Skriva út

Sergudstænasta - Innsetingartala fyri Hanus á Gørðum sum sjúkrahús og varðhaldsprestur

Innsetingartala í Vesturkirkjuni 5. mai 2024. Hanus á Gørðum varð skipaður í embætið sum Sjúkrahúsprestur og prestur í Varðhaldinum.

Náði veri við okkum og friður frá Guði, Faðir okkara og Harranum Jesusi Kristi. Amen.

Orðini, vit skulu hoyra í dag, nú tú Hanus á Gørðum verður skipaður í embætið sum prestur hjá Sjúkrahúsverki Føroya og í Varðhaldinum, lesa vit í Matteusar evangeliinum kap 5 v.15: “Ikki heldur kveikja tey ljós og seta tað inn undir skeppumálið, men í ljósastakan; tá lýsir tað fyri øllum, ið inni eru í húsinum.” Amen. 

Orðini eru úr kendu fjallaprædikuni hjá Jesusi, har vit lesa so mong góð orð til uppbyggingar og áminningar.

Tá ið eg lesi hetta skriftorðið, er tað við einari serligari ætlan.

Í fyrsta lagi tí, tá ið vit í allari kristiligari tænasta møta menniskjum, er tað altíð við einari heilsan frá ljósins Harra, Jesusi Kristi, sum sigur um seg sjálvan:”Eg eri ljós heimsins.”

Tí ert tú, Hanus, sum tú hevur verið til henda dag í embæti tínum, og nú í nýggja embæti tínum, framvegis ein ljósins boðberi við tí góða orðinum og við tíni umsorgan fyri øllum menniskjanum, hvørji støða tað annars er í.

Í øðrum lagi tí at ljósið skal setast í ljósastakan og ikki undir skeppumálið. Í útgávuni av Nýggja Testamenti á gerandismáli: Nýggi Sáttmálin, er týðingin av sama versi henda: “Heldur ikki tendra vit eina lampu og seta hana undir eina krukku, vit seta hana, so øll, sum inni eru kunnu síggja hana.”

Tað, ið um ræður er, at vit seta ljósið, so tað sæst.

Vit seta ljósið í ljósastakan!

Í hesum føri hugsi eg um ein ljósastaka, ið hevur sína serstøku støðu bæði í kirkjusøgu og í boðan:

Í gomlum døgum var sum kunnugt hospital fyri spitølsk á Argjum.

Vit vita ikki nær hospitalið var bygt, men keldurnar siga at hospitalið var har í 1547.

Á hesum hospitali var eitt kapell, har tveir stakar stóðu. Tá ið hospitalið á Argjum varð niðurlagt, vóru stakarnir goymdir burtur, men seinni, tá ið nýggi bygningurin á landssjúkrahúsinum varð bygdur í sjeytiárunum, vóru stakarnir tiknir fram aftur og settir á altarið í kapellinum á landssjúkrahúsinum. Har hava teir staðið síðani.

Tað var ljósið í stakunum sum gav teimum spitalsku eina livandi vón, sum var knýtt til Jesus Kristus krossfestur og upprisin.

Vegna sjúkuna vóru tey sett til síðis, men glæman frá ljósinum í stakunum minti tey á, at tey vóru ikki gloymd!

Vit hava ikki spitalsku sjúku okkara millum longur, men sjúka, líðing, misbrot og einsemi kann gera, at vit viðhvørt kenna okkum sett til síðis, ella beinleiðis verða sett til síðis í longri ella styttri tíðarskeið.

Tað er saman við hesum næsta okkara, Hanus, at tú á serligan hátt er kallaður at vera prestur og at gera eina tænastu fyri – bæði á sjúkrahúsinum og í varðhaldinum: at lýsa upp, at ugga og at áminna við orðinum – tí lívsæla orðinum til frelsu og friðar.

Eisini her kunnu vit taka áminningina frá ápostlinum til okkara, sum vit lósu frá altarinum:”Men vit vita, at allir lutir samvirka til góða hjá teimum, sum elska Guð, teimum, sum eftir ráðagerð hansara eru kallað.” Róm8,28.

Lagnurnar eru ymiskar hjá okkum menniskjum, men orðið frá ljósins Harra verður talað til okkum øll – eingin munur!

Umframt tænastuna á sjúkrahúsinum og í varðhaldinum, skalt tú eisini hjálpa til við prestatænastuni í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi.

Eg fari at ynskja tær, Hanusi, til lukku og Guðs signing í prestatænastuni og tykkum, sum varða av sjúkrahúsinum og varðhaldinum. Eisini tykkum í kirkjuráðunum og í kirkjuliðunum, prestum og kirkjutænarum í suðurstreymoyar vestara prestagjaldi verður ynskt til lukku.

Takið væl ímóti Hanusi á Gørðum, og havi hann við í dagligu bønum tykkara. Bøn okkara er, at Harrin má styrkja teg í tænastuni, at hann má vælsigna hús títt og familju tína, Menu, konuna, og børnini, Jósef, Ester og Martu.

Eg fari at loyva mær at enda við kendu orðunum – eisini úr fjallaprædikuni sum hava yvirskriftina: hin gylta reglan: “Alt tað, sum tit tí vilja, at menn skulu gera ímóti tykkum, tað skulu tit eisini gera ímóti teimum; tí at hetta er lógin og profetarnir” Matt 7,12.

---

So skal eg lesa setananbrævið frá landstýriskvinnuni og kallsbrævið frá biskupi: ...

Sálmar 557, 520, 666 – 418, 722, 358, 19

Uni Næs, dómpróstur