Skriva út

Tríeindardagur (trinitatis sunnudagur)



Tekstur: Matt. 28, 16 – 20. Seinna tekstarøð


16 – 282 – 342 – 250 – 353 – 364 – Vár móðurjørð.

- prædika í Havnar kirkju

Bøn fyri prædiku:
Harri, vit byrja at gruna, at hetta er væl meira, enn vit høvdu hugsað okkum og væl meira, enn vit eru før fyri at skilja. Vit takka Tær fyri, at Tú vart har, langt áðrenn (ið) vit høvdu nakran varhuga av Tær. Vit takka Tær fyri, at Tú komst til okkara og legði hond Tína á okkum og tók okkum upp sum lærusvein Tín og inn í ríki Títt, langt áðrenn (ið) vit kundu biðja eina bøn. Vit takka Tær fyri, at vit kunnu ikki minnast, nær (ið) vit fyrstu ferð hoyrdu navn Títt verða nevnt. Og takka vit Tær uppaftur meira fyri, at Tú gjørdi nakað við okkum, sum fer nógv longur, enn (ið) vit og skil okkara fatar. Tú, sum legði hendur Tínar á børnini og vælsignaði tey, Tú hevur eisini nomið við okkum, og vit hava fingið vælsigning Tína, hana, sum heimurin sær ikki, men sum gevur okkum meira enn allt, hvat ið heimurin kann geva. Lat hesa signing verða verandi yvir okkum og fylgja okkum og ringja seg um okkum líka til seinasta dag okkara á foldini og síðan í ævinleikans ævinleikum í ríki Tínum. A m e n !

Prædikutekstur: Matt. 28, 16 – 20. Seinna tekstarøð

Kirkjuligu myndugleikarnir lýstu fyri tveimum árum síðan henda sunnudag, trinitatis sunnudag, at vera ein sokallaðan grønan sunnudag, har ið nomið verður við skaparaverkið og Hann, ið byrjar hevur tað allt og heldur tí uppi. Tí hava vit valt at enda guðstænastuna í dag við einum umhvørvissálmi, sum Petur Jacob Sigvarden yrkti fyri einum mánaða síðan, og sum biskupurin hevur givið okkum loyvi til at nýta við guðstænastuna í dag. Hann er margfaldaður á sangblaði, sum liggur í stólunum.

Veðrið er við at skifta. Tað er farið at spretta og grógva.. Lívið brýtur sær veg upp úr og ígjøgnum allt, sum veturin tóktist hava lagt í oyði. Tað sprettur sjálvt upp ígjøgnum tað harða asfaltið á vegum, gongubreytum og niðurtraðkaðum gøtum. Eplaspírarnir, sum annars eru so veikir, at teir brotna, kemur hond undir teir, megna tó so spakuliga at bróta sær slóð upp ígjøgnum eisini ta ringu mold, og slokkarnir koma undan, ið leita móti sólarljósinum sum menniskjan móti Guði. Fuglurin er komin aftur av longum leiðum og farin at reiðrast. Líðirnar grønkast, og tað grør um gangandi fót, og allt er so vælsignað vakurt, so at menniskjan eisini verður ávirkað og í betri lag.
Menniskjan! Tað er okkum, Jesus arbeiðir við og vil frelsa. Tað eru vit menniskju, ið viltust av leið. Flytifuglur- in finnur aftur til oyggjarnar yvir lond og høv, men vit menniskju finna ikki av okkum sjálvum aftur til Guðs og myndina, vit vórðu skapað í og til at bera. Tí kom Jesus, og tí virkar Hann enn her á fold, fyri at hjálpa okkum og bjarga okkum.
Hann byrjar gerning Sín í okkum, langt áðrenn ið vit fingu vit og skil, tí at tað er nakað, sum vit og skil megna ikki at fata og skilja til fullnar, ið Hann vil bera inn í lív okkara. Hann vil frelsa okkum, sum vit ikki megna sjálvi. Nakað stórt og størri enn vit sjálvi, hevur nomið við okkum í Jesusi Kristi, Skaparin sjálvur, Guð, Faðirin á høgum himni.
Prædikutekstinum í dag er tikin burtur úr tí allarseinasta partinum av foldarlívi Jesu, sum sagt verður frá í Matte- usarevangeliinum. Vit hava hoyrt um Jóhannesdópin, sum ikki var ein kristin dópur, og vit hava hoyrt um, tá ið Jesus sjálvur varð doyptur. Men hvørgin av hesum dópunum kann javnsetast við tann dóp, sum vit sjálvi einaferð vórðu tikin upp í kirkju Guðs við.
Hin kristni dópurin er stovnsettur av Kristusi Sjálvum. Hann er stovnsettur av tí Upprisna, og hevur tað sín stóra týdning. Tað var fyrst, tá ið Kristus hevði verið ígjøgnum líðingarnar, var deyður og risin upp til sáttargerð fyri syndir heimsins, at tíðin var komin til dópin í navni Faðirsins og Sonarins og Halga Andans.
Hin Upprisni gav lærusveinum Sínum boð um at fara út um allan heimin til øll fólkasløg og játtaði at vera við teimum allar dagar allt til veraldar enda. Tað vóru sostatt eini boð, sum skulu galda fyri alla framtíð, so leingi hesin heimur stendur. Evangeliið skal prædikast fyri øllum fólkasløgum, og menniskju skulu gerast til lærusveinar Hansara og verða tikin upp í kirkju Hansara. Við at doypa menniskju skulu tey gerast til lærusveinar. Tann, sum varð doyptur, skal sostatt hoyra Jesu egna kall: Fylg mær. Og eins og lærusveinar Hansara vórðu tiknir upp í ein livandi felagsskap við Hann og fingu lut í egna lívi Hansara, so- leiðis skulu menniskju í øllum fólkasløgum og til allar tíðir á sama hátt kunna koma í lívssamband við Jesus Kristus Sjálvan, eins og greinar liva og eru í støðugum sambandi við víntræið.
Tað er sostatt tað, sum liggur í tí kristna dópinum. Tað er nakað nógv meira enn í Jóhannesdópinum. Jóhannesdópur- in var ein umvendingardópur. Tað var nakað, menniskju gjørdu. Hin kristni dópurin er ein frelsudópur. Tað er nakað, Guð ger. Jóhannesdópurin var ein lýdnisgerð, nakað sum menniskju gjørdu fyri at vísa, at tey vóru vorðin rakt av orðum Guðs og nú viljug til at umvenda seg og vænta frelsu frá Guði. Hin kristni dópurin er ein útveljingargerð, eitt Guðs kall, sum tekur teg út úr heiminum og setir teg í samband við Kristus. Við hesum sambandi sleppur tú síðan at liva í heiminum, so leingi Skaparan unnir tær tað. Teir eru í heiminum, men ikki av heiminum, sum Jesus sigur í høvuðsprestabøn síni í Jóhs. 17(16), tá ið Hann biður Faðirin á himni varðveita teir frá tí illa.
Vit hoyra ofta um stóra neyð eftir náttúruvanlukkur sum jarðskjálvtarnar í Kina og Haiti og vatnflóðina í Burma fyri tveimum árum síðan, hvar ið fólk í túsundatali doyðu og uppaftur fleiri gjørdust heimleys.
Fólk skuldu ikki kunna liva meira enn 2 til 3 samdøgur uttan vatn og mat, men fleiri vórðu funnin eftir at hava ligið dupult so leingi og meira enn tað undir raplaðu leivdunum.
Eitt er, hvat ið náttúruvanlukkur gera, og sum vit mugu standa saman um at verja okkum ímóti og bøta um avleiðingar av uttan mun til, hvørji ið vit eru, og hvar ið vit eru.
Annað er tann neyðin, sum stendst beinleiðis av mannaávum, sum yvirganginum um allan heim, krígnum í Iraq og Afganistan, ófriðinum í Sudan og neyðini í Darfur landslutinum, snýti og harðskapinum í Zimbabwe, Somalia og øðrum londum og tí ósemju, sum gera seg galdandi her hjá okkum, hvar ið lagt verður beinleiðis eftir persónum fyri skaða teir og umdømi teirra. Kannska ikki alltíð so opinlýst, men so óskyldug at spyrja ákærandi sum ormurin í Eden urtagarði við einum man. Man Guð hava sagt tað? Munnu vit ikki kunna bróta boðini? Man hasin vera sinnisbrekaður? Og á tann hátt fáa sett okkurt í gongd, sum kann skaða ein annan. “Mítt land hevur fostrað eitt ravnaslag” yrkir Janus Djurhuus niðurboygdur av tí, sum fólk søgdu um hann, og bað øll steingja dyrnar um nætur fyri sleygi og níðingaslatur. Jú sanniliga hevur Kristus nakað at arbeiða við í hesum heimi, okkum menniskju, sum eru á skeivari kós. Hann virðir allt, sum skapað er, bæði lívið úti í náttúruni, hagar ið Hann sjálvur ofta leitaði sær friðskjól burturi frá mannamúgvum, rópi og geyli. Og Hann virðir eina og hvørja menniskju, sum er skapað í Guðs mynd. Hann vil fáa tað spretta og grógva, ikki bara úti í náttúruni, men eisini í mannalívinum og samskiftinum manna millum. Tí er tað neyðugt, at vit dagliga hava samband við Hann, heimsins og okkara Frelsara.

Tað stendur í Kristiligum Dagblaði síðsta leygardag (22.05.10) um 11 ára gomlu armensku flóttagentuna Editu Djaladian, sum í 2006 skrivaði til ráðharran í Danmørk fyri integratión og bað um hjálp, tí at hon tá hevði búð 7 ár í ymiskum flóttafólkalegum kring um í Danmørk við sjúkari mammu og pápa, sum heldur ikki var væl fyri. Tá tóku lesarar hjá Kristiligum Dagblaði og hjálpti henni, men ikki kundu teir forða fyri, at løgreglan eina oktoburnátt í 2006 kom og tók gentuna, mammuna og pápan og sendu tey av landinum til Armeniu og Russlands, hvar ið gentan ongan kendi, og familjan hevði ikki havt verið á lívi, um lesararnir í Danmørk ikki høvdu havt veitt teimum hjálp.
Nú eru tey afturkomin til Danmarkar og bíða eftir, at søk teirra verður endurskoðað, og tann nú 15 ára gamla gentan er ovurfegin um at vera sloppin at ganga í skúla, sjálvt um tey enn búgva í flóttafólkalegu fyri fólk við serligum tørvi. Hon dugir bara danskt og droymir um at sleppa og læra til advokat, so at hon alltíð kann verja seg og familju sína. “Men tað týdningarmesta er, at eg sleppi at ganga í skúla og fái mær eina útbúgving. Tað gevur mær ein møguleika fyri at vera ein rættur persónur, sum kann klára seg sjálvan, uttan mun til hvat ið eg eri”, sigur hon at enda síðsta leygardag við Kristiligt Dagblað.
Edita Djaladian er sum pinkulítil doypt eftir boðunum frá Jesusi um at fara og gera øll fólkasløg til lærusveinar Hansara, og sigur hon seg í neyð síni ofta biðja Guð og Jesus um hjálp og lítur á, at tað er Hann, sum hevur fingið allt valdið í himni og á jørð, og at Hann er við sínum allar dagar allt til veraldar enda.
Lat okkum eisini gera tað sama og halda áfram at doypa í navni faðirsins og Sonarins og Halga Andans og at hjálpa hvør øðrum og fara væl um náttúruna og skaparaverkið allt, sum vit eru partur av og hava fingið til láns eina tíð!
A m e n !