Skriva út

Sergudstænasta - Minningardagur teirra sjólætnu

Prædika, ið Meinhard Bjartalíð helt í Dómkirkjuni "Minningardag teirra sjólætnu" 1. nov. 2026.

Og við tað sama noyddi Jesus lærusveinarnar at fara í bátin og fara undan honum yvirum hinumegin, meðan hann læt mannamúgvurnar fara avstað. Og tá ið hann hevði latið mannamúgvurnar fara, fór hann fyri seg sjálvan niðan á fjallið at halda bøn; og tá ið seint var vorðið, var hann har einsamallur í einingi. Men báturin var longu mitt úti á vatninum og var illa staddur av aldunum, tí at teir høvdu andróður. Og í fjórðu náttarvøku kom hann til teirra gangandi eftir vatninum. Men tá ið lærusveinarnir sóu hann koma gangandi eftir vatninum, kom ræðsla á teir, og teir søgdu: “Hatta er eitt spøkilsi.” Og teir rópaðu av ræðslu. Men í somu stund talaði Jesus til teirra og segði: “Havið gott treyst! Tað eri eg! Óttist ikki!” Men Pætur svaraði honum og segði: “Harri, er tað tú, so bið meg koma til tín eftir vatninum.” Men hann segði: “Kom!” og Pætur steig út úr bátinum og gekk eftir vatninum fyri at koma yvir at Jesusi. Men tá ið hann sá illveðrið, óttaðist hann; og tá ið hann tók at søkka, rópaði hann og segði: “Harri, bjarga mær!” Í tí sama rætti Jesus hondina út og tók í hann og sigur við hann: “Fátrúni maður, hví ivaðist tú?” Og tá ið teir vóru komnir inn í bátin, makaði vindurin. Men teir, ið vóru á bátinum, fullu niður á knæ fyri honum og søgdu: “Sanniliga ert tú sonur Guds!” (Matt 14,  22-33). 

 

“Ekliptika” er heitið á einari bók, sum Jákup Heinesen hevur latið úr hondum. Fiskiskipið “Ekliptika”, ið var klaksvíksskip, hvarv í 1941 á heimleið úr Skotlandi, har teir høvdu selt fyrstu ísfiskalast sína undir krígnum. Átta mans fórust.

Í bókini um “Ekliptiku” verður greitt frá einum túri á Suðurlandinum í 1938. “Ekliptika” var komin inn eystanfyri Vestmannaoyggjarnar. Har lógu skipini “Viðoy” og “Fossanes”. Tað gjørdist satt ódnarveður. Móti kvøldi helt “Fossanes” út gjøgnum alt øskurokið við øllum seglunum fyri. “Fossanes” hvarv úr eygsjón og sást ongantíð aftur. Tá vandi var fyri at “Ekliptika”  fór á land, varð roynt at koyra mesanin út og fáa fokkuna upp. Stórseglið var niðri, og veðrið var so mikið ringt, at tað fekst ikki upp. Skipið kom útfrá.

Var henda náttin ring, so var tann seinna verri til sjógv. Sjógvarnir vóru øgiligir. Gørn, fiskur, livur, garnar og tjørugørn lógu niðri í lugarinum. Tað var øskukalt, tí at skeilettið var farið oman av og sjógvur stóð beint niður í kabússuna. Vandi var fyri at stórmasturin fór at brotna, tí fokkan hevði gjørt leyst har frammi á stevninum, og hon fór upp eftir stákinum. Har gekk hon upp og niður, inntil hon kom føst og skrædnaði. Einaferð fekk skipið ein sjógv so stóran, at tað tyktist, sum at dekkið bognaði niður. Hesin sjógvur tók alt við sær, eisini ventilin uppi á hálvdekkinum til motorrúmið, og summi gørn fóru úr netakassanum og út av hekkuni, hóast tey vóru væl surrað.

Í lugarinum vóru allir mennirnir í oljuklæðum. Tá helt ein fyri: “Nú stendur heldur vánaliga til hjá okkum øllum. Eg haldi, at ongin hevur nakað ímóti, um vit allir boyggja knø okkara og biðja Gud um at hjálpa okkum.” Bønin hjá einum av monnunum var henda: “Jesus, tá tú vart úti á vatninum við lærusveinunum, og teir komu í vanda, eg biði teg um at hjálpa okkum á sama hátt, sum teir vóru hjálptir.”

Morgunin eftir var veðrið frægari. “Ekliptika” var tá rikin 42 fjórðingar úr Oyggjunum hesi bæði samdøgrini.

Frásøgnin um suðurlandstúrin hjá “Ekliptiku” sýnir okkum, at meðan harðast leikaði á, kendi manningin seg aftur í bíbliufrásøgnini um hina ferðina, tá ið Jesu lærusveinar vóru í neyð á Genesaretvatninum og vórðu hjálptir. Henda frásøgn veitti teimum ugga og troyst.

Ekliptika hvarv við mann og mús á várið í 1941. Eftir sótu konur og børn. Ein av teimum var abbasystur mín úr Glasstovuni í Árnafirði. Hon sat eftir við seks børnum. Í juni mánað sama ár stóð ein yrking at lesa í Dimmalætting eftir meginskald okkara, Janus Djurhuus, ið ber boð um hesa hending og kallast: “Eitt summarkvøld í Klaksvík 1941”:

Oyrarfjallið í koparloga-

Háfjall litað sum stálið-

Halgafelli í smædnum roða-

Klakkur av síðstu strálu

heilsast frá sólseturs dráli-

Kunoyggin fjarblá, á toppinum snjó-

Borðoyarfjall, Borðoyarfjall fargað sum blóð,

rust ella glóð.

 

Vágurin allur í svartastilli,

stásilig havfør har flóta,

komin aftur av vandaferð villu,

har flogfør froysa og róta,

gotrini duna, og kavbátar skjóta-

bárur blóðigar bróta.

 

Tó fer um bygdina látur

-lættur og kátur-

sveina millum og snóta;

tey dansa, flenna og blóta.

Lurta, lurta – eitt ljóð er enn,
tað er barna - og einkjugrátur.

Jesu lærusveinar vóru á ferð yvir um stóra Genesaretvatnið, ella, sum tað eisini verður rópt, Galileuvatnið ella Tiberiasvatnið. Fleiri av teimum høvdu tað til felags, at teir vóru fiskimenn. Teir kendu hetta vatn. Genesaretvatnið við sínum fiskimeingi hevði verið teirra yrkispláss. Men vatnið var ikki vandaleyst, tí treytað av teimum landafrøðiligu viðurskiftunum, var talan um eitt støðugt skifti millum góðveður og harðveður. Sjálvt um tað var blikalogn, tá ið bátur legði frá landi, kundi tað væl henda, at tað gjørdist satt ódnarveður bara eina lítla løtu seinni.

Ongin kennir havið betur enn fiskimaðurin. Havið, sum gevur, og havið, sum tekur. Havið í logn og havið í ódn. Havið, sum kann liggja so kvirt og spegilsblankt, men, sum bert eftir eini løtu kann reisa seg og hótta við at leggja bæði bát og manning í oyði.

Báturin við lærusveinunum hjá Jesusi var mitt úti á vatninum og var illa staddur av aldunum. Tá var tað, at Jesus kom gangandi til teirra eftir vatninum. “Í fjórðu náttarvøku kom hann til teirra”.

Hjá gýðingum er náttarparturin á samdøgrinum býttur upp í fýra náttarvøkur. Fyrsta náttarvøkan er tíðin frá kl. 6 til 9 á kvøldi. Onnur náttarvøkan er frá kl. 9 til midnátt. Triðja náttarvøkan er frá midnátt til kl. 3, og fjórða náttarvøkan er tíðin frá kl. 3 til 6 á morgni. Í fjórðu náttarvøku kom hann til teirra. Hann kom í  lýsingini. Hann kom, tá ið dimmið lætti, og tað tók at roða fyri degi. Hann kom, tá ið ljósið var um at sigra á myrkrinum. Hetta var ikki tilvildarligt. Jesus kom við ljósinum, friðinum og gleðini. Og hann segði við teir óttafullu lærusveinarnar: “Havið gott treyst! Tað eri eg! Óttist ikki!”

 Loksins var tað Pætur, ið gjørdi vart við seg. Tá ið hann fekk frænir av, at tað var eingin annar enn meistarin, ið kom gangandi til teirra eftir vatninum, vildi hann úr bátinum. Hann vildi royna at ganga eftir vatninum yvir ímóti Jesusi. Pætur, sum nakað seinni, eina árla morgunstund í borgargarðinum hjá høvuðsprestinum avnoktaði Jesus og vildi ikki kennast við hann. Eisini tað hevur verið í fjórðu náttarvøku.

Bylgjurnar kundu ikki bera tann óttafulla og ivandi Pætur. Hann tók at søkka. Við tað sama rætti Jesus hondina út og tók í hann.

Á altartalvuni í fleiri kirkjum okkara, og her kunnu vit nevna við Gjógv, á Selatrað, í Mikladali, úti á Kirkju í Fugloy, í Tjørnuvík, í Kirkjubø, í Hovi og í Árnafirði, er myndevnið “Jesus gongur á vatninum” ella “Jesus blíðkar veðrið”. At hetta myndevnið gongur aftur er í sjálvum sær ein týðilig tala, um tað neyva sambandið millum føroyingin og sjógvin, føroyingin og havið, og at júst henda frásøgnin úr Halgubók er viðkomandi og talar til okkum føroyingar á serstakan hátt.

Á altartalvuni við Gjógv, ið Niels Kruse hevur málað, er báturin føroyskur við føroyskum stavnum og manningin eru føroyskir útróðramenn í roðstúku og roðbuksum. Jesus gongur á Djúpunum og aftanfyri sæst Kallurin á Kalsoynni. Á altartalvuni úti á Kirkju í Fugloy, ið Mikines hevur málað, er báturin eisini føroyskur, og er hann mannaður við viðoyingum. Jesus gongur á Fugloyarfirði og aftanfyri sæst Viðareiði. Og á altartalvuni í Árnafjarðar kirkju er tað báturin, bylgjurnar, Jesus og tann søkkandi Pætur. Waagstein letur Jesus og Pætur taka í skøvningarnar hvør á øðrum fyri at fáa enn betri tak. Tað er tann bjargandi Jesus listamaðurin lýsir.

Íslendski rithøvundurin, Jón Kalman Stefánsson, umrøður í bók síni “Hjarta mansins” eina altartalvu í bygdarkirkju, ið ber boð um tað sama.

Drongurin er farin inn í kirkjuna og varnast brádliga altartalvuna. Jesus gongur á vatninum, tann søkkandi Petur ápostul rættir hendurnar út ímóti harra sínum, og fimm menn eygleiða hann úr bátinum, hesi skeggjutu andlitini eru fylt við undran, ótta og vón. Drongurin hyggur leingi, fyrst burturhugaður, men síðan við vaksandi áhuga, tí tað er okkurt óvanligt við myndini. Hann fer nærri, og tá skilur hann alt: hann kennir umhvørvið. Kennir bátin og teir seks mennirnar. Og sjógvin. Hetta er nevniliga ikki eitt støðuvatn onkustaðni suðuri í heimi, hetta er Íshavið, tað, sum liggur her beint uttanfyri, og hann kennir fjøllini, hvít, kám í bakgrundini. Báturin er heldur stórur av seksmannafari at vera, men byggisniðið er hiðani, og sjómenninir eru allir í sjóklæðum og í ullintum vøttum, allir uttan Petur, sum er farin úr øðrum vøttinum, og sum rættir ta stóru sjómanshondina ímóti Jesusi, ið stendur har skeggleysur, blíður á at líta, lítla og netta hond hansara er um at røkka yvir til Petur. Frelsarin er í ljósum kyrtli, fátæksligum skóm, og føturnir eru bláir á liti, sjálvandi av kulda, klakar hanga í skegginum á teimum seks monnunum.

Komnir inn í bátin, makaði vindurin. Fyri lærusveinunum var einki minni enn eitt undur hent. Tað var Jesus, sum gjørdi, at vindurin makaði. Jesus var komin, og við honum í bátinum umbroyttist alt. Og so ljóðaði ein trúarjáttan av vørrum lærusveinanna: “Sanniliga ert tú sonur Guds.” Sagt við øðrum orðum: Her er hann, sum bjargar úr neyð. Her er hann, sum er sterkari enn veður og vindur, ja, sum ger hini deyðu livandi, og kallar tað, sum ikki er til, sum var tað til.

Eins og lærusveinarnir vóru á veg yvirum Genesaretvatnið, soleiðis eru eisini vit á veg yvirum. Ferðin hjá lærusveinunum er soleiðis ein góð mynd, tá ið talan er um okkara lív, sum ein ferð úr vøggu í grøv. Á hesari ferð er eitt støðugt skifti millum góðveður og harveður, viðrák og mótrák. Tað eru dagar, tá ið havið liggur kvirt og spegilsblankt. Viðurskiftini eydnast. Dagarnir ganga sorgleysir, og vit gleðast og fegnast.

Men, so koma aðrir dagar, tá ið havið reisist í sínum veldi, og tað brýtur í bæði borð. Stormur og ódn, ikki minst í sinninum, og vit eru um at ganga burtur. Dagar við mótgongd, ótta, iva, vónloysi og myrkri. Í slíkum døgum eru vit ikki einsamøll. Í fjórðu náttarvøku kemur hann til okkara. Hann kemur í lýsingini. Jesus kemur við ljósinum, troystini, friðinum og gleðini og sigur við okkum: “Havið gott treyst! Tað eri eg! Óttist ikki!”

Hann, sum tók okkum at sær í heilagari skírn og gjørdist bróðir okkara og frelsari, er okkum trúgvur í lívinum, úr vøggu í grøv, bæði í góðum og ringum døgum. Og er Gudssonurin okkum trúgvur í lívinum við at vera innanborða í okkara lítla báti, er hann tað eisini í deyðanum. Tessvegna kunnu vit av røttum gera rámandi orðini hjá mæta sálmaskaldinum, Grundtvig, til okkara orð:

Kom i den sidste nattevagt

i en af mine kæres dragt,

og sæt dig ved min side,

og tal med mig, som ven med ven,

om, hvor vi snart skal ses igen

og glemme al vor kvide!
 

Æraður veri faðirin og sonurin og heilagi andin, sum tað var í upphavi so nú og altíð, og um allar ævir.

Amen!