Skriva út

3. sunnudagur eftir trettanda



Tekstir: Róm. 12,16b-21 og Matt. 8,1-13.
Fyrra tekstarøð

Prædika: Trúgv.

Í navni Faðirsins og Sonarins og Heilaga Andans. Amen.

Trúgvin er mangan at finna har, vit minst væntaðu hana. Tað síggja vit eisini í tekstinum í dag, har teir, talan er um, vísa sterka trúgv á Jesus.

Jesus kemur oman av fjallinum eftir at hava hildið tað væl kendu fjallataluna, og í ferðini við honum er ein stór mannfjøld.

Tá er tað, at hann møtir einum spitalskum manni og herhøvdinganum.

Tann, ið var spitalskur, var sera illa fyri og einsamur, tí at umframt at vera illa sjúkur, varð hann eisini rikin út úr bygd og býi, og mátti liva í einsemi burturi frá sínum kæru og øðrum fólki.

Mong sóu eisini hesa sjúku sum eitt sjónligt tekin um Guds vreiði og revsing. Viðkomandi mátti hava gjørt okkurt syndugt, og tað álvarsliga, síðani hann kom soleiðis fyri.

Við herhøvdinganum var eitt sindur øðrvísi. Hann sær út til at hava havt eina ávísa virðing millum fólkið. Tí hjá Lukasi evangelisti lesa vit, at teir elstu millum Jødanna siga við Jesus:"Hann er tess væl verdur, at tú gert hetta fyri hann; tí at hann elskar fólk okkara, og samkomuhúsið hevur hann bygt okkum." (Luk. 7,4-5).

Kortini var hann rómverskur hermaður og heidningur, og tí ein fremmandur, sum ikki hoyrdu uppí Guds útvalda fólk.

Hóast trúgvin hjá hinum spitalska og herhøvdinganum tykist sterk, so er tó einki braneggja ella krevjandi við henni - ei heldur nøkur ábreiðsla um hesa neyðarstøðu. Nei, sum tað er við sannari og livandi trúgv, so eru teir lítillætnir og eyðmjúkir, tá teir trína fram fyri Jesus.

Hin spitalski fellur á knæ fyri Jesusi og sigur:"Harri, um tú vilt, so kanst tú gera meg reinan." "Um tú vilt." Tað er sum um hann vil siga:"Eg havi ikki uppiborið vælvild tína. Tó, vík ikki frá mær, men hjálp mær."

Herhøvdingin vísir eisini lítillæti og eyðmýkt. Hann hugsar einki um góðgerðir sínar ímóti fólkinum, ella um samkomuhúsið, sum hann lat byggja. Nei, hann kennir seg, sum ein heidning, ið einki kann krevja, og tí sigur hann:"Harri, eg eri ikki verdur at tú kemur á gátt hjá mær."

Bæði hin spitalski maðurin og herhøvdingin hava treytaleyst álit á Jesusi. Hin spitalski sigur:"Harri, um tú vilt, so kanst tú gera meg reinan." Við hesum játtar hann Jesu guddómleika, og at Jesus kann gera, sum hann vil.

Herhøvdingin fær høvi til enn týðiligari at játta sína trúgv og at vísa Jesusi álit. Hann sigur:"Sig tað bert við einum orði, so verður drongur mín frískur, tí at eg eri sjálvur ein maður, ið standi undir øðrum og havi hermenn undir mær; og sigi eg við henda:"Far!" so fer hann; og við ein annan:"Kom!" so kemur hann; og við húskall mín:"Ger hetta!" so ger hann tað."

Av egnum royndum visti hann, hvønn týdning tað hevði at geva boð og at vera lýðin. Og tað sama valdið, sum hann hevði í sínum lítla umhvørvi - yvir tænastufólki og hermonnum - vildi hann siga, at Jesus hevði á teimum fjaldu kreftunum, sum fremja Guds vilja á fold. Men tá Jesus hoyrdi hetta, segði hann:"Ikki í sjálvum Ísrael havi eg funnið slíka trúgv." Og báðum var, sum teir trúðu.

Nú skulu vit ikki máta trúnna hjá hvør øðrum, hvør, ið hevur eina veika trúgv og hvør, ið hevur eina sterka trúgv, og vit eru heldur ikki før fyri tí, tí eina Gud kennir hjørtuni, og sum sagt var í innganginum, at trúgvin er mangan at finna har, vit minst væntaðu hana.

Hon kann lata seg upp í øllum sínum vakurleika eins og blóman letur seg upp fyri sólarljósinum - í menniskjum, har vit høvdu væntað alt annað enn trúgv, tí at vit høvdu í avmarkaðu vitan okkara eina heilt aðra uppfatan av viðkomandi. Men eitt ella annað - kanska ein serstøk hending - fekk nakað fram, sum avdúkaði trúnna fyri okkum.

Ella vit gjørdust vónbrotin av onkrum, sum vit hildu vera trúgvandi, og sum segði seg at trúgva, men tá avtornaði avdúkaði nakað annað.

Tí er tað als ikki okkara borð at meta um trúnna hjá øðrum - tað er millum Gud og hin einstaka.

Men vit skulu tó prædika trúnna og fylgjurnar av tí ikki at trúgva.

Avgerandi er, at vit trúgva á Jesus, geva okkum í hendur hansara og líta á, at hann heldur hondina yvir okkum og varðveitir okkum, bæði tá vit í bønarsvarinum fáa okkara vilja ella ikki fáa hann - so vilja vit eisini ein dag verða teirra millum, sum koma at sita til borðs saman við Ábrahami og Ísaki og Jákupi í himmiríki.

Herhøvdingin var ikki ov stoltur at koma til Jesus og biðja um hjálp. Stoltleiki kann annars vera ein dygd, men kann eisini vera við til at føra menniskju út í ólukkur, um tey ikki vilja biðja um hjálp, tá tørvur er á tí.

Ein søgn er um Runsivalstríðið, sum er nakað øðrvísi enn kvæðið. Í søgnini verður sagt frá Rólanti, sum var hin kendasti riddarin í fylking Karla Magnusar. Rólant hevði ein góðan vin, sum at Ólavur.

Í søgnini verður sagt, at Karla Magnus einaferð var á veg heim aftur, eftir at hann við heri sínum hevði verið í stríði við maurararnar í Spania, t. v. s. muslimar, og at Rólant var førari hjá einum bakliði, t. v. s. tí aftasta liðinum, tí at teir vóru býttir upp.

Heilt óvænta lupu maurararnir á bakliðið, og teir vóru nógv fleiri í tali enn liðið hjá Rólanti.

Rólant átti eitt horn, sum kundi hoyrast nógvar míl burtur. Ja, ljóðið var so kraftugt og máttmikið, verður sagt, at tá blást varð í tað, drap tað fuglarnar undir himlinum.

Vinurin, Ólavur, segði við Rólant:"Blás í hornið, so at Karl kann hoyra tað og koma okkum til hjálpar." Men Rólant var ov stoltur til at biðja um hjálp. Hann vildi stríðast og sigra á maurarunum við liði sínum einsamallur.

Leingi og hart stóð stríðið. Og alla tíðina komu onnur mauraralið hesum maurarum til hjálpar.

At enda var liðið hjá Rólanti fyri ongum og upployst. Ólavur var deyður, og sjálvur var Rólant særdur til deyða.

So verður sagt, at hann setti hornið fyri varrarnar og blásti í tað, og langt burturi hoyrdi keisarin hornblásturin og vendi við aftur. Men ov seint var. Rólant, Ólavur og allir menn teirra vóru deyður, tí at Rólant hevði verið ov stoltur til at biðja um hjálp meðan tíð var.

Hvussu nógv betri er tað ikki, eins og herhøvdingin, at lata stoltleikan fara, biðja um hjálp meðan enn tíð er, og siga:"Harri, kom mær til hjálpar."

Men samstundis verður eisini sagt okkum nakað avgerandi um Jesus: at hann bar ikki hat ella illvilja til menniskju, sum vóru ímóti honum.

Vit vita jú, at mangir rómverjar og Jødar vóru ímóti Jesusi og so sanniliga ikki vóru í millum bestu vinir hansara.

Jesus rak ongan frá sær, líkamikið um talan var um vinir ella óvinir, tí, sum hann sjálvur sigur:"Ikki tarvast teimum heilsusterku lækna, men teimum, ið ilt hava. Eg eri ikki komin at kalla rættvísar, men syndarar." (Mark. 2,17) Tí veitti hann bæði hinum spitalska og herhøvdinganum hjálp sína fullkomiliga treytaleyst.

Soleiðis sum Jesus umgyrdur av stórari mannfjøld tó sá tað einstaka ólukkuliga menniskja, soleiðis er Gud. Gud vil møta okkum, hvørjum einstøkum okkara har, sum vit eru, líkamikið hvørji vit eru, ella hvussu vit eru. Hann vil møta okkum við hjálp síni, kærleika og náði. Og tá ræður um at vit ikki kenna okkum ov stór í okkum sjálvum ella ov stolt til at vilja hava hjálp hansara, men heldur sum spitalski maðurin og herhøvdingin í treytaleysum áliti geva okkum í hendur hansara og lata okkum leiða av honum.

Æraður veri Faðirin og Sonurin og Heilagi Andin, sum tað var í upphavi, so nú og altíð, og um allar ævir. Amen.

Heilagi Faðir! Vit takka tær fyri títt heilaga orð. Orð títt er sannleiki. Lat tað lýsa okkum vegin til sannleika og sælu! Amen.


Sálmar: 24 - 485 // 478 - 506 - 385 - 364.