Skriva út

Prædika til 3. sunnudag eftir páskir hildin í Christianskirkjuni hin 21. apríl av Magnus Brahé Jørgensen, presti:



Hetta heilaga evangeliið skrivar Jóhannes evangelistur í 16. kap. 16-22, og tað ljóðar so í Jesu navni:

Um lítla stund, og tit síggja meg ikki longur, og aftur um lítla stund, tá skulu tit síggja meg.« Tá søgdu nakrir av lærusveinum hansara hvør við annan: »Hvat er hetta, sum hann sigur við okkum: Um lítla stund, og tit síggja meg ikki, og aftur um lítla stund, og tit skulu síggja meg, og: Eg fari til faðirin?« Teir søgdu tí: »Hvat er hetta, sum hann sigur: Um lítla stund. Vit skilja ikki, hvat hann talar.« Jesus visti, at teir ætlaðu at spyrja hann, og hann segði við teir: »Er tað hetta, tit skifta orð um tykkara millum, at eg segði: Um lítla stund, og tit síggja meg ikki, og aftur um lítla stund, og tit skulu síggja meg? Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tit skulu gráta og eymka tykkum, men heimurin skal fegnast: Tit skulu verða sorgarbundnir, men sorg tykkara skal verða vend til gleði. Konan, sum skal eiga barn, hevur sorg, tí at tími hennara er komin; men tá ið hon hevur átt barnið, kemur henni ikki longur neyðina í hug fyri gleðina um, at ein menniskja er fødd í heimin. Eisini tit hava tá nú sorg, men eg skal síggja tykkum aftur, og tá skal hjarta tykkara gleðast, og eingin skal taka gleði tykkara frá tykkum.

Amen.

Prædika:

Náði veri við tykkum og friður frá Gudi, Faðir okkara, og frá Jesusi Kristi, frelsara okkara!
Ikki uttan grund hava tað frá gamlari tíð verið tekstir frá troystarríku skilnaðar-talunum, sum Jesus helt fyri lærusveinum sínum, ið eru frá fleiri kapitlum úr Jóhannes-evangeliinum. Hesir tekstir verða brúktir í heilar fimm sunnudagar í hesari tíðini eftir páskir.

Jesus sigur í dagsins teksti:Um eina stund, og tit síggja meg ikki longur, og aftur um stutta stund, og tit síggja meg. Jesus fer skjótt frá lærusveinunum. Jesus hevur verið saman við teimum í 3 ár. Í hesi ár kundu tey fara til hansara við øllum – stórum sum smáum trupuleikum. Jesus var teirra ómissandi vinur. Men nú skuldi hann fara frá teimum. Og Jesus visti at framtíðin hjá teimum var torfør. Hann sigur: Tit skulu gráta og klaga, men heimurin vil gleða seg. Tit skulu syrgja, men um stutta stund skulu tit síggja meg aftur.

Og her síggja vit inn í vakra hjarta á frelsara okkara. Vit síggja kærleika hansara og umsorgan fyri lærusveinunum og okkum dagin í dag. Jesus visti, at hann sjálvur um stutta tíð var settur undir Guds vreiði fyri alla heimsins synd. Men Jesus hugsar ikki hesa løtuna um tað. Nei, hann hugsar um, hvussu kæru lærusveinar hansara hava tað og trívast, nú hann skal fara frá teimum. Tí soleiðis er Jesus. Tí hann er fullur av kærleika og umsorgan. Mitt í egnari neyð, hugsar hann mest um at troysta lærusveinarnar í teirra neyð – og soleiðis troystar Jesus eisini okkum.

Jesus visti, at lærusveinarnir fóru at sakna hann við sorg og sút, tá hann var tikin frá teimum. Men, sum hann sigur sjálvur: Um stutta tíð, og tit síggja meg aftur.

Í Joh 14 sigur Jesus teimum: v18 Eg vil ikki lata tykkum verða eftir faðirleysar; eg komi til tykkara. v19 Enn eina stutta stund, og heimurin sær meg ikki longur; men tit síggja meg, tí at eg livi og tit skulu liva.

Og soleiðis var. Tríggjar dagar seinri reis Jesus upp aftur, og í 40 dagar sýndi hann seg fyri lærusveinunum ofta. Jesus boðar evangeliið fyri teimum, og sigur teimum, at hann mátti doyggja fyri alla heimsins synd. Og at hann seinri fór frá teimum og til himmals. Og Jesus troystar tey við, at tá hann er farin til Himmals, skal Heilagi Andin koma. Og at tað er best at hann fer avstað, tí annars kemur Talsmaðurin ikki til tey. Og tá hann er farin, vil hann senda Talsmannin til teirra.

Og tá vit savnast til gudstænastu, so er Jesus hjá okkum við orði sínum og sakramenti til syndanna fyrigeving.

Paulus sigur Róm 10: v8 Men hvat sigur hon? »Orðið er tær nær, í munni tínum og í hjarta tínum.« Tað er tað trúarorðið, sum vit prædika. v9 Tí at um tú játtar við munni tínum, at Jesus er harri, og trýr í hjarta tínum, at Guð vakti hann upp frá deyðum, tá skalt tú verða frelstur; v10 tí at við hjartanum verður trúð til rættvísi, men við munninum verður játtað til frelsu.

Soleiðis ger hann, tá hann vil frelsa okkum. Hann tosar vi okkum bæði í lóg og evangelium. Vit vita ikki at vit eru fortaptir syndarar undir Guds vreiði og dómi. Tað sigur Guds lóg okkum.
Vit gerast livandi við evangeliinum. Har hoyra vit, at Jesus hevur gjørt alt fyri teg, alt fyri tína synd. Hetta fáa vit alt frá honum. Vit gerast Guds børn orsaka av Jesusi.

Vit lesa í Hebr 12: v11 Allur agi tykist væl í stundini ikki at vera til gleði, heldur til sorgar; men aftaná gevur hann afturfyri teimum, sum við honum eru spekt, friðsælan ávøkst í rættvísi.

Ein trúgvandi kann uppliva mangar trongdir og mótgongd og sorg í lívinum. Tað kann vera sjúka, trupuleikar í familjulívinum ella í arbeiðinum. Vit vera rakt av so mangum. Tá seta vit spurningin: hví skal alt hetta raka meg? Hevur Gud ikki lovað børnum sínum vælsignilsi og alt sum gott er?Hví hoyrir Gud ikki bønir mínar um at hjálpa mær? Hví loysir Gud meg ikki frá øllum hesum trupuleikum?

Vit trúgvandi eru mangan eitt sindur dupult – tí lívið er mangan ein mótsetningur. Hann kann gleða okkum mitt undir sorgini. Vit gleðast og samstundis verða vit roynd á so mangan hátt. Guds gerningur er so ymiskur ímillum okkum. Hann oyðir og skapar lív um somu stund. Tí missa vit ikki móti. Gud veit, hvat okkum tørvast. Tí lata vit alt upp í hansara góðu hendur.

Tey trúgvandi kunnu hava nógva sorg og sút í lívinum, summi meir, onnur minni. Men tá vit koma heim – tá er eingin sorg og sút. Kirkjan er undir krossinum og trongdirnar eru nógvar. Men har eru vit hin sigrandi kirkjan, har bert er fagnaður og gleði.

Lærusveinar Jesu høvdu havt trý undurfull ár saman. Jesus var meistari teirra. Og tað var ikki stúran og ótti, sum sermerkti hesi góðu ár saman við Jesusi. Og tó høvdu teir stúrt fyri ymiskum av og á. Ja, teir høvdu av og á stúrt orsaka av Jesusi. Tað var t.d. tá, Jesus opinberaði seg fyri teimum sum sonur hin alvalda Gud. Ella t.d. tá fongurin var størri enn nakar kundi hugsa sær. Tá óttaðist Pætur. Lk 5,9: ”Tí at ræðsla var komin á hann og á allar teir, sum við honum vóru, av hesi fiskiveiði, sum teir høvdu fingið.” Ella tá Jesus makaði stormin á vatninum. Teir hildu, at teir fóru at ganga burtur og drukna. Men Jesus makaði stormin á vatninum. ”Og teir óttaðust stórliga og søgdu hvør við annan: ”Hvør er tá hesin, at bæði vindur og vatn eru honum lýðin?”(Mk 4,41). Teir høvdu lært at óttast hann sum Meistara. Teir óttaðust og elskaðu Hann: Jesus. Hvørja ferð Hann opinberaði seg sum son Guds fyri teimum, hevði Hann tikið teir at sær við orðunum: ”Óttast ikki!” Soleiðis var Jesus vorðin leiðari og Meistari teirra í einum. Um Hann segði nakað um lív teirra og um framtíðina, so vistu tey, at tað fór at vera so.

Uppliva vit ikki tað myrka og ræðuliga, so skilja vit heldur ikki tað, sum gott er. Tað er so einfalt og tó torført. Tí ein skal kenna myrkrið fyri at fegnast um ljósið.

Vit kunnu bert staðfesta at tað ræðuliga er til eins og órættvísið. Jesus vísir hesum heldur ikki aftur, men hann setir seg undir liðina á okkum, har ikki er gott at sita, har lívið er ræðuligt og pínufult. Og so vísir Jesus á leið við vón og gleði.

Amen!