongur Talvan: Føroyska Bíbliufelagið