Skriva út

Sergudstænasta - Prestvígsla - Maria Jørðdal Niclassen

- talan hjá biskupi 27.01.2013 3. Sunnudagur fyri føstu (sunnudagur septuagesima)

“Tú ert Kristus, sonur hins livandi Guðs.” (Matteus 16,16).

Hin kristna kirkjan hevur eina tvíliðaða uppgávu. Hennara endamál er ikki av hesum heimi, men nemur jørðina. Umráðandi er at hava himmalin í eygsjón, Guðs æviga bústað, meðan gingið verður fram á leið. Kristnin megnar valla at broyta allan heimin, men vit kunnu í tænastu Meistarans, gera mun, birta ljós og skapa hita í rúminum.

Fyrri liðurin í uppgávu kirkjunnar við atliti at tænastu prestsins er at boða gleðiboðskapin um Jesus, Guðs einborna son, ið var givin menniskjum til frelsu og signingar. Orðið um Jesus er heimsins besti boðskapur, og Bíblian er bókin fremri enn allar.

Tað ljóðar valla av nógvum og tykist einfalt at endurtaka orðið um Jesus. Hinvegin er tað júst tað, ið gevur presti dirvi og gleði at virka. Vit mega ikki skammast við Jesu navn, men halda fast við vitnisburðin um frelsu Guðs, bæði tá ið vit tosa vanligt mál og føða háborna hugsan. Uppgáva prestsins er ikki at prógva, at vit eru vitandi og dugnalig. Tað hava vit prógvað við lærdan háskúla, áðrenn vit byrjað í kallinum. Hinvegin er tað neyðugt, at prestur granskar Guðs orð og hevur sína vitan dagførda og tøka.

Jesu undurfulla føðing, frelsandi navn, sónandi deyði og frígerandi uppreisn. Gævi at tað verður henda megin, uppreisnarmegin, ið signar leiðir tínar, Maria Jørðdal Niclasen, í tínum kalli sum prestur og hirði kirkjuliðsins.

Jesu jarðiska tilvera, tað vit kalla Jesulogi, ið merkir læran um Jesus. Hann, ið gjørdi væl, grøddi sjúk og var um tey, ið eingin tók sær av. Jesus er ein góð fyrimynd. Í navni hansara hevur kristnin bygt sjúkrahús, skúlar og framt haldgóðar ábøtur á samfelagið. Í navni hansara hevur kristnin átalað, at menniskju vóru kúgað, happað og sett til síðis vegna húðalit, etniskan uppruna, trúgv og kynsligan samleika.

Men Jesus er meira og størri, sjálvt um jørðin og tað jarðiska er týdningarmikið. Tað var júst hetta, ið var evnið, tá ið teir báðir Pætur umrøða spurning Jesu: “Hvønn siga menn menniskjusonin vera?”

Pætur játtaði trúnna, ið er ein hin elsta trúarjáttanin, ið kristnin veit um: “Tú ert Kristus, sonur hins livandi Guðs.”

Við játtanini flytur Pætur seg frá Jesulogi til Kristolgi, ið merkir læran um Kristus sum Harra og frelsara. Jesus, - barnið í krubbuni og vælgerðarmaðurin á gøtuni. Jesus er Kristus, hin lovaði og salvaði Mesias, frelsari heimsins.

Tað er heilaga kall prestsins at bera vitnisburðin um Jesus Krist í orði, sakramentum og verki. Millum háborna hugsan lendir hugflogið við henda sannleikan. Vit endurtaka játtanina og umtala navn frelsarans við virðing, spekt og sóma. Jesus er navnið, ið Guð gav heiminum til lívs og frelsu frá synd, dómi og deyða.

Læran um Kristus er samstundis soteriologi, ið merkir læran um frelsuna. Tess vegna er vitnisburður Pæturs ríkur og sigandi. Jesus er Kristus, sonur hins livandi Guðs. Jesus var væl nøgdur við vitnisburð Pæturs og staðfesti, at hold og blóð ikki hevði sannført Pætur, men faðirin, sum er í himlinum.

Hin andaliga sannføringin, tað at skapa trúnna, so menniskju koma til trúgv, er ikki uppgávan hjá einum presti. Vit skulu vitna og prædika, men sannføringin er Guðs verk aleina í Heilagum Anda. Vit kunnu sáa og væta, men tað er Guð, ið gevur vøkstur.

Seinri liðurin í tvíliðaðu uppgávu kirkjunnar við atliti at tænastu prestsins er væl øðrvísi, sjálvt um útgangsstøðið er tað sama, gleðiboðskapurin um Jesus Krist. Ein prestur verður kallaður til tænastu, og tað er ein serlig tænasta at verða hirði kirkjuliðsins. Ein tænasta, ið krevur almikið, um hugt verður at prestalyftinum og tí lyfti, ið prestur gevur biskupi embætis vegna. Ein prestur er tænari fólksins í tænastu Jesu Krists, ið tænti og gav seg sjálvan sum loysigjald fyri tímiligu og ævigu vælveru manna.

Kirkjuliga skipanin hevur virðing fyri øllum lógligum yrki. Málnýtslan staðfestir virðingina í orðinum kall. Lærarin, sjómaðurin og bóndin hava eitt kall. Foreldranna kall er at uppala og taka sær væl av børnunum. Kalstankin er gjøgnumførdur, tí sjálvt lívið, evnini og førleikin eru ein gáva, ið okkum verður litin til at umsita medmenniskjum okkara til gagns og gleði og Guði til heiðurs og æru.

Tó er tænastan sum prestur eitt serligt kall við serligari ábyrgd. Eyðvitað eru prestar vanlig menniskju. Tað er júst hetta, ið verður staðfest í skriftini, tá talan er um munin ímillum høvuðsprestin í halgidóminum og hin stóra høvuðsprestin, Jesus Krist. Ja, prestar eru so líkir øðrum menniskjum, at “okkum høvdi eisini slíkur høvuðsprestur, heilagur, sakleysur, reinur, skildur frá syndarum og hevjaður upp um himnarnar, ein sum ikki dagliga hevur fyri neyðini, eins og høvuðsprestarnir, at bera offur fyrst fyri sínar egnu syndir, síðan fyri syndirnar hjá fólkinum; tí at hetta gjørdi hann eina ferð burturav, tá ið hann ofraði seg sjálvan. Tí at lógin innsetur til høvuðsprest menn, sum hava brek, ...”(Hebrearabrævið 7,26-28).

Jú, eisini presti tørvar dagliga at bera fram offur fyri syndir sínar, - ella sagt í nýggja sáttmálanum: Eisini prestur kann vísa til Jesus Krist, sum er fullkomin alra vára vegna og fullkomiliga megnar at frelsa.

Tá tað er sagt, so er kallið sum prestur eitt serligt kall við serligari ábyrgd. Í sambandi við biskupspróvtøku og prestvígslu skrivar prestur undir eitt prestalyfti. Hetta lyftið nemur bæði Guðs orð, fólkakirkjunnar læru og ábyrgdina mótvegis kirkjuliðnum. Prestur játtar skrivliga: eg vil “leggja mær eina við at vera kirkjuliðinum eitt gott fyridømi, ...og hava slíka atferð mótvegis embætisbrøðrum, at eingin skal hava nakra grund til at klaga meg.”

Sóknarprestarnir í fólkakirkjuni eru almennir tænastumenn og nema tess vegna tey “de corum krøv” um virðiligan og sømiligan atburð, ið tænastumannalógin ásetur. Samfelagið væntar nakað av einum presti. Almenningurin vónar og krevur nakað haldgott, tí kallið er ein almenn tænasta. Skilagott er at vera tilvitaður um samfelagið og nærverandi í heimligum umhvørvi, so prestur veit, hvat sóknarbørnini eru upptikin av bæði í gleði og sorg.

Desmond Tutu, erkibiskupur í Suður Afrika, sigur, at tey kristnu eru Guðs sendiharrar. Tutu er bæði um- og átalaður. Hansara dirvi, vit og skygni eru kend um allan heimin. Óræddur hevur hann talað søk teirra littu og vart rættindini hjá øðrum minnilutum runt um í heiminum.

Desmond Tutu lýsir afrikanska hugtakið “ubuntu”, ið merkir, at eitt menniskja er eitt menniskja gjøgnum onnur menniskju. Hugtakið er torført at greina og seta inn í føroysk viðurskifti. Tað er júst í samveru við onnur menniskju, at vit læra, hvussu vit skulu hátta okkum og bera okkum at.

At vera menniskja er ein sosial vera, tað er nakað, vit eru saman við og í mun til onnur menniskju. At vera menniskjansligur er ein eginleiki í samspæli og samskifti millum menniskju. Í einbýli uttan samskifti við onnur hevur hugtakið menniskjansligur avmarkað innihald. Tað er sum við kærleikanum. Um kærleikin ikki hevur samskifti og relatiónir, so verður kærleikin eginkærleiki.

Góða Maria. Nú tú um eina løtu trínur inn í prestatænastuna, so nýt tínar menniskjansligu eginleikar til fulnar. Hav víðan sjónarring og nýt útsýnið, so virðingin fyri øllum menniskjum er eyðsýnd. Stíg út á tann frælsa pallin, har Kristus er alt í øllum, og kunnger gleðiboðskapin um frelsu Guðs. Ver ikki rædd alla ta tíð, ið kærleikin til Kristus og kærleikin til medmenniskjað drívur verkið.

Ætlanin er, at tú skalt vera fullkomin, soleiðis sum tað stendur skrivað í fjallaprædikuni: “Verið tí tit fullkomin, eins og himmalski faðir tykkara er fullkomin.” (Matteus 5,48)

Hvørja ferð tú ert í iva um hesi orðini, og hjá okkum, ið hava gingið undan tær í tænastuni, eru tær løturnar nógvar. Hvørja ferð ivin kemur sníkjandi og setur spurnartekin við tínar egnu dygdir, so vís á Jesus, hann, ið er fullkomin tína og vára vegna.

Ver tú eitt menniskjansligt menniskja og tak veruliga øll menniskju í álvara. Virð tey, ikki soleiðis sum tú sært tey. Virð øll menniskju út frá teirra egnu sjálvsfatan, soleiðis sum tey síggja seg sjálv.

Tú, sum fekst góðan og tryggan kristnan uppvøkstur í tí heimliga. Halt fram at takka fyri uppvøkstur og hollan førning. Vælkomin til tænastu í fólkakirkjuni sum prestur. Sig tað góða og vakra um alt og øll. Tað góða verkið tørvar einans góð orð.

Hygg frameftir og uppeftir til himmalska faðir tín við tøkk fyri alt tað góða, ið tú hevur notið alt til henda dag. Endurtak dagliga fjórða boð í lóg Mósesar sum eina tøkk til tey bæði, sum av náði Guðs góvu tær lívið: “Æra faðir tín og móður tína, so at tú mást liva leingi í tí landi, sum Harrin Guð tín, vil geva tær.”

Jesus fylgi tær og signi gerning tín. Amen.

(Vígslutala í Dómkirkjuni 27. januar 2013: Maria Jørðdal Niclassen).