Skriva út

Sergudstænasta - Dómpróstainnseting - Uni Næs



“Harri, skýlið í tínum húsi eg elski, tann stað, har sum hátign tín býr.” (Sálmur 26,8)

Skýlið í tínum húsi, Harri. Tað er trygt og fjálgt í Guds egna húsi. Halgidómurin hevur størri tign enn onnur hús. Skýlið í tínum húsi, Harri.

At halgidómurin er Guðs myndar kirkjunnar sjálvsfatan. Tað er Guðs egni samleiki, ið er aðaltátturin í greiningini av veru halgidómsins. Ikki ein ella onnur áhugaverd leivd frá fornari tíð, ei heldur nýtt rák í tíðini, - men Guds egna vera og skipanir hansara eru bular og festið undir kirkjunnar virksemi.

Halgidómurin er eitt tignarligt hús, og hvør kirkja hevur sína søgu, sítt listarliga snið og sína tign. Eisini aðrir halgidómar uttan fyri fólkakirkjuna eru prýðiligir og stórbærir. Kristnin er ein breið fjøld, og fólkakirkjan játtar í sínum ritum trúnna á eina heilaga almenna kirkju, eina kirkju fyri øll, - Jesu Kristi kirkju.

Í síni tign hevur kirkjan eina jaliga fatan av tilveru manna. Tignin er ikki ræðandi, hon dregur at sær, tá talan er um Guds tign. Guð greinar seg sjálvan sum tann, ið er. Og tann, ið er, - Guð sjálvur er kærleiki. Tess vegna syngur skaldið Guði ein lovsang og nemur høga virðið av templi Guds.

“Hvør yndisligir eru bústaðir tínir, herskaranna Harri. ... Eisini spurvin hevur funnið sær høli og svalan eitt reiður, har hon hevur lagt sínar ungar – altar tíni, herskaranna Harri, kongur mín, Guð mín!” (Sálmur 84,2.4)

Orðini um spurvin, henda lítla og næstan ósædda fuglin, eru ein týðandi partur av sjálvsfatan fólkakirkjunnar. Kirkjan er fólksins so at skilja, at hon er fyri fólkið í síni breidd. Skýlið í tínum húsi, Harri.

Svalan bygdi sær reiður, har hon legði ungar sínar. Í tilverunnar ókendu lagnu og lívsins stóru spurningum bera vit børnini og hvønn annan til ta náði og signing, sum halgidómurin lýsir. Týdningarmikið hjá eini tjóð at eiga griðstaðir, ið lýsa Guðs signing. “Tín útgang og inngang skal Harrin varða nú og um allar ævir.” (Sálmur 121,8)

Guds hús er, sum navnið sigur, ogn og bústaður Guðs. Hin allastaðni verandi er at finna á ávísum støðum, har hann hevur sagt, at navn hans skal búgva. Soleiðis sæð er ein kristin kirkja ongantíð fólksins burturav, hon er fyrst av øllum Guðs, og sum Guðs kirkja fólksins.

Tað er ikki líkamikið við raðfylgjuni. Tað er júst hátign Guds, tað tignarliga við Guði sjálvum, ið gevur halgidóminum innihald.

Í kirkjunnar skipan verður dentur lagdur á, at tað, ið fer fram undir hámessuni skal hava ein virðiligan karm og eitt virðiligt innihald. Hetta er týdningarmikið, tí tænastan við altari og tænastan sum heild fer fram á einum staði, har hátign Guðs býr.

Tað er vegna Guð sjálvan, at vit tosa um tign. Hin heilagi Guð, tað heilaga orðið og altarið, ið ímyndar ásjón Harrans. Tað er júst í hesum, at tignin er og verður borin víðari í prædiku, liturgi og sálmum.

Talan um tign kann verða vandamikil, tí tað kann henda, at vit, ið gera tænastu, gerast sjálvtignarlig. Eru vit upptikin av okkum sjálvum, skapar hetta eina frástøðu til fjøld av fólki. Hinvegin eigur atferð okkara í og uttan fyri halgidómin at vera sømilig, høvisk og virðilig. Halgidómurin er fólksins skjól, prestanna tænastustaður og bústaður Guds.

Fólkakirkjan eigur at halda fast við hátign Guðs, tað vakra og siðiliga. Tað er Guð, ið er tignarligur, hann er sjálv hátignin, hin almáttugi skapari himins og jarðar.

Tænastan sum prestur er í samljóði við Guð sjálvan. Tað er Guð, ið kallar, og hansara er verkið. Guð er skapandi, hansara er heiðurin og mátturin. Meðan vit sum prestar hvør í sínum lagi bera brek, er Jesus ein fullkomin høvuðsprestur. Tað er júst í tænastu hansara, at kærleiki Guds kemur til sjóndar. “Tí at vit hava ikki ein høvuðsprest, sum ikki kann hava várkunn við veikleikum okkara, men ein, sum er freistaður á allan hátt líka við okkum, tó uttan synd. Latum okkum tí við frímóði ganga fram at hásæti náðinnar, fyri at vit kunnu fáa miskunn og finna náði til hjálpar í tímiligari tíð.” (Hebr. 4,15-16)

Í dag verður tú, Uni Næs, innsettur í kallið sum Dómpróstur Føroya og tess vegna varamaður biskupsins og fyrisitingarligur leiðari hjá prestunum. Sum dómpróstur kemur tú at samstarva við kirkjuráðini og álitisfólk kirkjunnar runt um í landinum.

Sjálvt um talan er um starv og samstarv, so hevur tú frælsið til sjálvur at mynda virksemi innan fyri skipanina í fólkakirkjuni. Hinvegin er tað ein styrki, at leiðslan í fólkakirkjuni hevur felags stev. At vit sýna lærdum og leikum virðing og seta orð á tøkkina, tá hugsað verður um tær mongu tænasturnar, har fjøld av fólki er virkin. Vit fáa um hendi fedranna arv. Tú avloysir Bjarna Bæk, sum hevur tænt kirkjuni væl. Lunnar eru lagdir, sum eisini í framtíðini fara at roynast tryggir og dyggir.

Yvirskipað er tað umráðandi, at fólkakirkjan virðir tilverunnar fjølbroytni og sær menniskjað aftan fyri andlitið. At vit minnast og onkursvegna rúma tey, ið mest av øllum hava tørv á einum skýli og søkja sær skjól í halgidómi Guðs. At vit í leiðsluni sýna virðing, tollyndi og kærleika í okkara samskifti við menniskju sum heild.

Uni,verð tú framhaldandi Uni Næs, soleiðis sum tann føroyska kirkjan hevur kent teg í eina fjórðings øld. Vert er at minnast, at regnið og sólin koma úr erva, men at hetta einans gagnar trænum, um tað er rótfest í góðum jørðildi.

Luftrákið á teim ovaru rókunum er øðrvísi. Sólin skínur við sínum hita, og tað er lýtt og fjálgt. Viðhvørt lotar og frískir vindar blása. Tú kemur at sanna, at gerandisdagurin verður øðrvísi. Sit ikki einsamallur á teim ovaru rókunum. Njót sólina og útsýnið og síggj møguleikarnar. Bjóða øðrum lut í tínum ágóðum og gev teimum innlit í útsýnið. Um so kuldin einaferð kemur sníkjandi, so fær oman í dalin til fólkið. Hitin frá fólkinum fløvar. Kærleikans hendur í verki. Samanlagdar hendur í bøn og forbøn.

Góði Uni! Vit báðir, eins og allir prestar, hava eitt kall við serligari ábyrgd. Ábyrgdin setir faklig og persónlig krøv. Vit eru í tænastu Guds sum tænara fólksins. Guð, sum valdi navni sínum bústað á vígdum heilagum staði.

Gævi at tú við skaldinum kanst syngja ævidagar tínar : “Harri, skýlið í tínum húsi eg elski, tann stað, har sum hátign tín býr.”

¤¤¤
Í dag verða tveir prestar formliga skipaðir í kallið. Vit ynskja tær Ann Dahl Hansen tillukku við kallinum, Harrin signi teg og tíni. Vit ynskja tær Uni Næs tillukku við kallinum, Harrin signi teg og tíni. Jesus fylgi okkum øllum. Amen.