Fyrilestur og evniskvøld um Gudmund Bruun
Mikukvøldið 25. novembur kl 20 heldur Jákup Reinert Hansen fyrilestur um Gudmund Bruun (1891-1956), sum var danskur prestur, føddur í Føroyum. Gudmund var eisini sálmaskald og týðari umframt stovnari av Santa Ólavs kirkjuliði, føroyska kirkjuliðnum í Keypmannahavn.
Áhoyrarin kann gleða seg til ein áhugaverdan fyrilestur um um lív og yrki Gudmunds og eisni syngja vit nakrar av kendu sálmum hansara. Høvi verður til spurningar, prát og ein drekkamunn.
Jákup Reinert Hansen er prestur og hevur phd í homiletik (prædikulist). Aftan á góð 30 ár sum sóknarprestur á Sandi, starvast hann í dag sum lektari í kirkjusøgu á Fríðskaparsetrinum. Almenningurin kennir Jákup m.a. frá áhugaverdu sendingunum um fleiri av sálmaskøldum okkara innan kirkjuna.
Vælkomin í Vesturkirkjuna.
- apr23TvøroyriTvøroyrar kirkja, Dýri biðidagur, kl. 11.00, Gudstænasta
Várkonfirmatión 2027 - jul26Sandavágs kirkjaSandavágs kirkja, kl. 19.30, Tónleikur
Summartónar í Sandavági Mánakvøldið 26. juli 2027 kl. 19.30 hevur enski organisturin Tom Winpenny orgulkonsert í Sandavágs kirkju - okt3TvøroyriTvøroyrar kirkja, kl. 11.00, Gudstænasta
Heystkonfirmatión 2027