Skriva út

Jólaaftan (2)

Tekstur: Luk. 2,1-14. Fyrra tekstarøð.

Bøn: Himmalski faðir. Vit takka tær fyri, at tú komst í heimin fyri at vísa okkum, at tú ert kærleiki. Lat jólaboðskapin um frið á jørð taka búgv í hjørtum okkara, og lær okkum at líta á, at tú ert við okkum, bæði í gleði og í sorg. Amen.
 
Tað er í roynd og veru eitt sindur undarligt, at hvussu orðið ‘jól’ og ‘jóla’ broytir týdningin av øðrum orðum. Hetta lítla orð, sum ikki sær út av nógvum. Vit kunnu taka nøkur dømi. Tá matur verður til jólamat, so smakkar hann eitt sindur betri. Tá pynt verður jólapynt, so er tað eitt sindur hugnaligari. Tá gávur verða jólagávur gleða vit okkum enn meir til tær. Tá útsøla verður jólaútsøla, so er hon so mikið betri og tá menn verða jólamenn eru teir hugnaligir og gávumildari enn vanligt.

Soleiðis eisini við jólahugnanum, friðinum og gleðini. Sum jólaevangeliið sigur okkum, so er tað júst tað, einglarnir boða, frið á jørð til menniskju, tí tað er hana, Gud hevur tokka til. Men... so er tað hesin jólafriðurin. Hann er sum ein gáta, tey flestu leita eftir og ysnkja sær, men sum tey allar fakstu vita, hvar hann er at finna. Jólamánaðurin er alt annað enn friðarligur og tað munnu vera fá kvøld í árinum, sum eru minni friðarlig enn jólaaftan – í øllum førum, um man hevur smábørn. Men hóast hetta, so verður boðskapurin um frið boðaður, um jólafriðin og einglanir syngja: friður at jørð og í mennsikjum góður tokki.
 
Spola vit nú tíðina aftur til byrjanina, tey allar fyrstu jólini, so kunnu vit bara ímynda okkum, hvussu støðan hevur verið. Fólk – nógv fólk er á veg til Betlehem. Tey hava gingið leingi. Tey eru troytt. Børnini gráta. Sinnini kóka. Friðarligt hevur tað í øllum førum ikki verið. Og tá Maria og Jósef endiliga koma fram, ja so er ikki rúm fyri teimum nakrastaðni, og hóast Jósef ger alt fyri at finna teimum stað at vera, so er alt langt síðan yvirbookað.
 
Fyrrverandi erkibiskupurin í Suður Afrika, Destmond Tutu, sær tað komiska í hesi annars heldur tragisku støðu, og hevur eina skemtiliga søgu um hetta, at Jósef leitar eftir staði til hann og Mariu at vera í, hesa náttina tey koma til Bethlehem. Hann sigur nakað soleiðis: "Jósef bankar á dyrnar hjá einum hoteleigara, og kærir sína neyð: góði kanst tú ikki hjálpa okkum. Mín trúlovaða er við barn og hon skal skjótt eiga. Og vit hava onga staðni at vera. Hoteleigarin yppir øksl og sigur turrisliga: Eg kenni við tær, men eg kann tíverri ikki hjálpa tær. Og fyri at siga tað sum tað er, so er tað ikki mítt problem, tí tað er líkasum ikki mín skuld, at hon er við barn. Tá er Jósef skjótur at svara: nei, men tað er nú heldur ikki mín skyld."
 
Henda skemtiliga søga er somuleiðis grundleggjandi og sonn. Tí tað er jú ikki Jósef, sum hevur skyldina í, at Maria er við barn. Vit eru mitt í eini hending, sum er nógv størri enn so. Vit eru við fylling tíðarinnar, sum tað eitur. Hetta er tíðin, tá Guð gerst menniskja, og fyllir tíðina við ævinleika. Hetta er tíðin, tá himmalin nemur við jørðina, tá Guðs friður verður okkum boðaður.
Í roynd og veru skulu vit út á markina, skulu vit fanga ta stóru myndina. Heilt har út, sum einglarnir boðaðu frið, út har, sum hirðarnir sótu. Tí jólini eru ein fólkafest, ikki einans fyri tey fáu útvaldu, men fyri øll menniskju. Hetta verður eisini undirstrikað í sjálvum jólaevangeliinum, tá Jesus verður borin í heim undir ein fólkateljing. Líkt og ólíkt, stórt og smátt er savnað hesa jólanátt í Bethlehem.

Tað, vit savnast um, jólaboðskapurin og evangeliið í síni heild, er fyri alt fólkið – eisini um tað ikki altíð tykist so. Hirðarnir á markini siga okkum hetta. Teir, sum ikki so mikið sum blivu taldir við, tá keisarin taldi upp – til teir varð gleðiboðskapurin boðaður fyrst.
Gleðiboðini jólanátt eru ikki einans fyri tey, sum trúgva á ein ávísan hátt, ella til tey, sum virka til at hava alt sítt upp á tað reina við Várharra.
 
Gleðiboðini jólanátt eru okkara – eru menniskjunnar, tí tað er menniskjuna, Gud hevur tokka til – óansæð hvør ella hvussu hon er. Gleðiboðini knýta okkum saman, tvørturum øll hugsandi mørk og minna okkum á, at eingin hevur uppiborið Guds kærleika meir enn nakar annar.
Gleðiboðini eru himmalsk boð til okkum menniskju um at Gud hevur tokka til okkara.
Og gleðiboðini ljóða fyrst úti í myrkrinum, har teir gloymdu hirðarnir sita. Í myrkrinum verður ljósið tendrað, og gleðiðboðini boðað. Tí himmalsku boðini eru boð til øll.
 
Um vit ímynda okkum, at Jesus varð føddur í dag, so kunnu vit spyrja: Hvørjir eru okkara hirðar? Hvørjir eru okkara vísmenn? Spurningurin skal ikki svarast her, men er verdur at hugsa um.
Guðs sonur kemur til jarðar til henda marglitta, blandaða skara av menniskjum. Hirðarnir sita gloymdir í myrkrinum, og kunnu hugsast umboða øll, sum liva á lívsins skuggasíðu, kunnu hugsast at vera øll, sum Jesus situr til borðs og brýtur breyðið saman við. Skuggatilverur, sum ikki njóta lívganina av einum góðum jóladøgurða; menniskju, sum kenna seg gloymd, menniskju, hvørs lív og lívsgrundarlag er skret av óndskaparinnar myrkri. Fyri hesum verður ljósið kveikt.
 
Ríku vísmenninir umboða hina síðuna av skaranum. Øll, sum hava ovmikið, hava tað gott í allar mátar, fyri hvønn, tað er ein gleði, at jólini nú eru komin. Sum heild, kunnu teir kanska umboða okkara part av heiminum, vesturheimin, tann ríka partin av heiminum, sum á pappírinum hevur tað gott. Og tó, sum hóast vælferð og kunnleika, á mangan hátt hevur sítt at striðast við. Strongd, tunglyndi, og aðrar vælferðarsjúkur. Fyri hesum lýsir stjørnan!
 
Stór og smá savnast frá nær og fjar at heiðra Jesusbarnið jólanátt. Gleðiboðini er boð til øll, tí øll menniskju hevur Guð tokka til. Tann marglitti skarin av hirðum og vísmonnum er eins marglittur í dag. Heimurin er sjálvandi broyttur nógv, men ymiskleikin er og verður altíð til staðar og tað er hann, Várharra savnar undir einum taki.
Jólanátt velur Guð okkum. Hetta eigur at fáa okkum hugsa stórt um tað, at vera menniskja og at vera partur av mannaættarinnar marglitta skara.
 
Guð gerst menniskja og verður taldur við, tá keisarin skrivar allan heimin í manntal. Tí hann verður partur av okkum. Og hann býður teimum inn, sum sita uttanfyri stóra skara keisarans. Hetta er hugvekjandi. Jesus verður taldur við, og bjóðar við einglunum teimum, sum ikki verða tald við, at vera tey fyrstu at bjóða barninum vælkomnum, at vera tey fyrstu vitnini.
 
Aftur í ár savnast ein marglittur skari at hoyra jólaboðskapin. Við øllum Guðs einglum syngja vit Guði prís og hoyra gleðiboðini – enn einaferð.
Við hvør síni søgu, upplivingum, gleði og sorg, við hvør síni rødd savnast vit og fáa lut í tí himmalska, sum boðað var hirðunum jólanátt. Sangurin ljómar, ein og hvør syngur við sínum nevi, men tað er júst hesin ymiskleiki, sum ger sangin serstakan, sum ger guðstænastuna himmalska.
 
Okkum er frelsari føddur! Tekin um hetta, er lítla barnið í krubbuni, sum savnar menniskju frá nær og fjar. Saman syngja vit við tí himmalska herskarða: heiður veri guði í hægsta himli, og vit kunnu vóna um frið millum mennsikju, tí tað er menniskjuna Guð hevur tokka til.
Aftur í ár ynskja vit hvør øðrum eini gleðilig jól. Ikki tí jólini eru gleðilig fyri øll, men tí at gleðiboðskapurin verður boðaður øllum, og tí at Guð sjálvur gjørdist ein av okkum, gjørdist eitt við okkum. Aftur í ár kunnu vit ynskja hvør øðrum eini gleðilig jól, tí frelsari heimsins varð borin í heim, okkum til fyrigeving, lív og vón.
 
Hvørja ferð vit halda jól hoyra vit søguna um hendingina, sum á undirbrotligan hátt broytti heimin. Hon broytti heimin, tí knappliga gjørdist Guð atkomiligur øllum menniskjum. Knappliga vísti Gud okkum, at tað er menniskjuna, hann hevur tokka til. Og tað er vert at hátíðarhalda – ár eftir ár.
Lov og tøkk og allur heiður veri tær, Guði várum, faðir, syni og heilagum anda, sum altíð hevur verið, er og altíð verður ein sannur tríeinur Guð, hálovaður frá fyrsta upphavi, nú og um allar ævir! Amen.
 
Latið okkum øll biðja.
Harri vár Guð, Himmalski faðir!
Vit biðja teg lýsa fyri okkum í øllum myrkri, annaðhvørt tað er myrkt innvortis ella útvortis.
Gev okkum øllum ta trúgv, at jólagleðin heldur á, og at eisini jólasorgin hoyrir heima í jólagleðini.

Vit biðja teg fyri øllum, sum hava mist onkran av sínum.
Fyri øllum, sum stúra fyri morgindegnum.
Fyri øllum, sum er stødd aðrastaðni enn har, tey helst vildu verið.
Og fyri øllum, sum skulu halda jól langt burtur frá sínum.

Ver við øllum, sum hava fingið makt og mynduleika, og øllum sum stýra og ráða.

Ver Guð hjá teimum, sum eru tikin av ræði og verða styrd
og spar tey fyri harðræði.

Ver við kirkju tíni og okkum í henni, at vit ikki leggjast á gleðiboðið um trúgv, vón og kærleika, men bera tað við okkum, hvar vit so enn eru og fara.

Lat kærleika tín vinna á okkara avmarkingum og skilarúmum,
og hjálp okkum at bera jólagleðina við okkum.

Styrk okkum at trúgva tí, vit ikki fáa okkum at trúgva,
lær okkum at hava stórar vónir til tín, og gev okkum dirvi til at gera eftir tí.
Hoyr okkum í Jeus navni.
Amen