Skriva út

Sergudstænasta - Fámjins kirkja 150 ár

Tekstur: Lukas 18,31-43, seinna tekstarøð.

Prædikan, ið biskupur helt í Fámjins kirkju 15. februar 2026 á 150 ára føðingardegnum hjá kirkjuni. 

Fara framvið Suðuroynni
Í vakrari náttúru og fríum lendi stendur kirkjan sum savningarstaður hjá teimum, ið settu búgv og búgva  í Fámjin. Bøurin, fjøllini og havið vóru lunnindi fólksins.

Her sóu børnini dagsins ljós, vuksu upp og mentust. Ungdómurin tók í góðum árum lógvatak saman og búsettist í tí heimliga. Tey bygdu land og vóru við til at flyta Føroyar framá.

Her í Fámjin mentist samleikin, ið eyðkennir Føroyar mítt land. Vit fara ikki at gloyma Guðs orð og kirkjunnar heilagu lutir. Tað koma vit aftur til, tí júst Guðs orð er kirkjunnar grundvøllur.

Á 150 ára føðingardegnum hjá kirkjuni í Fámjin verður staðfest, at okkara fyrsta Merkið, flaggið, ið eyðkennir Føroyar mítt land, fekk innivist í kirkjuni her á staðnum. Ein av bygdarinnar synum var við til at skapa litirnar og seta teir á dúkin, ið vit kalla Merkið.

Í Suðuroynni er vøggan hjá samleika føroyinga avmyndað og væl vard. Eyðvitað eru øll økir í landinum við til at skapa samleika føroyinga, men her suðuri á landi er samleikin avmyndaður í Merkinum.

Tað politiska landslagið arbeiðir við at fáa Merkið viðurkent á fleiri altjóða pallum t.d. innan ítróttin. Løgtingið og Landsstýrið royna at vinna Føroyum sæti og eitt eyðsýnt pláss, so har merkini veittra veittrar eisini mítt.

Merkið í Fámjins kirkju er ein dýrgripur fyri føroysku tjóðina. Tað bindur okkum saman, so tjóðskaparandin fær luft undir veingirnar, tá ið kvinnur og menn eru við í leikum og ítróttar brøgdum í altjóða kappingum uttanfyri landoddarnar. Tað sæst og hoyrist, at her á landi býr eitt mergja fólkaslag.

Nú tað tjóðskaparliga í prædikuni letur pallin til orðið um Kristus, vónar biskupur, at samanhaldið og tann samhaldsfasti andin rundan um leikvøllin hjá ítróttinum sæst aftur í samfelagsligum samanhaldi og festi.  

Tað er alneyðugt, at fólkið norðanfyri Suðuroyarfjørð stendur saman við og tekur tøk saman við suðuroyingum á samferðsluøkinum.

At menna eitt land og øll økir í landinum krevur samanhald og festi. Tað sama ger seg galdandi í fólkakirkjuni, ið er Guðs og fólksins. 

Vit mega vera djørv og ganga hugans brøttu bjargaleiðir eins og tey, ið undan gingu innan mentan, lærdóm og vinnulív. Hvør tíð krevur sínar íløgur. Sita vit hendur í favn og ikki varnast hetta, rennur tíðin frá okkum. Og tey fara framvið.

“Tey fara framvið á sumri í sól // so vónrík og flúgvandi glað // ein gullglæma sveipar og // signar tað lið // sum í vóndreymi sveimar avstað.”

“Tey fara framvið sum tað følnaða leyv, // ið miðleyst á heiðunum fleyg // sum mammur ið syrgja tá // dýrasta ogn // børnini ov tíðliga deyð.”

Í dag verða børnini í yrkingini tulkað sum Suðuroyggin, har barnatalið støðugt lækkar, og ungdómurin flytur av oynni.

Við alfara veg í Jeriko sat ein blindur maður og biddaði. Hann hoyrdi eina fjøld av fólki ganga framvið. Hann gav ljóð og lat hoyra frá sær. Tey søgdu honum, at Jesus úr Nasaret kom framvið.

At síggja møguleikan og grípa um løtuna nú. Tað ræður um ikki at liggja sjóvarfallið av sær. Tað eru møguleikar, ið ikki koma aftur. Einki stendur í stað uttan afturgongdin.

At vera blindur er ein svár støða. Hóast alla menniskjansliga hjálp og tøknilig frambrot er einki, ið kann metast við sjónina. At kunna síggja vakurleikan í náttúruni, síggja hvør annan, síggja tey smáu børnini vaksa og gerast vaksin ungfólk.

Óivað hevði tann blindi maðurin hoyrt um Jesus úr Nasaret og undurverk hansara. At her í økinum var ein Meistari, ið var øðrvísi enn onnur. Lamin komu aftur at ganga, sjúk fólk vórðu grødd til likams, og kvinnurnar fingu loyvi at vera frælsir borgarar við rættindum at virka og tala.

Møguleikin kom framvið, og um eina løtu var møguleikin farin framvið. Tað var eina roynd vert at biðja um hjálp. Meistarin, ið hevur hjálpt so mongum, kann eisini hjálpa mær.

Tann blindi maðurin nýtti møguleikan og rópti á Jesus. “Jesus, sonur Dávids, miskunna mær!”

Fólkini, ið vóru rundan um Jesus og gingu undan, bóðu tann blinda tiga. Tað er so mangan, at vit fáa boð um at tiga, tí viðhvørt er tað góða so gott, at tað er ov gott at býta út til onnur. Onkuntíð ynskja vit at hava alla góðskuna hjá okkum sjálvum og okkara nærmastu.

Men tann blindi lat sær ikki siga, men rópaði nógv harðari: “Sonur Dávids, miskunna mær!”

Stórsligið og undurfult stendur skrivað, at Jesus steðgaði. Tað er onkursvegna kjarnan í dagsins evangelium, at Jesus steðgaði á. Tey komu og fóru framvið, men Jesus steðgaði á.

Tað er ein av eginleikum Jesu, at hann tekur sær stundir til hin einstaka og gevur honum og henni gætur. Menniskjan hevur tørv á at verða hoyrd og sædd. At verða hoyrdur og sæddur er alt avgerandi fyri okkara egnu sjálvsfatan.

At onkur hoyrir og sær meg er tekin um, at eg ikki eri eitt einki, men havi eitt virði og verði virðismettur/virðismett. At eg eri ein persónur í tí stóru heildarmyndini.

Jesus gav boð um, at tann blindi skuldi verða leiddur til sín. Tá ið tann blindi er komin tætt at Jesusi, fekk hann spurningin: “Hvat vilt tú at eg skal gera fyri teg?”

Tann blindi svaraði: “Harri, tað, at eg má fáa sjón mína aftur!” Bønin hjá tí blinda er eyðsýnd og kemur so at siga av sær sjálvum. Megni ikki at lýsa støðu teirra blindu. At lýsa støðuna megna einans tey, ið eru blind.

Men umskiftið er stórt hjá teimum, ið hava sæð og síðani gerast blind. Um tey ikki verða óhjálpin, gerast tey bundin at øðrum til tess at megna dagin og vegin.

Svar Jesu er sigandi og vert at geva gætur: “Fái tú sjónina! Trúgv tín hevur frelst teg!” Og í stundini fekk hann sjónina aftur, og hann fylgdi honum og prísaði Guði.

Tað er henda sama vitnisburðin, ið fólkið í Fámjin ber ættarlið eftir ættarlið, at trúgvin á Guðs hjálp, góðar sum ringar dagar, hevur borið fólkið upp ígjøgnum skiftandi tíðir og kor.

Kirkjan í Fámjin stendur sum ein griðstaður í bygdini. Kirkjan gevur teimum troyttu hvíld til likams og sálar og mót av nýggjum.

Vit fáa møguleikan at steðga á eina løtu og lurta. Vit fáa eitt lívgandi orð á vegnum, og signingin lýsir Guðs frið yvir kropp og sál.

Vit hava eisini møguleikan at fara framvið og møguliga møðast á leiðini, tí vit ikki steðgaðu á eitt bil og rindaðu møðina.

Til tess at liva væl hjástødd í nærveru saman við teimum, ið gjørdust okkum kær, er neyðugt at taka ferðina av viðhvørt. Annars er vandi fyri, at vit fara framvið uttan at varnast tey vit liva saman við heima við hús og í bygdini.

Kirkjan er ein støð, har vit kunnu løða okkara battarí og fáa orku til at liva lívið við teimum avbjóðingum, ið gjørdust okkara. Vit kunnu nýta kirkjuna sum ein andaligan verkstað. Vit kunnu njóta kirkjuna, sálmarnar og orðið um Jesus Krist. Jesus er besti vinur menniskjans, og hann ger ikki mannamun.

Gævi at vit sum einstaklingar ikki í blindni fara framvið lívinum, men steðga á við Guðs orð og fara aftur til gongu til gott verk at inna.

Gævi at vit føroyingar síggja Suðuroynna, steðga á og taka neyðug stig. Tað er ikki haldgott, at vit einans fara framvið og harvið sigla oynna afturúr.

 Amen.