Skriva út

Prædika til 1.s.e.trinitatis í Havnar kirkju, sjónvarpað.



Í navni faðirsins, sonarins og heilaga andans. Amen.

Lat okkum biðja:

Jesus, vit takka tær, tí at tú elskaði okkum fyrst. Vit biðja teg um, at tú mást hjálpa okkum at líta á tín fullkomna kærleika. Lat okkum ongantíð ivast í, at vit eru dýrabær og høgt elskað av tær, Konganna Konga. Faðir, lat eygu og hjørtu okkara upp fyri neyðini í heiminum. Lat eygu okkara upp, so vit síggja næsta okkara, so sum tú sær hann. Hjálp okkum at elska menniskju inn í títt ríki.

Í tínum navni, Jesus Kristus. Amen.

*********************************

Brunamynduleikarnir mæla staðiliga til, at øll hús eru útgjørd við brandalarmum. Ljóðið av einum slíkum alarmi er rættiliga óbehagiligt at hoyra. Hann larmar sera illa og ger okkum kløkk og illa við, og helst vilja vit sleppa undan, at ein slíkur fer í gongd. Men tað er bara soleiðis, at sjálvt um hann er óbehagiligur, so er hann hentur at hava. Ja, hann kann bjarga lívi okkara. Hann er gjørdur til at fara í gongd við at íla, um vandi er á ferð. - Um eldur er í húsinum.

Vit kunnu siga, at evangeliið í dag er ein slíkur alarmur. Undirvísingin, sum Jesus gevur okkum í dag er ein slíkur alarmur, sum skal fáa okkum at vakna, so vit kunnu bjarga lívinum.

Og eins og ein vanligur brandalarmur, so er evangeliið í dag óbehagiligt og larmar illa, tá ið tað tosar um bæði, næstakærleika, ríkidømi, deyða og ja, helviti.

Vit hoyra um tveir mans.

Tann eini, fáa vit at vita, er ein ríkur maður. - Um vit samanbera hann við tíðina og umstøðurnar, vit liva í í dag, so kunnu vit ímynda okkum, at hann helst hevði havt okkurt høgt lønt starv. Hevði helst koyrt í flottum bili, búð í villa, havt flottastu og dýrastu møblar, merkiklæðir, iphone, rolexur og annað tílíkt. Ein maður, sum vit, um vit møttu honum á gøtuni, helst høvdu hugsað: ”hasin hevur gjørt tað væl”. Møguliga eisini sæð eitt sindur upp til hansara ella kanska enntá verið øvundsjúk.

Hin maðurin, sum vit hoyra um, nevnist Lázarus. Lázarus var ein sera fátækur maður. Vit hoyra, at hann var so mikið illa fyri, at hann var fullur av sárum, hevði einki at eta, ja, var glaður, um hann bara kundi fáa molar, sum duttu av borðinum hjá ríka manninum.

Á okkara døgum, kundi Lazarus kanska verið ein av teimum heimleysu, sum vit kenna frá millum annað stórbýum. Til dømis úr Keypmannahavn, har teir liggja á Strøgnum og aðrastaðni. Skitnir og tvitnir. Uttan nakra ogn. Uttan so frægt sum eina song og enn og minni eitt heim. Fólk, sum vit als ikki hava hug at hyggja uppá. Sum vit skunda okkum framvið. Tí tey tykjast at vera so øðrvísi upp á hin negativa mátan. Viðhvørt hava tey skelti standandi frammanfyri sær, har tað stendur: Hjálp mær, eg eri svangur. Ella: vinarliga lat eitt oyra.

Men vit steðga ikki á, enn og minni øvunda einum slíkum menniskja, men hugsa kanska heldur, hvat man hann hava gjørt, eftir sum hann er endaður soleiðis? Kanska hava vit enntá hug at ilskast eitt sindur og hugsa: stakkals menniskja, hví spillir tú títt lív á henda hátt?- Tú átti at tikið teg saman. Fær á almannakontórið, fá tær hjálp ella okkurt tílíkt.

Einki at ivast í, hvørjum av hesum báðum monnum, vit øvunda.

Tað er bara soleiðis, at materiell virði, tað at eiga ov mikið av pengum er in, og tað er populert, eftirtragtað. Kanska ongantíð so nógv sum júst í dag. Vit stríðast og strevast fyri at kunna keypa tey flottu og stóru húsini, líka flottan bil, sum grannin hevur ella helst eitt sindur flottari. Vit stríðast so vit kunnu fáa ráð at fara suðureftir at ferðast, tí so eru vit veruliga nakað. Vit hava so nógv um oyrini, at vit gloyma bæði okkum sjálvi og okkara kæru í øllum resinum. – Og vit halda, at um eg bara kann forvinna eitt sindur av pengum afturat, so verður lívið gott. So kann eg gleðast. So eri eg eynduríkur. Men nær er tað? –Nær hava vit nóg mikið? Nær eru vit nøgd?

So ein dagin, so rakar ólukkan okkum. Tilveran raplar. Vit missa arbeiðið. Vit missa ein av okkara kæru. Vit enda í hjúnarskilnaði. Gerast sjúk. Og hvat so? So standa vit eftir og kenna okkum so miseydnað, tí vit síggja, at tað, sum vit hildu vera eydnan, knappiliga einki hevur at týða. Tann dagin, tú missir tann tú elskar, hvønn týdningar hevur tað tá, at tú hevur nóg mikið av pengum á kontoini?

Men vit hoyra víðari, at teir báðir doyggja, at ríki maður endar í helviti, har hann pínist øgiliga, meðan Lazarus endar í himlinum, í fangi Ábrahams.

Og nei, hetta skal ikki skiljast soleiðis, at um man er vorðin vælsignaður við ríkidømi her í lívinum, so endar man í helviti. Ella um man hevur havt tað trupult her í lívinum, so endar man í himlinum. Nei, um vit lesa frásøgnina á henda hátt, so misskilja vit.

Heldur vil frásøgnin gera greitt, at tað er ikki samband millum, hvussu vit klára okkum her í lívinum, og hvar vit enda, tá ið vit doyggja. Tìbetur. Tað velst um nakað heilt annað, hjartað, sum trýr. - Og hjarta sær bara ein, og tað er Guð. Tí nyttar ikki, og tí skulu vit heldur ikki sjálvi døma um, hvussu menniskju skikka sær og gera niðurstøður, tí vit síggja ikki, hvat býr innaní teimum, tað er tað bara ein, sum sær. Men vit skulu tvørturímót altíð lata dómin verða upp til hansara. Vit hava ikki brúk fyri at gera niðurstøður um onnur menniskju, men bara syrgja fyri, at vit hava okkara samband vid Guð og næstan í lagi. Tí mugu vit ongantíð døma menniskju eftir útsjónd, eftir hvat tey eiga av góðsi og gulli. Vit eiga at fara líka við øllum menniskjum. Tí ríka á sama hátt sum við tí heimleysa. - Eins og Jesus sjálvur gjørdi.

Men gera vit tað?

Høvdu vit hjálpt Lazarusi, um hann hevði ligið uttan fyri dyrnar hjá okkum, fullur í sárum?
Ella høvdu vit svarað, sum handilsmaðurin svaradi konuni, tá ið hon kom inn í handilin og biddaði um pengar. Hann svaraði: eg gevi tær einki. Ein kona hevur akkurát verið her og biddað, hon fekk heldur einki, tí man kann jú ikki geva øllum!

- Kanska var tad soleidis, ríki maðurin hugsadi. Eg kann jú ikki hjálpa øllum, so eg geri bara einki!

Men tað er munur á ikki at kunna hjálpa øllum, og so at hjálpa tí, sum er lagdur uttan fyri okkara dyr. Soleiðis var við Lazarusi: Hann lá við dyrnar hjá ríka manni. Hann var vorðin ábyrgdin hjá ríka manni. Ríki maður var ikki bidin um at hjálpa øllum heiminum, men hann var biðin um at hjálpa honum, sum var lagdur uttan fyri hansara dyr, og tad hevði verið nóg mikið.

Men vit skulu als ikki at peika at ríka manni, tí fleiri av okkum búgva nokk eisini í glashúsi, og tí hava vit als ikki rád at kasta við steinum. Ella hvussu nógvir lasarusar munnu ikki hava ligið uttan fyri okkara hurð, uttan vit hava lagt merki til tað, ella hava valt at latið eyguni aftur?

Módur Theresa sum vígdi lív sítt til at hjálpa menniskjum í neyd segdi: eingin kann bjarga allari verðini, men kann man bara bjarga einum, hevur man gjørt nóg mikid.

Er tad í roynd og veru ikki hetta, sum er sannur kristindómur:

At síggja næstan, sum er lagdur utanfyri hjá okkum. At siga ja, og taka okkum av honum í kærleika. Er tad ikki soleidis, vit vísa okkara kærleika til Gud, at vit hjálpa næstanum? Kærleiki til Gud hevur einki at siga, um vit ikki vísa næstakærleika.

Ella sum eg las frá altarinum í áðni: Hvussu kunnu vit elska gud, sum vit ikki hava sæð, um vit ikki elska bróðurr okkara, sum vit hava sæð? Kærleiki til Guð eigur at vísa seg við at vit hjálpa, teimum, sum eru í neyð, at uppmuntra tey, sum hava tørv á tí, at troysta og vera nær, tá ið fólk eru sjúk, einsamøll og syrgja. Kærleiki til Guds eigur eisini at vísa seg vid at vit biðja fyri hvørjumøðrum. Tí um vit hava fingið so stóran kærleika frá Guði, at hann hevur fyrigivið okkum, hvussu kunnu vit so liva lív okkara uttan at vísa næsta okkara kærleika?

Hvussu er við tí menniskjanum, sum liggur uttanfyri tína hurð?

Jú líka so óbehagiligt, sum tað er at hoyra brandalarmin, líka so óbehagiligt kann tað vera at hoyra evangeliið í dag. Men um tað kann bjarga okkum frá ævigum deyða, so áttu vit kanska hóast alt at verið takksom?

Amen.