Sergudstænasta - Innsetingartala fyri Idu Lykke Kannuberg
Innsetingartala í Eiðis kirkju 2. august 2026. Ida Lykke Kannuberg varð skipað í embætið sum virkandi sóknarprestur í Eiðis prestagjaldi.
Náði veri við okkum og friður frá Guði, Faðir okkara og Harranum Jesusi Kristi. Amen.
Góða Ida,
Á hesum degi tínum, nú tú verður skipað í embætið sum virkandi soknarprestur í Eiðis prestagjaldi, vil eg bera tær ørindi, ið nema ta uppgávu, ið prestur og øll kristusjáttandi menniskju hava:
Far út á bygdavegirnar og út at gørðunum, og noyð tey at koma inn, fyri at hús mítt kann verða fult.(Luk 14,23)
“Kom hjem – ude!”
Soleiðis ljóðar nýggja slagorðið, herrópið – sloganið, um vit vilja – hjá donsku uttanlandskirkjuni, sum tú, Ida, m.a. hevur tænt í sum voluntørur fyri nøkrum árum síðani. Kom heim – eisini uttanlands! Ein boðskapur, sum sigur frá onkrum heimligum og kendum, eisini hóast umhvørvið annars kann vera fremmant. Hugsi, at hetta er kensla, ið mong av okkum kenna aftur, bæði í einum og øðrum høpi.
Flyta vit okkum til løtuna nú, so ber til at siga, at langt er av Vestursælandi til Føroya og langt er frá fløtunum í Vinde Helsinge til kallið millum fjøllini her í Eiðis prestagjaldi. Og hóast fólkið, sum í hesum øki býr, fegið tekur ímóti tær, so kunnu vit siga, at jørðildið í fyrstu syftu kann tykjast tær fremmant.
Júst tí er vert at geva gætur og gleðast um, at Guds halgi andi, hansara livandi orð og sakramenti skapa altíð eitt heim og bróta niður tey mørk, ið annars kunnu vera. Ja, fáa sjálvt tað fremmanda at kennast heimligt.
At tú, Ida, so eisini hevur lagt, og enn leggur teg eftir føroyska málinum, ja, tað tori eg at siga, tað nemur okkum øll, tí soleiðis gerst heimið her, eisini títt heim.
---
Komið, tí nú er alt tilgjørt, ljóðaði innbjóðingin hjá húsbóndanum úr kenda líknilsinum um stóru kvøldmáltíðina. Guds favnur og gildisskáli eru við Jesusi latin okkum upp. Okkum menniskjum líkt, so kunnu undanførslurnar tó gerast bæði mangar og kreativar. Vit vilja ikki tað, sum gott og gagnligt er og skjótt er, at annað er av størri týdningi og tí eisini raðfest fremri.
Tá er tað at húsbóndin sigur við húskallin orðini, ið vit hoyrdu: Far út á bygdavegirnar og út at gørðunum, og noyð tey at koma inn, fyri at hús mítt kann verða fult.
Noyð tey at koma, fyri at hús mítt kann verða fult.
Hugsi, at vit merkja neyðina í hesum orðum. Guds vilji er, at menniskju allar staðir skulu koma at kenna sannleikan og verða frelst.
Æviga borðhaldið er klárt – øll eru boðin.
Tí verða vit, øll sum trúgva á Jesus Krist, send út við boðunum Komið, nú er tilgjørt. Vit ganga við kongsboðum og skulu bjóða menniskjum inn í Guds heim, hitt æviga, sum vit bæði kunnu kenna nú, og fult og heilt, tá ið Harrin Jesus kemur aftur.
Góða Ida, uppgávan hjá presti er at fáa okkum at varnast og fegnast um hetta heimið, ið er ætlað okkum øllum.
Svenski biskupurin Bo Giertz málbar seg soleiðis um kirkjuna: Her stendur himmalin opin fyri okkum, og vit stíga inn í tað æviga ljósið. Tað er tað sum ger sóknarkirkjuna til Guds kirkju. Lív hennara er savnað kring altarið, kirkjubíbliuna, kring orðið og sakramentini.
Tað er tær sostatt givið høvi at lata løturnar í kirkjunum her verða slíkar, ið lata himmalska heimið upp fyri fólkinum.
Ida, skammast tí ikki við vitnisburðin um Harran Jesus Krist. Nógv kann vera gott afturat, men tað er einans gleðiboðskapurin um Jesus Krist, sum er Guds kraft til frelsu. Tað er einans við trúnni á Jesus, at vit vinna heim, hvar enn so í heiminum vit eru.
Varða tú tí um tann vakra grip, sum tær er fingin við Guds halga anda og orði. Liv og virka í trúnni á hann, sum er við og enn í dag ger út til tænastu og sendir okkum út á bygdavegirnar og út at gørðunum við teimum góðu tíðindunum.
Góðu tit í Eiðis prestagjaldi: fólkið, kirkjuliðini, kirkjuráðini og kirkjunnar tænarar – takið væl ímóti nýggja presti tykkara, minnist hana í bønum tykkara, so hon kennir bæði gleði og styrki í hesi harrans Jesu tænastu tykkara millum.
Og vegna okkum øll: Vælkomin sum starvsfelagi okkara í fólkakirkjuni.
Guð signi tykkum øll!
So skal eg lesa setanarskrivið – kallsbrævið – frá biskupi:
…
Tillukku Ida, og Jesus fylgi tær í tænastuni.