Skriva út

Hvítusunnudagur (4)



Sálmar: 697-634-234-229-13

Í dag er Hvítusunna og vit eru boðin í føðingardag. Kirkjan, alheimskirkjan, hevur føðingardag. Sum við einum og hvørjum føðingardegi, sum hildin verður, hátíðarhalda vit eisini í dag lívið. Ein og hvør føðingardagur, sum hildin verður, verður í roynd og veru hátíðarhildin í takksemi um lívið og tey menniskju, vit hava at liva saman við. Soleiðis er eisni, tá kirkjan heldur føðingardag. Vit hátíðarhalda samfelagið... lívið... møguleikar – alt tað, sum knýtir okkum saman. Tá kirkjan hevur føðingardag er talan tí ikki um hátíðarhald av prýðiligum kirkjubygningum, ella av eini ávísari grein innan kristindómin. Tá kirkjan hevur føðingardag hátíðarhalda vit, sum sálmaskaldið Grundtvig yrkti, at Guðs signing yvir dustið andar, vit hátíðarhalda at Heilagi andin kysti jørðina, um man so kann siga, vit hátíðarhalda kreativitet og inspiration og at óavmarkaða samfelag teirra heilagu soleiðis var borðið í heim.

Kirkjunnar stóru høgtíðir eru jól, páskir og hvítusunna, virka sum ein tríeind í okkara kirkjuári, ja í okkara kalendaraári. Men hóast hetta, at hvítusunnan hoyrir heima saman við teimum stóru dreingjunum so er hvítusunnan fyri mong ein av teimum diffusu, ella ógreiðu høgtíðunum. Hetta er kanska heldur ikki so undarligt. Vit hava ikki trupulleikar við at ímynda okkum barnið í krubbuni jólanátt, og mannin á krossinum Langa fríggjadag. Hetta er lætt at tosa um. Ítøkiligt. Men tá Heilagi andin verður tikin upp til umrøðu fattast okkum tíðum orð. Hvussu ímynda vit okkum andan? Hvussu lýsa tað abstrakta, tað óítøkiliga og luftiga, uttan at tað samstundis gerst meiningsleyst ella innantómt? Kanska er tað júst av hesi somu orðsøk, at enski guðfrøðingurin Alistair McGrath einastaðni kallar heilaga andan fyri tríeindarinnar Øskufíu. Systrarnar báðar (faðirin og sonurin) eru bodnar til háttvirda teologiska veitslu, meðan Heilagi andin situr einsamallur eftir. Samanberingin er ikki heilt av leið. Tí tað er lættari at tosa um tað, vit ítøkiligt kunnu ímynda okkum, enn um tað, sum í dag verður kallað ein Talsmaður, og í Ápostlasøguni verður lýst, sum tungur av eldi. Hvussu skulu vit í grundini fyrihalda okkum til alt hetta? Hetta er ein avbjóðing.

Men, vit sita her í dag, savnast, koma í føðingardagsveitslu... so okkurt hava vit hóast alt fangað... ella, rættari sagt: okkurt hevur fangað okkum. Kanska hetta, at boðskapurin um Jesus, at sannleikin um hann og um okkum sjálvi, ger okkum frí. Kanska hava vit roynt og merkt hetta, at samfelag teirra heilagu er innihaldsríkt, at felagsskapurin er týdningarmikil. Tað kann væl vera, at ringt er er finna tey røttu orðini at lýsa Heilaga Andan, men hóast tað, so leita vit innan kirkjugátt, leita vit inn í tað samfelag, sum Hvítusunnudag bleiv íblást og borið í heim av Anda Guðs.

Jesus gevur í dagsins prædikuteksti lærusveinum sínum hetta lyftið: Eg lati tykkum ikki verða eftir faðirleysar. Eg fari burtur frá tykkum, men eg gevi tykkum ein annan talsmann, og hann skal vera hjá tykkum allar ævir, sannleikans anda. Sambandið við tað guddómliga verður sostatt ikki kvett, og er tað ikki, hóast Kristus er farin til himmals. At vera faðirleysur í hesum sambandi merkir, at sambandið hevði verið kvett – at sambandið millum Guð og menniskjuna hevði verið avmarkað til Jesu søguliga persón tá.

Hvørvur sambandið við Guð, so hvørvur samfelagið og okkara samband hvør við annan eisini. Vit missa samanhangin. Til okkara egnu søgu og til lívsumstøðurnar hjá okkara medmenniskjum. Vit gerast fremmand. Heilagi andin stendur sum vernd móti, at hetta skal henda. Bæði fyri okkum sum einstaklingar, og fyri okkum sum kirkja, sum samfelag. Andin er talsmaður, og vitnar um Jesus. Leggur ikki nakað afturat, trekkir ikki nakað frá. Tað, sum sermerkti Jesu lív eina mest var hetta, at hann setti “skeivar eksistensar” inn í nýggjan samanhang. Menniskju, sum av eini ella aðrari orsøk vóru skúgvað til viks, sett uttanfyri samanhald og samanhang, tey tók Jesus í hondina, og leiddi inn til eitt lív við nýggjum møguleikum, nýggjum lívssamanhangi. Við at vitna um Jesus skapar Guðs andi enn nýggjar lívssamanhangir. Tekur okkum í hondina og leiðir okkum inn í ein samanhang, har vit ikki eru faðirleys, har vit kunnu trúgva, at lív okkara og lívið hjá næstanum er í Guðs hondum, hóast alt.

Jesu atferð gjørdi, at hann var í støðugum stríði við farisæararnar. Tað var hann millum annað tí, at teir hildu seg hava funnið hin aboslutta sannleikan í lógini, sum skrivað var á steinar. Teir vildu frelsa seg sjálvar – og ikki minst onnur – við einum heilagum fasitlista, kallaður Móselógin. Til hetta sigur Jesus: lógin er til fyri menniskjunnar skuld, tí er hon ikki heiløg í sjálvari sær, men eigur at taka hædd fyri tí, sum gagnar menniskjuni. Jesus mótmælir fariseranna sjálvsrættvísi og stremban eftir einrættan og líkskapi.

Heilagi andin, sum talsmaður, leggur ikki nakað afturat Jesu orðum, men hevur hina somu uppgávu. At tryggja, at orðini um Jesus, og Jesu orð, ikki verða til lógorð ella ein heilagan fasitlista, men at tey verða, sum profteurin sigur, skrivað inn í hjarta menniskjans. Hjarta, sum er livandi og lívgevandi. Tann nýggi lívssamanhangurin, heilagi andin tekur menniskjuna inn í, eigur ikki at vera ekskluderandi, men inkluderandi, livandi, fjølbroyttur og litríkur. Júst sum Guðs skapanarverk, sum hann sá var gott. Heilagi andin skal, sum onkur hevur sagt, tryggja, at kirkjan, og boðskapurin um Várharra ikki gert fundamentalistiskur, avbyrgjandi, sjálvrættvísur, men opin, innbjóðandi, nýskapandi, hugfloygdur, andborin.

Talsmaðurin leggur ikki nakað afturat orðum Jesusar, men syrgir fyri, at tey koma til okkara, og eru relevant enn í dag, at tey eru aktuell og kunnu tulkast inn í nýggjar tíðir og støður. Sum til dømis, tá ein tala, hildin av Jesusi skírhósdag, verður av okkum tulkað hvítusunnumorgun – inn í ein nýggjan samanhang, eina nýggja tíð. Jesu lív endar tískil ikki við hansara deyða ella himmalsferð, men heldur áfram í boðanini av orðinum hvítusunnumorgum.

Tá vit tosa um heilaga andan, eru vit noydd til at nýta myndamál. Vit kunnu siga: heilagi andin er sum luftin, ella vatnið, ella eldur. Hesar myndir eru sjálvandi ikki fullkomnar. Men allar hava tær tað til felags, at tær vísa á lív, á broyting, á møguleikar. Vatn, sum stendur stilt, rotnar. Luftina kunnu vit ikki liva uttan. Eldur, sum kann oyðileggja, hevur eisini reinsandi eginleika. Andin vitnar um Jesus, sum er sannleiki, sum er kærleiki.

Og Andin skapar samfelagið, tað kristna samfelagið. Tað óítøkiliga, sum vit einans kunnu tosa um í myndum og líknilsum gerst ítøkiligt, tá vit síggja avleiðingarnar. Tá samfelagið, sum Andin innblæsur, og felagskapurin kring Jesu orð og lív trívist og veskur, tá Guðs kærleiki til okkara sæst aftur í kærleikanum okkara millum. Tá lívið, lívið hjá tí einstaka verður vart og fjálga um hóast trongd og trupulleikar, tá er tað, at eisini vit sleppa at merkja, at heldur ikki vit eru latin faðirleys eftir. Ristingarnar av Andans komu hvítusunnudag merkjast enn.

Tað er tí at harmast um, at hesin triði partur av tríeindini hevur fingið pláss við síðulinjuna. Hvítusunna er høgtíðin, sum á ein hátt talar týðiligast inn í okkara samtíð og samfelag. Við at vísa á Jesus talar hon ímóti sjálvrættvísi og sjálvsókni, og vísir okkum á, at okkara søga hoyrir saman við Guðs søgu, og saman við søguni hjá okkara næsta. Heilagi andin skapar samfelag – í einum samfelag, har ein fremmandgerandi andi tykist hvíla yvir okkara modernaðu mentan, sum sigur okkum, at ein og hvør er sær sjálvum næstur.

Heilagi andin er tað mótsatta av hesum fremmandgerandi anda. Hetta vísur hvítusunnuboðskapurin okkum aftur í ár. Jesus lovar lærusveinum sínum samfelag. Hóast hann fer frá teimum, verða teir ikki faðirleysir, gerast teir ikki einsamallir. Nei, tá Talsmaðurin kemur, ja, tá kann Guð kennast av øllum. Tað, sum áður var avmarkað – Guð, sum menniskja í Jesusi, verður við Heilaga andanum óavmarkað, Guð ger seg sjálvan kendan fyri øllum menniskjum. Og tað ger hann á øllum tungumálum, sum vit lósu um í Ápostlasøguni. Tað, sum áður bant Guð til ávísa tíð og ávíst rúm í menniskjanum Jesusi, verður við Heilaga andanum loyst, so at tíðin og rúmið gerst tann tíð og tað rúm, vit øll kunnu fáa og taka lut í. Boðskapurin gerst universellur, verður alheimsgjørdur, tá talsmaðurin kemur, og tekur búgv í okkara hjarta – okkara innasta, okkara nærmasta.

Danski rithøvundurin Tage Skou-Hansen hevur sagt nakað soleiðis um kristindómin: kristindómurin er verja móti sjálvgleði og følskum vónum um menniskjans egnu fullgerð – og harafturat ein vernd móti tí vónloysi sum fellir á okkum, tá vit ikki fáa tað, vit helst vilja hava. Sannleikans andi, ella Heilagi andin kann sigast vera vernd móti sjálvgleði, følskum vónum og vónloysi í sjálvum kristindóminum. Sum Guðs andi, sum skapar og livandigerð bókstavin, borgar hann fyri, at kirkjan er eitt dynamiskt samfelag, altíð í broyting, altíð savnað um hin sama, livandi Guð. Andin blæsir lív í samfelagið, forðar stillstøðu og at rot skal koma í. Kirkjan sum samfelag er fjølbroytt og marglitt, er samansett av ólíkum og ymiskum menniskjum, sum tó øll hava fingið somu uppgávu. At liva í Guðs kærleika, at bera vitni um Jesus og lata Heilaga andan skapa hin góða andan.

Má Guðs andi geva okkum vísdóm og styrki til tess.

Gleðiliga Hvítusunnu!