Sunnudagur fyri føstu (3)
Prædika í Vesturkirkjuni sunnudag í føstuinngangi 2025
Tekstur: Matt 3, 13-17 - fyrra tekstarøð
Bøn: Birt tú ljós í barmin nú, Halgi Andi, tú hin skæri! Sýn mær sonnu, rættu trú, frá tí ranga tú meg varði; el í mær ta góðu trá eftir krúnuni at ná.
Tað verður sagt um sálmaskaldið Hans Adolf Brorson, at hann ein dagin fekk vitjan í bispagarðinum í Ribe. Tann vitjandi var ein fátækur, trúgvandi maður, ið var komin langan veg. Móttøkan var góð, vinaligur vísti Broson manninum runt í stásiliga heimi sínum. Maðurin var ógvuliga hugtikin, bæði av blíðskapinum og vakra heiminum. Tá letur í manninum:” Harra Biskupur, ja tygum kunnu saktans hava tað gott, tá ið tygum búgva so væl. Eg má siga, at eg undrist á, at tygum hava yrkt so væl og so inniliga um krossin. Men tygum kenna óivað ikki nakað til at bera ein kross?” Brorson reistist og helt fyri: “Kom við mær.”
Tá ið maðurin ikki vildi reisast, tók hann í hondina á honum, og leiddi hann oman ígjøgnum gongina. Har steðgaði hann uttanfyri eitt kamar, har ein jarngyrðing var runt hurðina. Har sat sonur hansara Nikolai, ið var sálarsjúkur, og tað var eingin hjálp at fáa tá í tíðini. Sonurin stardi so eftir gestinum, at hann steig eitt fet eftir hæli. Nú angraði maðurin. at hann hevði sagt nakað, tí nú sá hann, at bispurin eisini hevði ein kross at bera. Soleiðis er tað mangan við okkum menniskjum. Til tíðir døma vit skeivt. Mangan halda vit um onnur, at tey hava alt uppá tað reina.
Uttan iva hava tað eisini verið menniskju, ið hava hugsað soleiðis um Jóhannes doyparin, ið stóð við ánna Jordan. Hann hevði ein kallandi umvendingar boðskap. Hann var ikki ræddur at átala, um tað so vóru teir gudrøknu fariseararnir, so fingu teir eisini greið boð. Ja, sjálvt yvir fyri kongi var hann ikki bangin at áminna, og tað kostaði honum eisini lívið.
Jóhannes hevði ein álvarsaman boðskap at bera, og fólk komu í neyð um sína støðu og lótu seg doypa. Ja, tey komu í syndaneyð, eitt nærum fremmand orð fyri okkum í dag. Fara vit inn á sprotan og leita í teimum frálíku orðabókum, ið har eru, finna vit ikki orðið syndaneyð. Er tað horvið úr okkara máli? Vit finna orð sum peninganeyð og havsneyð, men ikki syndaneyð. Sera hugvekjandi og álvarsamt. Við greiða boðskapi sínum um umvending sóu fólk sína støðu og lótu seg doypa, og Jóhannes vísti teinum vegin, tey skuldi ganga. Tá byrjaði eitt nýtt lív.
Vit vera eisini møtt við einum álvarsomum boðskapi, hvørja ferð vit leita í kirkju. Á altarunum standa tey so trúføst og brenna, altarljósini, ið ikki bert eru til prýðis, men stillisliga bera okkum týdningarmikla boðskapin um lógina, tað sum Guð krevur, og evangeliið, tað sum Guð gevur av náði. Jú, av sonnum eru vit syndarar, ið hava tørv á náði. Í dag hoyra vit, hvussu lítlan Jóhannes kendi seg, tá ið hann møtti Jesusi andlit til andlits. Jesus, sum var komin til hansara at lata seg doypa. Tá sigur doyparin: “Mær kundi gjørst neyðugt at verða doyptur av tær, og tú kemur til mín!” Har fór ein skeivur, um ein helt doyparan vera lýtaleysan og fullkomnan. Jóhannes hevði eisini ein kross at bara, hann var bert eitt menniskja eins og Brorson og eg og tú. Øll hava vit okkara, men hvat gera vit við tað?
Í morgin er fastalávintsmánadagur. Tá ganga nógv grýlu. Tey fara í búnar og fjala seg handan eina grímu ella gekkaskort. Vit kunnu fjala okkum fyri hvørjum øðrum, og til tíðir spæla ein annan leiklut. Í dag verður millum ungdóm varpað nógv ljós á eitt hugtak, ið verður nevnt masking, har roynt verður at broyta persónmensku fyri at passa inn. Hetta er orkukrevjandi. Tað, at verða avdúkaður, er mangan sera viðkvæmt, ein kennir seg so naknan og einsamallan, og skommin er til at merkja. Liva vit lív okkara handan eina grímu, ella liva vit lív okkara gjøgnum onnur, har vit gera tað, sum onnur vilja hava okkum at gera og siga, ella tora vit at vera vit, við teimum avmarkingum tað inniber? Tori eg at lýta inn í meg sjálvan, eisini inn í loynikrókar, ið eru væl fjaldir?
Eingin okkara er fullkomin. Vit eru avmarkaði sum menniskju, ið hava tørv á óavmarkaðari náði. Paulus sigur:” Kristus, Jesus kom í heimin at frelsa (rættvís nei) syndarar.” Alt lív sítt var hann í tænastu fyri hesa søk. Jesu dópur í Jordan ánni er sjálv byrjanin til henda gerning. Tí her fer Jesus til Jóhannesar og biður um at verða doyptur við syndara dópi, dópi Jóhannesar.
Tey komu úr øllum landinum, og her við Jordan játtaðu tey syndir sínar, og vóru doypt í ánni, sum tekin um reinsan. Tey góvu eitt lyfti um at byrja eitt nýtt lív. Men Jesus hevði onga synd at játta. Jesus visti ikki um synd, sigur bíblian. Hvat hevur tað at týða, at hann tók við syndara dópi? Svarið er bíbliunnar vitnisburður um Jesus. Hann kom, sum okkara umboðsmaður og staðgongumaður. Tað vóru tínar og mínar syndir, Jesus játtaði, henda dagin, sum vóru tær hansara egnu. Og so fekk hann Jóhannesar dóp og vígdi seg á tann hátt til gerningin, sum førdi hann út á Golgata, har hann bar skuldina fyri okkum, bar hana í okkara stað heilt og fult.
Mikudagin byrjar føstan. Hon er eitt kolon: Nú fara vit í kirkjuárinum frá fjósi og krubbu til kross og deyða. Tá ið Jesus varð doyptur, hoyrdist rødd, ið segði: ”Hesin er sonur mín hin elskaði, sum eg havi góðan tokka til.” Tá ið tú varð doyptir, ljóðaðu orðini við doypifuntin: “Hin alvaldi Guð faðir várs harra Jesu Krist, sum nú hevur endurføtt teg við vatni og heilagum anda, og hevur veitt tær fyrigeving syndanna, hann styrki teg við náði síni til hitt æviga lívið. Endurfødd við vatni og heilagum anda og veitt fyrigeving syndanna. Hetta fingu vit lut í við trúnni á Jesus. Tað byrjaði, tá ið frelsari okkara gekk i okkara stað. Tað byrjaði við ánna Jordan, tá ið hann lat seg doypa.
Tí er umráðandi, at vit fáa eygu okkara latin upp fyri hesum, at Guð við anda sínum ger, at vit síggja okkara støðu sum syndarar, og síggja, at okkum er tørvur á frelsu bjargin. Til deyða varð Jesus doyptur, til lívið eru vit doypt. Vit komu við ongum, hann kom við øllum. Okkara lutur í dópinum er tann, at vit ikki megnaðu at mótmæla hansara góðsku. Tí kundi Luther í nøkrum av sínum mest strongdu stundum, tá hann kendi iva og ótta, siga: “Eri eg eitt Guðs barn? Eg er jú doyptur.” Ella, sum hann eina aðru ferð helt fyri: “Vík frá mær Sátan. Veitst tú ikki, at eg eri doyptur.”
Frá ánni Jordan bar Jesus alt mítt við sær móti krossinum: mína synd og sorg, mítt mótloysi, gáloysni og hjartaloysi alt bar hann við sær út á Golgata. Hann gevur, og hann fyrigevur. Jesus bar ongan gekkaskort henda dagin við Jordan, og hann ber heldur ongan, tá vit koma til hansara við øllum tí, sum liggur okkum á herðum og sinni. Hann tekur móti okkum, kærleikin strálar frá andliti hansara, tekur okkum til sín og ongan, nei, ongan koyrir hann burt frá sær. Tí kann eg vera takksamur og taka undir við sálminum eftir Johannes Andreas Næs, sála, ið vit nú fara at syngja:
Takk, Jesus, fyri dópin mín,
tá tú tókst meg í favn,
til faðir gavst mær faðir tín,
mær gavst gudsbarna navn.
Tí kunnu vit siga .........
---
Hanus á Gørðum