Skriva út

13. sunnudagur eftir tríeindardag (trinitatis) (1)



Sálmar: 545, 62, 305 – 667, 353, 360, 76

Náði veri við okkum og friður frá Guði Faðir okkara og Harranum JK. Amen.
Hvør er næsti mín? Hvar er næsti mín? Havi eg ein næsta?
Tað er kanska viðkomandi at seta hesar spurningarnar, nú vit júst hava hoyrt evangeliið við tí kendu frásøgnini um hin miskunnsama sámáriubúgvan.
Nú eru hetta ikki nakrir nýggir spurningar, sum verða settir. Teir eru gamlir. Ja, vit kunnu leita heilt aftur til tær fyrstu síðurnar í Halgubók, tá ið Harrin Guð segði við Káin: “Hvar er Ábel bróðir tín? Og Káin svaraði: Tað veit eg ikki; eigi eg at varða um bróður mínum?”
Og spurningurin hjá Káini hevur verið viðkomandi, síðani hann var settur.
Viðhvørt skal okkurt serligt til at fáa eyguni upp fyri veruliga at síggja evangeliið. Vanliga hoyra vit við oyrunum, tá ið gleðiligi boðskapurin verður boðaður.
Í evangeliinum í dag um hin miskunnsama sámariubúgvan, hava vit hesa samansetingina: at hoyra og at síggja!
Frásøgnin man uttan iva vera ein av teimum best kendu av Jesu munni.
Hin lógkøni vildi fáa at vita, hvat hann skuldi gera fyri at arva ævigt lív: hann vildi hoyra – og hann fekk at hoyra... men ikki bara at hoyra, men sanniliga eisini at síggja...tá ið Jesus fortaldi søguna um mannin, sum fall í ránsmannahendur!
Í okkara tíð hoyra og síggja vit, hvør næsti okkara er: lesa í bløðum, hoyra í útvarpi og sjónvarpi og øðrum miðlum við.
Tann lógkøni vildi vita, hvør næsti hansara var.
Eftir at hava hoyrt og í huganum sæð frásøgnina hjá Jesusi, svarar hesum lógkøni sjálvur spurninginum, sum hann hevði sett Jesusi: nevniliga næstin er tann, sum gjørdi miskunnarverki – tann sum hjálpti – í hesum førum sámariubúgvin.
Tað góða við evangeliinum er, at tað fær okkum at ganga í okkum sjálvi.
Soleiðis er orðið, sum boðað verður: tað skapar tað tað nevnir og vendir ikki tómt aftur.
Hetta er gleðiboðskapurin um frelsu, frið og ævigt lív. Tað eru hesi orðini, sum við Guðs góða heilaga anda skapa og styrkja trúnna í okkum, tá ið vit taka orðið til okkara.
Evangeliið í dag fær kanska onkran at hugsa: Hvat er tað, sum nú hevur størst týdning: Er tað orðið – prædikan – ella gerningurin – tænastan – fyri næstan?
Tann lógkøni spyr: Hvat eigi eg at gera fyri at eg kann arva ævigt lív?
Ein ógvuliga avgerandi og viðkomandi spurningur! Jesus vísir til lógina, og spyr, hvussu hann lesur lógina.
Tá svarar hin lógkøni við stóru trúarjáttanini hjá jødum , Sjema, (5.Mós.6,4-9) um at elska Guð og næstan.
Júst tað, sigur Jesus: Ger tú hetta og tú manst liva! Sjema merkir: Hoyr...
So stendur um hin lógkøna, at hann vildi gera seg sjálvan rættvísan og spyr aftur: Hvør er næsti mín?
Tað skrivaða orðið var ikki nóg mikið at sannføra tann lógkøna um hvør næstin var. Men tá ið Jesus konkretiserar – sker út í papp – hvør næstin er, raknar hin lógkøni við.
Fyri 50 árum síðani kom út ein bók við heitinum “Kirkjan argar”, sum danski presturin Haldor Hald skrivaði.
Haldor Hald arbeiddi í nógv ár í kirkjuliga felagsskapinum “Krossherurin hjá kirkjuni” ella “Kirkens Korshær”.
Í bókini viðgerð hann júst henda sama spurningin, hvør næsti okkara er.
Rithøvundurin leggur dent á, at kirkjan hevur eina týðandi uppgávu, tá ið tað er talan um tey veiku í samfelagnum.
Kirkjuliga hjálpartænastan, tað veri seg til likams og sálar, sum eisini verður kalla diakoni, eigur ein sjálvsagdan rætt bæði í gudstænastuni og í kirkjuliga arbeiðinum sum heild.
At “kirkjan argar” skal vísa, at júst kirkjan eigur at ganga undan í tænastuni fyri næstanum – líka mikið hvør næstin er.
Einastaðni í bókini tekur hann soleiðis til, tá ið hann skrivar um tað líðandi menniskja:
“Hevur hesin brúk fyri mær, eri eg næsti hansara.
Leikpartarnir ella rollurnar verða býttar um: tað eri ikki eg, sum eri harrin sum skal gera av, um eg havi lyst til at hjálpa ella ikki. Eg havi skyldu til at tæna honum í tí konkretu støðuni, sum eg upplivi saman við næstanum. Eg eri ein tænari, sum havi fingið eina uppgávu.
Við øðrum orðum: tað er tann veiki í hvørji støðu hann annars er í, sum setir dagsskránna um at hjálpa og ikki mínar annars so vøkru ætlanir.
Styrkin at hjálpa liggur sostatt í veikleikanum hjá næstanum!
Rithøvundin lýsir hesa støðuna við hesum orðunum:
“Trúgvin flytir sentrum hjá einum menniskja frá sær sjálvum yvir á Kristus! Guð brúkar styrki sína at gera seg veikan saman við tí líðandi menniskjanum!”
Hetta er næstakærleiki so tað forslær.
Hetta er trúgv virksom í kærleika!
At trúgvin flytir sentrum hjá einum menniskja við øllum lógum, fyriskipanum og regluverki fyri røttum lívi yvir á Kristus, er tað sama sum at kenna Kristus við hansara kærleika og náði. Ja, hetta er tað æviga lívið: At kenna Guð og Jesus, sum hann hevur sent til okkara, sum Harra og Frelsara
Vit kunnu hava so nógvar og vakrar ætlanir, sum hugsast kunnu, men hava vit ikki trúgv, sum er virksom í kærleika, fellir alt til jarðar, tá er alt tær beru lótir!
Vit lósu frá altarinum: Tað er ikki longur eg sum livi, men Kristus livir í mær.
Tað er júst hetta, sum er drívmegin í øllum hjálpararbeiði: Motivið ella orsøkin at eg og tú og vit øll kunnu hjálpa er, at Kristus livir í mær og tær og í okkum øllum!
Uppgávan hjá okkum er at hjálpa næsta okkara, hvør og hvar hann so er.
At hjálpa næstanum er eisini at kenna sína vitjunartíð! Tað er at hjálpa í tí røttu løtuni. Ikki fyri løtuvinning ella við baktanka men av kærleika.
Tað er so ymiskt, sum næstin hevur tað: sjúka, hugtyngsla, skilnaður og brotið familjulív og kanska ein búskapur, sum er farin í upploysn.
Leiðin frá Jerúsalem oman til Jeriko var vandamikil. Tað var ein oyðivegur. Har lógu nógvir vandar og lúrdu. Umráðandi var at koma skjótt fram eftir vegnum fyri ikki at koma í klørnar á ránsmonnum.
At so okkurt hjá hesum Harrans monnum, sum í skundi koma gangandi skuldi verið gjørt, sum ikki varð gjørt har á leiðini var bert spell, tí tað vóru onnur størri og meiri týdningarmikil mál á skránni bæði hjá prestinum og levitinum, sum skuldi avgreiðast í høvuðsstaðnum – Jerusalem!
Vit kunnu seta spurningin: Hava vit eina kirkju sum argar? Evangeliið fær okkum altíð at hugsa.
Í samfelagnum verður nógv tosað um raðfestingar! Raðfesta vit í kirkjuni, tá ið tað er talan um næstan? Siga vit frá, tá ið næstin lýðir neyð? Hvar er samvitska okkara í øllum teimum avgerðum, sum tiknar verða í okkara tíð bæði í menniskjaligum og í búskaparligur viðurskiftum?
Kirkjan skal prædika gleðiboðskapin. Ja. Men trúgv uttan gerningar er ein deyð trúgv – eingin trúgv!
Ein av teimum mongu spurningunum trúbótarmaðurin Martin Luther var upptikin av var orðið rættvísgering. Hvussu verða vit rættvísgjørd? Hvør ger hvat? Hvat geri eg? og hvat ger Guð?
Luther sigur, at tað er trúgvin á Guð, sum rættvísger. Og at tað er Guð, sum við orði sínum við náðini – náðin merkir tað fyrigevandi sinnalagi – sum vit hava fingið við Jesusi, sum skapar trúnna í okkum.
Tá ið hetta er sagt, leggur hann aftrat: gerningarnir eru altíð avleiðing av evangeliinum og trúnni – ikki ein treyt fyri at trúgva!
Tí eru vit í trúnni á Jesus Kristus sendiboð í hansara stað. Sendiboð bæði í orði og í verki at tæna næsta okkara hvør og hvar og hvussu hann so er!
Vit syngja um eina løtu sálmin: Tú, sum elskar okkum, sum vit eru. Eitt ørindi ljóðar:
Uttan teg man pengavaldið ráa/ gera lívið bæði grátt og kalt,/ ikki tíð til børn og gomul fáa,/ sansa ei um fuglasong og alt./ Uttan teg fer gleðin sum á høkjum,/ uttan teg er lívið alt í fløkjum.
Enn einaferð hava vit hoyrt gleðiliga boðskapin í kirkjuni í dag.
Móti endanum á frásøgnini í evangeliinum spyr Jesus hin lógkøna: Hvør av hesum trimum tykist tær er vorðin næsti hansara, sum fallin var í ránsmannahendur?
Hin lógkøni svaraði: “Tann, sum gjørdi miskunnarverk ímóti honum.”
Og Jesus segði við hann: “Far tú og ger so við!”
Soleiðis ljóðar áminningin enn einaferð til okkara í dag, áðrenn vit fara heim.
Guð hjálpi okkum at tæna næsta okkara í kærleika og á rættan hátt, og at hann fyrigevur okkum, tá ið vit ikki gera tað av fullum huga.
Ein hevur tikið soleiðis til: Tá ið vit doypa okkara børn, sum vit eisini gera í dag, verða tveir krossar gjørdir. Ein fyri andlitið og ein fyri bróstið. Við øðrum orðum ein kross fyri viti og ein fyri kærleikan trúgva vit, at vitið er í høvdinum og kærleikin býr í hjartanum .
Vit hava brúk fyri báðum krossunum vitinum og kærleikanum – eisini í tænastuni fyri næstanum!
Amen!

Uni Næs