Skriva út

Felagsgudstænasta í Sandoyar prestagjaldi


Taborkórið av Toftum syngur, undir leiðslu av Jónhild Djurhuus
Hósdagin 14. mai kl. 12.00 verður felagsgudstænasta í Sandoyar prestagjaldi, inni í høllini við Meginskúlan.
Talan er um Kristi himmalsferðardag – har vit hátíðarhalda dagin við lovsongi, bøn, prædiku og felagsskapi.
• Prædika: Jákup Reinert Hansen, prestur
• Sangur: Taborkórið av Toftum syngur, undir leiðslu av Jónhild Djurhuus
• Konfirmantar taka lut við upplestri
• Nýggj altartalva, sum konfirmantar hava málað, verður avdúkað. Listamaðurin Oggi Lamhauge hevur lagt teimum lag á
• Okkurt verður til matna, sum B71 stendur fyri
Gudstænastan verður hildin í sambandi við B71-marathon kappingina
Tað er pláss fyri øllum – hjartaliga vælkomin!