Skriva út

1. sunnudagur í advent (4)



Tekstur: Luk 4, 16-30

Sálmar: 88 – 87 – 83 / 286 - 82

Prædika í Vestmanna / Kvívík

Hetta heilaga evangeliið eftir seinnu tekstarøð til 1. sunnudag í advent skrivar Lukas evangelistur í 4. kapitli, ørindini 16 til 30:
--
Tað er eitt ævintýr um ein kongsson, sum átti foreldur, ið altíð góvu honum júst tað, hann ynskti sær.

Beinanvegin.

Sjálvt tá hann hevði føðingardag, hildu foreldrini ikki, at nøkur orsøk var at bíða eftir hesum. Tey kundu jú bara halda nakrar føðingardagar spjaddar her og har í árinum. Og tað gjørdu tey eisini.

Vinmenninir vóru sum vera man ikki sørt øvundsjúkir inn á hendan kongssonin.

Men í roynd og veru tráaði kongssonurin meira eftir teirra tilveru og støðu, enn vinmenninir gjørdu eftir hansara.

Tí hann varnaðist altíð ta serligu glóðina, sum sást í eygunum á vinmonnunum, tá teir tosaðu um tað, teimum longdist eftir, tað, sum teir bíðaðu eftir, og tað, ið teir vónaðu.

Og kongssonurin sá eisini, hvønn heilt serligan týdning, tann leingi væntaða føðingardagsgávan fekk fyri vinmenninar.

So glaður var hann ikki fyri nakað. Sjálvt ikki fyri teir 17 rasarabanaranar, sum hann hevði fingið, hvørja ferð, hann hevði sagt seg ynskt sær teir.

Tá jólini nærkaðust, skeyt hann upp fyri foreldrunum, at tey skuldu leggja seg eftir at royna at bíða, leingjast, vóna og síðan halda jól.

Foreldrini ánaðu ikki, hvussu hetta skuldi gerast. Heldur ikki kongssonurin sjálvur. Men hann skeyt upp, at tey skuldu tendra eitt ljós um vikuna. Eitt fyri at bíða, eitt fyri at leingjast, eitt fyri at vóna, og at enda eitt, tí jólini endiliga vóru komin.

Hesi vórðu tey bestu jólini, tey nakrantíð høvdu hildið á kongsborgini.

Betri, enn tey nakrantíð høvdu kunnað ímyndað sær.

Soleiðis kann ævintýr ljóða.

Ein onnur søga, sum sigst vera sonn, er hin um filosoffin Kierkegaard, sum aloftast ressaðist og fór úr sessi sínum í sjónleikarhúsinum, áðrenn framførslan var liðug.
Tí sum hann segði: Væntanargleðin er altíð hin størsta!


At vænta og vóna er kortini ikki altíð tað sama.

Pessimistar hava ikki altíð so gott orð á sær. Kend er søgan um gravsteinin hjá pessimistinum, har tað stóð: Hvat segði eg! Eg visti tað altíð!

Hinvegin er tað góða við pessimistum, at tað tey verða sjáldan vónbrotin!

Ella sum Steffen Brandt, sangari í Tv2 einaferð segði tað: Tað gongur ikki altíð, sum vit høvdu væntað, tí viðhvørt gongur tað nógv betur!

Tað var júst hetta, sum hendi hendan dagin í synagoguni í Nazaret, tá Jesus heldur sína fyrstu prædiku.

Tað er her vit fáa at vita, hvør hansara stevnuskrá ella yvirlýsing er.

Og hana finnur hann við at taka bókarulluna og rulla til hann finnur 61. tjúguna kapittul hjá Jesaja.

Har stendur m.a. at hann er komin at bera boðskap til fátæk. Týdningurin av orðinum fátækur er sera umfatandi á hebraiskum máli. Her rúmast bæði neyð, vesaldómur, sjúka, hjálparloysi, sorg, ørkymlan og alt, sum kann tykjast at gera menniskjað fátækt. Men á ein annan hátt eisini alt, sum kann gera eitt menniskja so sera menniskjasligt.

Jesus tosar eisini um at kunngera eitt náðiár. Summir bíbliutulkarar halda, at hann sipar til tað, sum stendur í 3. Mós. kap. 25, har eitt fagnaðarár verður umrøtt.

Sambært jødisku lógini skuldi hvørt 50.tjúgunda ár verða eitt fagnaðarár, og tá skuldu allir trælir latast leysir og øll jørð, sum varð seld seinastu 49 árini skuldi gevast aftur til tann upprunaliga eigaran. Allur órættur skuldi burturbeinast.

Men viðhvørt lekur millum teori og praksis, og tað er lítið sum bendir á, at hetta nakrantíð varð til veruleika, tí hetta hevur neyvan verið framt í verki.

Men nú gevur Jesus altso hesum fagnaðarári ella náðiári nýggjan týdning. Og tað er kanska ikki so løgið, at fólkið øtaðist, nú sonur ein púra vanligan timburmann skuldi lova eina so stóra sosiala broyting í teirra lívi. Tí hvussu hesin, sum tey jú kendu so væl, klára alt hetta?

Men hetta var yvirlýsingin Jesus kom við. At eitt nýtt náðiár er byrjað.
Og tað er við hesum orðum, vit byrja hetta nýggja kirkjuárið.

Tað er sum danski heimspekingurin, Kierkegaard, ið vit nevndu í áðni, vísir á, at á jólum er tað ævinleikin, sum kemur inn í tíðina.

Tíð og ævinleiki eru nevniliga ikki tað sama. Ævinleikin hevur hvørki byrjan ella enda. Men tað hevur tíðin.

Og tá Guð letur seg føða sum eitt lítið barn inn í verðina, ja, so kemur ævinleikin, sum er uttan byrjan og enda, inn í tíðina – tíðina, sum bæði hevur byrjan og enda her á jørðina. Taka vit t.d. teir gomlu griksku gudarnar, so vóru teir hevjaðir yvir tíðina hjá okkum her á jørðini. Men har er kristindómurin øðrvísi, við tað at hjá okkum er Guð ikki bara hevjaður upp um okkum, men hann valdi at gerast menniskja og koma inn í tíðina.

Tað er hetta vit kunnu fordjúpa okkum í, nú adventin er byrjað. Tað, at ævinleikin kemur inn í tíðina, merkir, at vit kunnu byrja av nýggjum, at vit fáa ein møguleika, ein kjans aftrat. Hóast tekstarøðin er gomul, so eru viðurskiftini, tíðin - og vónandi eisini prædikurnar - enn aktuellar fyri okkum, sum fáa møguleika at byrja av nýggjum.

Tí her møtast tað tímiliga og tað ævinliga. Adventskransurin er sum sirkul ævigur, men ljós eru eins og sunnudagar í advent og heimshornini, norður, suður, eystur og vestur, 4 í tali.
Tað æviga ljósið kemur altso inn í tíðina og inn í heimin.

Tí adventstíðin við sínum viólbláa ella lillaliti merkir ikki forskot, men fyrireiking. At hóast tað ikki altíð gongur sum væntað, so gongur kortini væl hjá okkum, tí vit eru ikki einsamøll.

Danski yrkjarin Søren Ulrich Thomsen gav fyri nøkrum árum síðan eitt yrkingasavn út, sum kallaðist “Det værste og det bedste”.

Her skrivar hann m.a. um framtíðina, sum er opin, og eingin veit hvat hendir í morgin.

Søren Ulrik skrivar heldur ófrættakent, at “tað versta er, at alt enn kann henda”. Og so leggur hann bjartskygt afturat: “tað besta er, at alt enn kann henda”.

Vit eru ikki einsamøll!

Á gravsteininum hjá Williami Heinesen í Havn stendur “Men alt er endnu i sin vorden”. Alt er á veg ella í vøkstri, alt verður fyrireikað.

Tí adventstíðin minnir okkum á, at eru jólini ikki komin, men vit eru á veg.
Ikki bara við eini vón.

Tí ein vón kann eisini vera vandamikil.

Við vónini kunu vit freistast til at siga, at alt verður betri, tá eg havi gjørt hatta – ella hatta fari eg at gera, um blivi 50,70 ella 90 ár. At alt verður betri í morgin!

Nei, adventstíðin minnir okkum á, at hon er ein væntanartíð, ikki forskotstíð. Tvs. at vit ikki skulu taka jólini upp á forskot, men heldur minnast til, at dagurin í dag er ein gáva, har ævinleikin kemur aftur inn í tíðina.

Kirkjuárið byrjar áðrenn kalendaraárið, tí í kirkjuni byrja vit áðrenn sjálva tíðina. Kirkjuársins perspektiv er ævinleikin - innihaldið í kalendarárinum er okkum ókent, meðan innihaldið í kirkjuárinum kenna vit. Vit vita ikki, hvat 2012 kemur at innibera – men tekstirnar í nýggja kirkjuárinum kenna vit, tí teir broytast ikki fyribils.

Líka so óvist, sum tað at vit klára at halda okkara nýggjárslyfti, leggja av at roykja ella eta feitt, líka vist er tað, at Guð er við okkum í árinum, vit nú byrja.

Vit skulu brúka møguleikan í dag. Tað er hetta sum adventskransurin minnir okkum á, at ævinleikin kemur inn í tíðina – inn í dagin í dag.


Eins og einglarnir sungu:
Í dag er tykkum ein frelsari føddur (Luk 2,11)
Jesus lovaði Sakeusi:
Í dag vil eg verða gestur í tínum húsi ((Luk. 19,5)
Og Jesus lovaði ránsmanninum á krossinum:
Í dag skal tú tú vera við mær í paradísi (Luk. 23,43)

Kirkjuárið og adventin minna okkum á, at vit eru í Guðs hond, at tað komandi eisini er nú.

Sálmurin “Ver vælkomið Harrans ár” finst í tvinnum útgávum í sálmabókini.

Ver vælkomið Harrans ár – 82 og 532
Kalendaraútgávan snýr seg um alt tað, vit seta okkum fyri – um grøðina á markini, frið og framgongd og gleði.

Advents- ella kirkjurársútgávan snýr seg um alt, tað Guð hevur sett sær fyri: Um jólanátt, tá orðið bleiv kjøt, páskamorgun, tá Hann reis upp, hvítussunnu, tá andin kom.

Og hvat hevur hetta so at siga fyri okkum?

Ein ókendur høvundur skrivaði einaferð:

Har svongdin ræður, er bjargingin breyð.
Har syndin tyngir, er bjargingin fyrigeving.
Har traðkað verður á menniskju, er bjargingin mannavirði.
Har fólk eru einsamøll, er bjargingin felagsskapur.
Har alt er meiningsleyst, er bjargingin trúgv og vón.
Har deyðin hóttir, er bjargingin boðskapur um uppreisn, eitt lyfti um nýtt liv.

Hetta har nakað av tí, prædikan hjá Jesusi snúði seg, stevnuskráin. Hesi fátæku, eru vit øll, ið halda okkum hava brúk fyri hesum. Og boðskapurin hjá Jesusi var til øll hesi fátæku, at ævinleikin kom inn í okkara dag í dag.

Gott kirkjuár!

AMEN

Theodor Eli Dam Olsen