Skriva út

Sergudstænata - Langafríggjadagur

Tekstir: Hebr. 5,7-9 og Mark 15,20-37

KORONAGUDSTÆNASTA

Langafríggjadag 10.04.2020 kl. 11 sjónvarpsgudstænasta í Havnar kirkju – Dómkirkjuni.

Tænastan fer øll fram við lesipultin. Presturin sigur sálmanumrini.

Klokkuringing

Præludium

Náði veri við tykkum og friður frá Guði, faðir várum, og harranum Jesusi Kristi!

  1. sálmur nr. 625

Latið okkum øll biðja!

Harra, vár Guð, tú, sum læt frelsara okkara, son tín, Jesus Krist, gerast menniskja og doyggja á krossinum, mannaættini til frelsu og fyrimyndar í eyðmýkt. Vit biðja teg, gev okkum náði til at læra av tolmóði sonar tíns, so at vit fylgja honum eftir í eyðmýkt og lýdni líka til deyða og at enda fáa lut í uppreisn hansara frá deyðum, hann, sum við tær livir og ræður í einleika heilaga andans, ein sannur Guð um aldur og ævir allar! Amen.

Epistulin til langafríggjadag er skrivaður í Hebrearabrævinum:

Og Jesus hevur á døgum holds síns við hørðum rópi og tárum borið fram bønir og eyðmjúkar ákallanir til hansara, sum var mentur at frelsa hann frá deyða, og varð bønhoyrdur fyri angist sína, og soleiðis lærdi hann, tó at hann var sonur, lýdni av tí, sum hann leið; og tá ið hann varð vorðin fullkomin, gjørdist hann hjá øllum teimum, sum lýða honum, upphav til æviga frelsu. Hebr. 5,7-9.

So ljóðar dagsins epistul!

  1. sálmur nr. 187

 Hetta heilaga evangeliið skrivar Markus evangelistur:

Og tá ið teir høvdu spottað Jesus, lótu teir hann úr skarlaksskikkjuni og lótu hann í hansara egnu klæði. Og teir fara út við honum at krossfesta hann. Og teir noyða ein mann, sum kom gangandi har framvið, Símun frá Kýrene, sum kom heim av markini, faðir teirra Aleksanders og Rufusar, at bera kross hansara. Og teir fara við honum út á tann staðin, ið eitur Golgata, tað merkir: ennistaður. Og teir góvu honum vín at drekka við myrru í; men hann tók ikki við tí. Og teir krossfestu hann, og teir býttu klæði hansara millum sín og teir kastaðu lut um tey, hvat hvør teirra skuldi taka. Men tað var um landsuðurstíð, tá ið teir krossfestu hann. Og yvirskriftin um sakarmál hansara stóð skrivað omanfyri: Kongur Jødanna. Og teir krossfesta tveir ránsmenn saman við honum, annan høgrumegin og annan vinstrumegin við hann. Og skriftin gekk út, ið sigur:„Og hann varð roknaður javnt við lógbrotsmenn.“ Og tey, ið gingu framvið, spottaðu hann, og tey ristu við høvdinum og søgdu:„Tví vorði tær! Tú, sum brýtur templið niður og byggir tað upp eftir trimum døgum! Stíg niður av krossinum og bjarga nú tær sjálvum!“ Somuleiðis hildu eisini høvuðsprestarnir hann fyri spott sín ámillum í felagi við hinum skriftlærdu og søgdu:„Øðrum hevur hann bjargað; men sær sjálvum er hann ikki mentur at bjarga! Kristus, Ísraels kongur – hann stígi nú niður av krossinum, so at vit kunnu síggja tað og trúgva!“ Eisini teir, ið vóru krossfestir saman við honum, hildu hann fyri háð. Og tá ið middagur var komin, legðist myrkur um alt landið líka til nóns. Og um nón rópaði Jesus við harðari rødd: „Eloï, Eloï, lama sabaktani?“ tað er:„Guð mín, Guð mín, hví fórt tú frá mær?“ Og nakrir av teimum, ið hjá stóðu, søgdu, tá ið teir hoyrdu tað:„Sí, hann rópar eftir Elia.“ Men ein leyp til og fylti ein svamp við ediki og setti hann á ein rørstav og gav honum at drekka og segði:„Bíðið! Latum okkum síggja, um Elia kemur at taka hann niður.“ Men Jesus rópaði so hart eitt róp og gav upp andan. Mark 15,20-37.

So ljóðar halgidagsins heilaga evangelium. Orð Harrans varðir um allar ævir!

Latið okkum øll biðja!

Himmalski faðir, vit biðja teg, at tú við tínum heilaga anda vilt styrkja okkum við orði tínum, so at vit við frímóði og treysti kunnu møta lívinum, hvat ið tað annars ber okkum, og hvíla í trúnni á at vit undir øllum lívsins viðurskiftum eru tíni. Amen.

Prædika:

Eitt tað týdningarmesta, vit kunnu læra av boðskapinum langafríggjadag er líðingin – kenslan av troystarloysi og einsemi.

Her hoyra vit um, hvussu tað kenst, tá ið tað, sum vit hava sett álit okkara á og verið sannførd um, fellur saman sum korthús og endar í iva og vónloysi.

“Guð mín, Guð mín, hví fórt tú frá mær?” rópaði Jesus í sálarangist. Men einki svar. Rópið varð bert hangandi í luftini. Og Jesus hevði tá einki annað at halda seg til enn tað, sum eisini vit hava at halda okkum til: Guðs orð og lyfti!

Har vóru eingir einglar, sum komu og tæntu honum, sum í freistingini í oyðimørkini.

Eingin rødd av himni, sum segði:”Hesin ert sonur mín, hin elskaði, sum eg havi góðan tokka til.”

Eingin heilagur andi, sum kom niður yvir hann í dúgvulíki, sum tá ið hann varð doyptur av Jóhannesi doyparanum.

Eingin opinbering sum á umbroytingarfjallinum, tá ið hann umbroyttist, so at andlit hansara skein sum sólin, og klæði hansara vórðu hvít sum ljósið.

Eingi undur. Ongar kraftargerðir. Eingin guddómlig uppílegging. Einki uttan ekkóið av rópinum:”Guð mín, Guð mín, hví fórt tú frá mær?” Tað var støðan í hesi sváru løtu.

Tá ið Jesus hevði hingið tríggjar tímar á krossinum, frá kl. 9 á morgni og til middags, myrknaði sólin. Tað gjørdist nátt á Golgata. Myrkur legðist um alt landið.

Men við tí ytra ljósinum hvarv eisini eina stund tað innara ljósið í frelsarans hjarta, og um trýtíðina rópaði hann í sváru, djúpu neyð og kvøl síni:”Guð mín, Guð mín, hví fórt tú frá mær?” Hann sigur ikki longur:”Faðir mín,” sum hann tó gjørdi í Getsemane urtagarði, tá ið hann bað í ótta og sálarangist. Hann sigur:”Guð mín.” – Ikki sami nærleiki, men ein ávís frástøða.

Soleiðis mátti tað vera.

Kærleikans vera er at ofra seg fyri tann, tú elskar. Tess meira tú elskar, tess meira vilt tú ofra, um neyðugt.

Jesus kundi als ikki bjarga sær sjálvum og stíga niður av krossinum uttan samstundis at halda uppat at vera kærleiki.

Sagt verður, at Guð er kærleiki, og at Jesus og faðirin eru eitt. Jesus mátti tí sum ímyndin av sjálvum kærleikanum og sum heimsins frelsari gera seg eitt við okkum, bera okkara revsing, taka á seg okkara dóm og doyggja okkara deyða, til tess at veita okkum æviga bjarging. Tí tað er kærleikans vera at vera eitt við tann, tú elskar, til tann beiska enda.

Hitt ónda – myrkursins veldi – leikaði veruliga í á Golgata og royndi av øllum alvi at gera av við tað góða.

Hevði Jesus boygt seg fyri hini rópandi og spottandi mannfjøld og stigið niður av krossinum, høvdu kærleikin, ljósið og vónin tapt, meðan óndskapurin, myrkri og vónloysi høvdu vunnið sigur.

Men líðingin í heiminum er kortini ikki vorðin minni síðani hin langafríggjadag, ei heldur eftir hin páskadag.

Frá einum stórum parti av heiminum streyma framvegis frásagnir inn um og líðingar og píning, yvirgang og forfylging, ófrið og kríggj.

Sagt verður, at vit duga betur at taka myndir av líðingum og bera tíðindi um líðingar enn at bøta um hesar líðingar.

Framvegis vil myrkrið gera av við ljósið, hitt ónda vil gera av við tað góða.

Tá ið erkabiskupurin í El Salvador í Suðuramerika, Oscar Romero, varð dripin fyri altarinum í eini kirkju í mars mánaði í 1980, meðan hann helt messu, tí hann talaði søk teirra fátæku, forfylgdu og kúgaðu, talaði ímóti píning og avrættingum, segði ein gomul kona í sjónvarpinum:”Teir drupu hann, tí at hann var eitt gott menniskja.”

Jesu líðing er ræðulig og ógvislig, men stendur kortini ikki einsamøll – tó í ein vissan mun, við tað at hann, sum var reinur, ósekur og syndafríur tók á seg alla heimsins synd, allan heimsins ljótleika okkara vegna. Tað má hava verið ein ræðulig sálarlig líðing og tung byrða at bera – svárari enn likamliga líðingin. Soleiðis var Jesu líðing øðrvísi, tyngri og svárari enn hjá nøkrum øðrum.

Men annars hava millónir av bæði sekum og ósekum menniskjum liðið upp í gjøgnum tíðirnar í blóðigu mannasøguni. Rópið:”Guð mín, Guð mín, hví ert tú farin frá mær?” hevur ljóðað á mongum ymiskum tungumálum – við ymiskum orðavali, men tó við sama innihaldi.

Og hetta rópið ljóðar enn dagin í dag. Kanska sum eitt troystarleyst einsemissuff úr sjálvum hjartadýpinum, kanska sum eitt veruligt neyðarróp.

Talan kann vera um kríggj og forfylging, pínslu og líðing, fátækt og hungur, náttúruvanlukkur o.a.

Men tað kunnu eisini vera aðrar persónligar grundir, persónligar vanlukkur og vanlagnur, sum at verða raktur av álvarsligari sjúku, annaðhvørt tað so er ein, sum stendur okkum nær, ella ein sjálvur, at missa barn sítt, ella børn missa foreldur, ella tá ið deyðin annars, fyri okkum at síggja, vitjar í ótíð. Ótti og stúran fyri framtíðini, fyri úrtøkuni og framtíðarútlitum, at síggja lívsverk sítt sindrast o.s.fr.

Tað kann vera so mangt.

Ella tunglyndi. Myrkrið sígur seg um okkum og eingin glotti, einki ljós er at hóma.

Ella tað kann koma yvir okkum sum andaligt myrkur, har álitið og trúgvin á Guð fjarar burtur, ivin sníkir seg inn, og vit verða nívd av sálarórógv – tað, teir gomlu rópaðu anfektilsi. Troystarloysi og einsemi – ymiskar órógvandi hendingar í lívinum, ið skapa ótta og stúran, kunnu kennast so máttmiklar, at menniskju hóast fíggjarliga og materiella vælferð kunnu missa lívshugin, og lívsvirði er við at hvørva. Troystarloysi, mótgangur og einsemi kunnu eisini kennast so máttmikil, at tað førir til eitt brot við alt tað, sum hevur við Guð, kirkju og trúgv at gera – tey venda sær burtur frá Gudi í harmi, vreiði og beiskleika, tí har var eingin hjálp at heinta.

Men hjá øðrum endar tað við einum enn tættari samfelag við Guð, og menniskju søkja hjá honum hjálp, troyst og styrki í sorg og neyð.

Frásagnirnar um líðing í evangeliunum eru tí so sera veruleikakendar – vit kunnu kenna okkum aftur í teimum.

Langafríggjadagstroystin er tí tann, at tá ið vit kenna tað sum um at Guð er farin frá okkum og ikki hoyrir okkum – er eins og ein deyður avgudur – tá hava vit lut saman við Jesusi, sum var í hesi somu støðu.

Her verður sagt okkum, at heldur ikki í óttanum, vanlagnuni, vanlukkuni, mótganginum og ivanum ella enntá veiku trúnni eru vit latin eftir einsamøll. Eisini har hevur Jesus verið okkara vegna og kennir slíkar umstøður á egnum kroppi.  Eisini har vil hann tí vera við okkum. Og júst tí eru vit ongantíð latin eftir einsamøll.

Jesus helt út, bað fyri fíggindum sínum og vendi sær ikki frá lærusveinum sínum hóast svik teirra.

Tað merkir, at hann heldur ikki vendir sær frá okkum, men vil vera hjá okkum undir øllum lívsins viðurskiftum, bæði í gleði og sorg, bæði tá ið gongur við og tá ið gongur ímót, í ljósum og myrkum løtum, í lívi og deyða, á okkara síðstu stund og á dómadegi. Hann vil vera hjá okkum við tí kærleika, sum tolir alt, trýr øllum, vónar alt og ber alt.

Ljós er tí fyri framman.

Venda vit eygunum bara at tí, sum ringt er, og ongan glotta hóma, falla vit lættliga í fátt og verða tikin av fótum – missa lívsgleðina, trúnna og vónina.

Ein søga sigur frá einum manni, sum hevði eitt rúm, ið var innrættað soleiðis, at hann hevði útsýni í tvær ættir.

Úr einum vindeyga sá hann niður í ein misrøktan, óruddiligan, skitnan og runutan garð, har rottur runnu aftur og fram. Eitt dapurt og hugtyngjandi útsýni. Úr hinum vindeyganum hevði hann frálíkt útsýni yvir eina sera vakra viðarlund við vøkrum blómum og trøum, grønari fløtu, vatni og fuglum. Eitt bjart og lívsjáttandi útsýni. Og maðurin kundi siga frá, hvussu hann hevði tað, tá ið hann sat við vindeyga, sum vendi út ímóti tí misrøkta, óruddiliga og skitna garðinum við rottunum. Tá var tað bert hitt myrka og dapra, hann sá, og tað fylti sinn hansara við mistreysti og trega, og hann gjørdist tungur í huga. Tað minti hann á alt tað ringa, honum hevði verið fyri, minti hann á alt tað, sum miseydnaðist – minti hann á heimsins ljótleika.

Men tá ið hann sat við vindeyga, sum vendi út ímóti tí vøkru viðarlundini, gjørdist sinn hansara ljósari, og hann gjørdist lættur í huga. Tað minti hann á alt tað góða, honum hevði verið fyri, minti hann á alt tað, sum eydnaðist – minti hann á heimsins vakurleika.

Tað er inn í hesa støðuna, at boðskapurin talar beinleiðis til okkara, ikki sum eini harraboð, men sum eini gleðiboð – ein møguleiki:”Miss ikki móti! Far undir dagin við einum jaligum hugburði, treysti og vón til tað framtíð, sum eina liggur í Guðs hondum. Og tá kunnu vit fáa tað styrki, sum skal til, fyri at lívið kann halda fram, eisini tá ið tað sær mest vónleyst út – tá ið Guðs ljós lýsir yvir tilveru okkara og vísir okkum, at hóast vit kenna tað sum um at allir møguleikar okkara eru farnir, eru møguleikar hansara við okkum tó ongantíð troyttir.

Jesus kendi alt hetta á egnum kroppi – eisini óttan, ivan og kensluna av at vera latin eftir einsamallur í myrkrinum og sálarkvøl – svikin bæði av Guði og menniskjum, enntá vinum sínum.

Men Jesus varð ikki verandi í myrkrinum.

Sum frá leið vann eisini ljósið á myrkrinum í frelsarans hjarta. Sálarstríð hansara endaði við sigri og friði. Hann kom inn í eitt enn tættari samfelag við faðirin, og sannførdur um sína røttu kós fór hann í deyðan við hesum orðum:”Tað er fullgjørt! Faðir, í tínar hendur gevi eg anda mín!”

Niðri í Sveis var fyri mongum árum síðani eitt sanatorium, hagar mong menniskju úr mongum ymiskum londum leitaðu, til tess at søkja sær heilsubót fyri tuberklasjúku. Mong teirra vunnu ikki heilsuna aftur, men doyðu har niðri og vórðu jarðað í einum kirkjugarði, sum lá í einum dali har nærhendis.

Gravsteinarnir í hesum kirkjugarði hava áskriftir á mongum ymiskum tungumálum. Og á rættiliga mongum teirra stendur henda áskrift:“Faðir, í tínar hendur.”

So vilja eisini vit geva okkum í hendur faðirins og líta frameftir við væntan, vón og treysti, venda ótta og stúran til jaligan gerning við hjálpsemi og samanhaldi. Tí at hin óttandi, ivandi og líðandi Kristus sigraði at enda, og við honum skulu eisini vit vinna sigur, men tað skulu vit hoyra meira um á páskum.

Lov og tøkk og allur heiður veri tær, Guði várum, faðir, syni og heilagum anda, sum altíð hevur verið, er og altíð verður ein sannur tríeinur Guð, hálovaður frá fyrsta upphavi, nú og um allar ævir! Amen.

  1. sálmur nr. 186

Latið okkum øll biðja!

Faith-Based Response to Epidemics  Alvaldi, ævigi Guð!  Vit biðja fyri landi og fólki, fyri øllum tjóðum og fólkasløgum.

Tú, sum ert náðigur og miskunnsamur og elskar øll við einum ævigum kærleika og ikki gert mannamun. Vit biðja teg, lat náðiljós títt hvíla yvir teimum, sum eru vorðin sjúk av hesi alheimsfarsótt, teimum, sum eru í vanda fyri at verða smittað og teimum, sum sita í sóttarhaldi. Gev teimum at kenna tína nærveru. Vælsigna og varðveit tey og gev teimum, ið sjúk eru, heilsuna aftur. Gev teimum, ið farin eru, góða hvíld hjá tær og læt títt æviga ljós lýsa fyri teimum.

Ver við føroyingum í fremmandum londum og fremmandum í okkara landi. Halt verndarhond tína yvir teimum.

Ver við øllum familjum, sum hava onkran kæran, ið raktur er av sjúku – hvør sjúkan enn er. Gev teimum áræði og treysti. Vit biðja eisini fyri øllum øðrum, sum líða – likamliga ella sálarliga – her hjá okkum og um allan heimin.

Vit takka tær fyri tað áhaldandi felags arbeiðið, sum verður gjørt í royndini at basa koronasmittuni. Ver við heilsuverki okkara. Ver við læknum og sjúkra- røktarfrøðingum, heilsurøktarum, heilsuhjálparum, sjálvbodnum og øllum, sum eru um tey sjúku, veiku og gomlu.

Vit hava í huga, at heilsuverkið, sambýlið og røktar- og ellisheim eru serliga tyngd av arbeiði og starvsfólkini undir sera stórum trýsti.

Vælsigna alla læknafrøði og gransking runt um í heiminum. Gev teimum øllum áhaldni og vísdóm í hesum torføra gerningi teirra. Gev teimum ta styrki, sum skal til hvønn dag, eisini um so verður, at tað ikki verða nóg nógvar hendur til øll.

Vit hugsa eisini um tey, sum arbeiða í handlum, flutnigs- og tænastuvinnuni og á tann hátt seta seg í smittuvanda, fyri at vit øll skulu fáa mat.

Ver við okkara verkafjøld, sjófólki og løgregluni.

Ver við landsins stjórn: løgtingi og landsstýri, løgmanni og húsi hansara, drotningini og húsi hennara. Gev teimum ráðandi styrki og vísdóm, skynsemi og umsorgan, so at tey taka rættar avgerðir í samráð við sakkunnleikan í stríðnum ímóti hesi alheimsfarsótt.  Ver við øllum heimsins leiðarum í hesum gerningi teirra.

Gev hvørjum einstøkum okkara at vísa hjálpsemi, samanhald og samfelagssinni, so at vit av sonnum standa saman um at virða tær leiðbeiningar og leiðreglur, sum okkum verða givnar.

Harri, Jesus Kristus, bróðir okkara og frelsari, tú sum (langafríggjadag: á tí heilaga krossi bar allar syndir okkara og) sjálvur hevur sagt:”Óttist ikki! Stúrið ikki!” Mong eru tó tey sum bæði óttast og stúra. Vit biðja teg, slepp okkum undan tí ótta og stúran, sum ger okkum virkislamd, so at óttin og stúranin verða vend til jaligan gerning.

Vit biðja teg, ver tú hjálp og vernd í líðing og myrkri. Birt tú ljós fyri teimum, sum sita læst inni í vónloysi, mistreysti og sinnismyrkri. Gev teimum stúrandi og mótleysu vón og mót av nýggjum.

Ver hjá teimum og lít í náði til teirra, sum stúra fyri avleiðingunum av teimum samfelagsligu tiltøkunum, ið sett eru í verk, stúra fyri virki sínum og dagligu úrtøku. Gev teimum ikki at falla í fátt, men líta frameftir við góðum treysti.

Vit biðja teg, heilagi andi, ger tín gerning í okkum. Gev okkum frið og ró í sinni. Gev okkum styrki til ikki bert at hugsa um okkum sjálv, men eisini at hugsa um onnur, vísa umsorgan og hjálpsemi har vit hava møguleika til tess hóast frástøðu.

Góði Guð, tú, sum ert kærleiki, kærleikans kelda. Gev okkum at virka í tínum kærleika. Hjálp okkum øllum at hvíla í trúnni á, at hvat so enn møtir okkum á lívsleiðini, ert tú tó framvegis góði faðir okkara, sum umgirðir okkum við tínum kærleika og umsorgan.

Guð gevi okkum øllum frið og sælu!

Faðir vár, tú sum ert í himlunum! heilagt verði navn títt; komi ríki títt; verði vilji tín, sum í himli so á jørð; gev okkum í dag okkara dagliga breyð; og fyrigev okkum syndir okkara, so sum vit eisini fyrigeva teimum, ið móti okkum synda; og leið okkum ikki í freistingar; men frels okkum frá tí illa; tí at títt er ríkið, valdið og heiðurin um allar ævir! Amen.

  1. sálmur nr. 192

Takið við signing Harrans! 
Harrin vælsigni teg og varðveiti teg! 
Harrin lati andlit sítt lýsa yvir teg og veri tær náðigur! 
Harrin lyfti upp ásjón sína yvir teg og gevi tær frið! Amen.

Biðisløgini

Postludium