Skriva út

Skírhósdagur

Lukas 22, 14-20. Fyrra tekstarøð.

Hátíðargudstænasta Hammershaimb

Vit sótu til borðs saman. Setningurin lýsir ein nærleika, og frástøðan hvørvur. Gomul er útsøgnin, at vit fyrst rættiliga kenna eitt menniskja, tá vit hava notið eina máltíð saman. Borðið ger nakað við okkum, og felagsskapurin um borðið er kveikjandi.

Frá gamlari tíð varð havt á lofti millum háborin fólk, hvør verdur var at sita til borðs saman við hvørjum. Harramaðurin og góðseigarin høvdu eina serstøðu, og arbeiðsfólkið át við sítt egna borð.

Kendi rómverski heimspekingurin Seneca, ið virkaði í fyrstu øld eftir Kristi føðing, broytti hugsunarháttin nakað. Spyr ikki hvør verdur er at sita til borðs saman við tær, men lat trælin sita við tína lið. Tá trælurin hevur sitið til borðs saman við teim, ið duga borðsið, verður hann upplærdur og siðaður til høviska og sømiliga atferð.

Eisini heima í Føroyum kenna vit nevnda fyribrigdið. Umborð á skipi var tað ikki óvanligt, at yvirmenninir skaffaðu fyri seg. Manningin á dekkinum át ikki saman við yvirmonnunum.
Sum á sjónum so á landi. Tað var tann tíð, tá prestarnir ótu við búgvið borð at kalla einsamallir. Í prestatilhaldinum var ein durur, ið einans varð nýttur av presti, tá hann var á umreisu ella vitjaði.

Sjálvt um vit í dag hugsa øðrvísi, eiga vit at umrøða forna siðvenju við virðing og hóvsemi. Tað lá nakað av virðing aftan fyri nevndu atferð, og tað at sýna virðing er altíð hóskandi.

Tíbetur, tykist mær, er nógv broytt til tað betra. Tað er ikki einvíst rætt tá sagt verður, at allar broytingar eru til tað verra. Virðing og tolsemi eru tvey lyklaorð, tá samskiftið millum einstaklingar og samskiftið millum ymiska mentan og lívsfatan skal greinast.

Tá talan er um virði og mannarættindi er felagsskapurin um borðið ein sterk mynd. At verða boðin til borðs ella koyrdur frá borði, tað er hvør sítt, tað er sum dagur og nátt.

Tað var eisini ein tíð í søgu Føroya, at tey, ið vit mettu øðrvísi, máttu flyta av landinum. Ivaleyst var hetta av verkligum ávum, tí umstøðurnar vóru ikki til vildar. Men hugburðurin var ikki beinleiðis stimbrandi, og tað var torført at vera avvarðandi. Virðing og javnbjóðis mannarættindi eru hóskandi orð rundan um borðið.
Ivaleyst skulu nógv ymisk atlit takast til tess, at eitt borðhald skal eydnast væl. Tað eru mangir leikir í longum talvi. Hinvegin skal einans ein finna flytast í talvinum, so borðhaldið fær ein óunnilig dám. Skulu vit vera vís í, at eitt borðhald miseydnast, skulu vit einans koyra ein persón frá borðinum. So hongur ein færri av ófrættakendum í luftini, og júst hesin dámur smakkar at matinum.

Skírisdag snýr tað seg um eina máltíð, - hin heilaga kvøldmáltíðin. Jesus og ápostlarnir sita til borðs. Jesus talar um líðing og deyða, og hann kunnar ápostlarnar um týdningin av deyða sínum.

“Hetta er likam mítt, sum fyri tykkum verður givið. Gerið hetta til áminning mína!”

“Hesin kalikur er hin nýggi sáttmálin í mínum blóði, sum verður helt út fyri tykkum.”

Sjálvt um hin heilaga kvøldmáltíðin var innsett saman við einum avmarkaðum skara av fólki, saman við ápostlunum, so fevnir Jesus í sínum kærleika øll heimsins fólkasløg og hvørt menniskja.

Tað er ómøguligt, at øll altíð eru til alt samstundis. Tað er alment góðkent, at vit viðhvørt kunnu eta eina máltíð saman við teimum, ið vit samstarva við ella á serligan hátta hava samskifti við. Ein slík avmarking kann enntá verða skilagóð, tí serlig atlit verða tikin at t.d. familjuni, arbeiði ella fakligum innihaldi. Ápostlarnir skuldu jú beinleiðis nýta kvøldmáltíðina sum fyrimynd og amboð í Guðs ríkis boðan.

Jesus dró fólkið at sær, og fólkið var hansara virkisøki. Ikki einans útvald, men fólkið í síni breidd. Viðhvørt færri, til aðrar tíðir fleiri. Talan var ikki um mótstríðandi framferðarhátt, men einans verklig atlit. Jesus ynskti at tæna sakini og tæna hinum einstaka.

Eisini rundan um borðið dró Jesus fólkið at sær. Hann sat til borðs saman við teimum, ið átrúnaðarliga samtíðin metti óhóskandi. Hann sat til borðs saman við tollarum og syndarum. Hin heilagi, syndafríi og reini. Frelsarin Jesus setti dám á borðhaldið. Náðin og kærleikin fyltu rúmið, tá Jesus sat til borðs saman við tollarum og syndarum og át saman við teimum.

Í hini heilagu kvøldmáltíðini staðfesti Jesus Guðs ætlan. Guð er kærleiki, og hann ger borðið búgvið, har vit verða boðin at eta tann mat, ið veitir sálini føði.

Í dag eru vit upptikin av teim fátæku londunum í triðja heiminum. Tað er svárt at síggja neyðina bæði heima og longri burturi. Sælur er hvør tann, ið eftir førimuni avmarkar neyð og vesaldóm.

Møguliga áttu vit í tráðan eftir tímiligum ágóða at givið sálini størri gætur. Á sama hátt sum fólk doyggja í hungri, á sama hátt kunnu vit misfarast, um sálin ikki fær stimbrandi føði, ið gevur merg til andan.

Jesus eigur nakað at geva hinum einstaka, ið veruliga munar. Tey, ið hava etið lívsins breyð kunnu vitna saman við alheimskirkjuni, at Jesus er meira enn alt annað. Ikki einans tað, at hann varpar ljós inn yvir tað æviga lívið. Eisini jørðin og tað tímiliga verður ríkari, har Jesus er lívsins breyð.

“Eg eri lívsins breyð. Fedrar tykkara ótu manna í oyðimørkini og doyðu. Hetta er breyðið, sum kemur niður av himni, at tey skulu eta tað og ikki doyggja. Eg eri hitt livandi breyðið, sum kom niður av himni; um nakar etur av hesum breyði, skal hann liva allar ævir; og breyðið, sum eg skal geva, er hold mítt, sum eg skal geva heiminum til lívs.” (Jóh. 6,48-51)

Rundan um borðið verða sannleikar bornir. Sannleikin sær dagsins ljós, og orðini binda saman. Nakað av tí, ið verður sagt, doyr burtur, tá løtan er runnin. Annað fúnar og ferst, sum tíðin rennur. Nøkur gullkorn verða søgd og ritað í klett, og teirra aldur er æviga ungur.

Mæta skaldið, Janus Djurhuus, sigur nøkur væl vald orð um V. U. Hammershaimb og vísir á týdningin, sum hann hevur havt fyri Føroyar.

“Hammershaimb skapti Føroyingum eitt skriftmál og harvið brynjaði teir til eitt fólk, eina tjóð...”

Og Janus nýtir eina vakra myndatalu : “Tá eg skal nýta eina mynd, ið lýsir Hammershaimb og verk og virki hans, so rennur fram fyri meg henda : Ein lítil maður við fínum mildum andliti stendur fyri háaltarinum í tí dómkirkju, ið eitur Føroyar. Hann lesur messuna á føroyskum máli fyri Føroya fólki. Á altarinum brenna nógv ljós, ið tær mildu veittrar tendraðu, sum góvu honum vit og megi at vísa Føroya fólki á ta leið, ið ber mót stjørnunum.”

Stór orð um prestin og próstin Hammershaimb, ið var føddur í Sandavági Mariumessudag, 25. mars 1819.

Á nýti ára degi Hammershaimbs yrkti Janus Djurhuus hesi mergjaðu orðini sum eina kvøðu til hin gamla próstin.

“Fáir finnast frægir her á foldum,
følnar, sprettur ævugt ætta fjøld,
flestramanna lív er rit í moldum,
támut søga, tá ið endar øld.

Navnið veit eg eitt, i klettum ritað,
lýsir gylt, nú nærkast hvíldarkvøld;
mildar veittrar tendraðu ein vita,
Føroyum stjørnuleið frá øld til øld.”

Áhugavert er at staðfesta, at tað kirkjuliga umhvørvið bæði innan og uttan kirkjugátt hevur fostrað mætar menn og kvinnur. Føroysk mentan, list og handverk hevur notið væl av samrøðuni um borðið. Eisini innan skúlans veggir er væl fingið burturúr : Føroya mál, málrøkt, bíbliutýðingar, sálmar, sangir, málningalist og tónasmíð.

Tað er vert at steðga á, minnast og fagna. Føroya mál, okkara stoltleiki og prýði. Føroya mál, okkara samleiki.

Eitt ríkidømi at prædika evangeliið um Jesus á móðurmálinum.

Vit eru mong, hvørs navn kennist ritað í moldum.

Tey eru færri, hvørs navn stendur ritað í klettum.

Men felags fyri alla mannaættina er, at eitt borðkort við navni hins einstaka er ritað í Guðs ríki. Vit eru vælkomin til borðs saman við Jesusi. Vælkomin eru eisini tey, sum at kalla einki megna. Tað er so at siga opið hús í Guðs ríki.

Amen.

((Hátíðargudstænasta í Sandavágs kirkju 9. apríl 2009. Hammershaimb varð fagnaður og mintur við gudstænastu, fyrilestrum og sangi, nú hundrað ár eru liðin, síðani hann andaðist.))
Kelda : J. H. O. Djurhuus, Yrkingar 1898 – 1948, Mentunnargrunnur Studentafelagsins 1998.