Skriva út

Sergudstænasta - Innsetingartala fyri Tummasi Lykke Kannuberg

Innsetingartala í Hvalvíkar kirkju 16. august 2026. Tummas Lykke Kannuberg varð skipaður í embætið sum sóknarprestur í Norðurstreymoyar eystara prestagjaldi.

Náði veri við okkum og friður frá Guði, Faðir okkara og Harranum Jesusi Kristi. Amen.

Góði Tummas,

Nú tú verður skipaður í embætið sum sóknarprestur í Norðurstreymoyar eystara prestagjaldi, vil eg taka afturíaftur orðini, ið vit júst hoyrdu lisin frá altarinum. Tey nágreina nevniliga týdningin av uppgávuni, ið Harrin Jesus í dag letur tær til:

Tí at hvør tann, sum ákallar navn Harrans, skal verða frelstur. Hvussu skulu tey tá ákalla tann, sum tey ikki trúgva á? Og hvussu skulu tey trúgva á tann, sum tey ikki hava hoyrt um? Og hvussu skulu tey hoyra, uttan at onkur er, sum prædikar? Og hvussu skulu teir prædika, uttan at teir verða sendir? Soleiðis sum skrivað er: «Hvussu yndisligir eru føtur teirra, sum boða gleðiboðskapin um hitt góða!» (Róm 10,13-15a)

Tað fær vallað verið sagt greiðari. Í stuttum: tað skal prædikast, fyri at vit skulu hoyra um, trúgva á, og ákalla Harran Jesus Krist – og soleiðis ognast frelsuna. Tí verður tú skipaður í embætið sum sóknarprestur her í økinum. Her skulu tey nevniliga hoyra um ta Guds frelsu, sum er ætlað øllum menniskjum, sum er vunnin okkum við Jesu lívi, deyða og uppreisn, rætt okkum í dópi og við altarborð og tikið ímóti við trúgv.

Tummas, nú veit eg, at tú ert maður, sum dámar kirkjusøgu, og tí loyvi eg mær at leita aftur til tað, sum reformatorarnir, trúbótarmenninir, samdust um í 1530, tá ið Augsburgska trúarjáttanin varð skrivað. Tá varð um kirkjuliga embætið sagt, at fyri at vit skulu koma til rættvísgerandi trúgv á Jesus, “...er sett eitt embæti, at læra evangeliið og býta út sakramentini...Tí at Heilagi Andin verður givin við orðinum og sakramentunum sum nýti, og – nær og hvar Gud vil – virkar hann trúnna í teimum, ið hoyra evangeliið.

Hetta er kallið. Sum prestur kanst tú stápla mangt upp á beinini, ið er bæði gott og gagnligt, men tá ið alt kemur til alt, og tíð er at gera støðuna upp, tá verður einans spurt eftir hesum: Hevur tú prædikað – hevur tú málað – Jesus Krist, krossfestan og upprisnan, fyri eygunum á tí fólki, ið tú ert kallaður at tæna?

Hetta er stór ábyrgd, og hana ber ikki til at bera einsamallur. Fyrst og fremst er neyðugt við Andans áfylling – at tú livir við foldaðum hondum og opnari bíbliu. At tú verður borin av Kristi og livir av kelduni, ið tú skalt leiða fólk til.
Steðga eisini á onkuntíð, og varnast tey mongu, sum bera saman við tær og gera trúfastan og signaðan gerning í kirkjuliðunum her. Tað er ríkt og stórt at uppliva, hvussu Guds kirkja er virkin – eisini tá ið presturin ikki er til staðar.

---

Tað verður tíbetur heitt á prest bæði í einum og øðrum høpi, og høvini at veita sálarrøkt, umsorgan og vegleiðing eru mong. Inn í alt hetta, er tað sama galdandi: tú ert kallaður at verða fólksins tænari – við at verða orðsins tænari. Og einki kann vegleiða sum Harrans orð og einki kann veita umsorgan og vón, sum boðskapurin um tær ævigu bústaðirnar.

Tummas, tú hevur hollar royndir, sum verða tær góður førningur. Sum prestur í Danmark og ymsastaðni í Føroyum og sum virkin í kristnum arbeiði frá ungum árum, hevur tú fingið innlit í siðvenju og kristna tænastu ymsastaðni. Tíðin sum námslektari á Setrinum man hava givið tær pædagogiskar førleikar og enn í dag, verður havt á máli, um ta ferðina, tá ið gudfrøðislesandi Kannuberg bakkaði niðan í túnið hjá biskupi við sokallaða slamsúgvaranum hjá IRF. Jú, at vera smidligur – elastiskur – er alneyðugt hjá einum presti.

Eg fari at enda við vøkru myndini, ið norski Frederik Wilsøff nýtir í bókini Himmalin. Í innganginum býðir hann okkum at taka støðu við vónarinnar æviga glugga, og har merkja lotið úr tí æviga. Hvar er so hesin vónarinnar ævigi gluggi, har vit kunnu merkja hitt æviga lotið? Jú, tað er tann gluggi, sum Guds orð letur upp fyri okkum.

Góði Tummas, mátti Harrin tí latið virkið títt verða slíkt, ið leiðir fólk til hin æviga gluggan, har tey fáa at síggja frelsaran Jesus, ákalla hann og verða frelst.

Góðu tit í Norðurstreymoyar eystara prestagjaldi: fólkið, kirkjuráðslimir og kirkjutænarar – tit fáa nú nýggjan prest og nýggj prestafólk. Takið væl ímóti teimum og sláið manngarð um tey við bøn um Harrans signing og leiðslu, so at Tummasi áhaldandi verður veitt tað, sum er neyðugt í hesi Harrans Jesu tænastu tykkara millum.

Guð signi tykkum øll!

So skal eg lesa setanarbrævið frá landsstýrismanninum og kallsbrævið frá biskupi:

---

Tillukku Tummas, og Jesus fylgi tær í tænastuni.