Skriva út

Prædika 1. sunnudag eftir trettanda - Gjáar kirkja

Tekstir: Róm. 12,1-5 og Luk. 2,42-52. Prædika: Faðirin.

Í navni Faðirsins og Sonarins og Heilaga Andans. Amen.

Sambært Móselógini varð álagt øllum Ísraelsmonnum at fara niðan í halgidómin – templið – í Jerúsalem tríggjar ferðir um árið – til tær stóru høgtíðirnar. Hetta varð ikki álagt kvinnunum. Tær vóru tó ofta við. Men av tí at ferðin hjá mongum kundi vera drúgv og trupul – ferðaum- støðurnar vóru sjálvandi ikki tá sum nú – vóru tað tey, sum ikki megnaðu at halda hesa fyriskipan og komu so tað einu ferðina um árið, oftast á páskum.

Tá ið dreingirnir vóru um tólv ára aldur, vórðu teir vanliga tiknir við, so at teir kundu koma at kenna nakað til tempultænastuna – læra um lógina og tempulgudstænasta. Teir gingu jú til fyrireiking – gingu at lesa, tí at árið eftir – sum trettan ára gamlir – gjørdust teir "Bar Mitzwah," "synir av lógini," við persónligari skyldu at halda lógina. Vit kunnu siga, at her var talan um eitt slag av konfirmatión. Og  tá kundu teir vera ímillum tey tíggju mannfólkini, sum máttu verða til staðar, um gudstænasta kundi verða hildin í samkomuhúsinum – synagoguni. Tað hjálpti ikki, um fleiri konufólk vóru møtt.

Tað er í hesum sambandi, at Jesus fer við foreldrum sínum niðan til Jerúsalems. Og tað er í hesum viðfangi, at vit hoyra tey fyrstu orðini, sum halgabók ber okkum av Frelsarans munni, og sum møta okkum í dagsins teksti:"Vistu tit ikki, at eg eigi at vera í tí, sum Faðirs míns er?" Hesi orðini kunnu eisini týðast soleiðis: í Faðirs míns gerningi, ella: í Faðirs míns húsi.

Hetta eru fyrstu orð hansara í hini Heilagu Skrift; og leitar hugur okkara frá hesum fyrstu orðum hansara til tey seinastu, sum Halgabók ber okkum, er tað tá ikki vakurt, beinrakið og týdningarmikið at lesa tey seinastu orð hansara her foldum, sum hann mælti á krossinum:"Tað er fullgjørt; Faðir, í tínar hendur gevi eg anda mín."

Tað er sum um at hesi fyrstu orð hansara og tey seinastu rætta hvørt øðrum hondina. Her er ein, sum er trúgvur í gerningi sínum alt frá fyrsta degi til tann seinasta, alt frá barnadøgum og til deyða. Og grundtónin, sum gongur ígjøgnum alt, er sagt við einum einasta orði:"Faðirin." Alt avgerandi er at gera vilja Faðirsins.

Eins og hann í teimum fyrstu orðunum talar um, at tað er bæði gleði hansara og skylda at vera í tí, sum Faðirsins er, soleiðis hoyra vit hann eisini seinni siga, tá ið hann stóð mitt í lívsyrki sínum, at tað var matur hansara, at gera vilja Faðirsins.

Tá ið hann var glaður í huga, kundi hann siga:"Eg takki tær Faðir."

Um tyngstu stund sína í lívinum, sigur hann:"Skuldi eg ikki drukkið tað skál, sum Faðir mín hevur givið mær? Faðir, verði ikki vilji mín, men tín."

Tað er sum um at yvirskriftin yvir øllum lívi hansara er henda: "Eg eigi at vera í tí, sum Faðirs míns er."

Hjá okkum er tað ikki sum hjá Jesusi, at grundtónin í øllum tí, sum vit eru og havast at uttan nakað misljóð er Faðirin; vit vita tað og kenna tað alt ov væl, at hevur Guds Andi fingið lagt hetta orðið: Faðirin sum ein grundtóna í hjørtu okkara, so er har eisini ein annar tóni, sum vil ráða, tann tónin, sum vit arvaðu frá fyrstu foreldrum okkara, og sum sigur:"Eg og aftur eg." Tað er eginviljin, egingóðskan, sum søkir gleði sína, lív sítt, samfelag sítt aðrarstaðir enn hjá Faðirinum, har sjálvsøkni fær loyvi at liva og nørast. Tí at í samfelagnum við Faðirin má sjálvsøkni doyggja.

Og tí mugu vit siga við okkum sjálvi, at vit eiga at vera í tí, sum Faðirsins er, eisini mótvegis innarligum kærleiks- og vinarbondum annars um neyðugt. Einki má forða okkum í at vera í samfelag við Faðirin.

Tí mugu vit ferð eftir ferð siga við okkum sjálvi, tá ið hugurin tykist lítil at koma í kirkju, til orðið, bønina og Harrans máltíð – altarborðið –, tá  eitt sinn er við at stinga seg upp í okkum, sum bert hugsar um egnan tørv og ikki tørvin hjá øðrum:"Tú eigur at vera í tí, sum Faðirs tíns er - í Faðirs tíns húsi, í Faðirs tíns gerningi."

Úr halgidóminum fór Jesus við foreldrum sínum oman til Nasaret, lesa vit, og var teimum lýðin.

Tað kundi í fyrstu syftu sæð út, sum um at tað var ein mótsetningur ímillum tað tign, sum var yvir Jesusi í templinum, tá ið foreldrini funnu hann aftur, og so hetta at hann var teimum lýðin og fór heimaftur.

Men í veruleikanum er her eingin mótsetningur, heldur er her ein djúpur samanhangur. Hann fór heim við foreldrunum og var teimum lýðin sum tann, ið eisini í tí var í tí, sum Faðirsins er – í tí gerningi, sum Faðirin hevði givið honum at útinna.

Tí vilja vit lata hetta minna okkum á, at vit eiga at vera í tí, sum Faðirsins er, eisini soleiðis at skilja, at vit útinna okkara dagliga yrki, sum Gud setti okkum til í heiminum, við trúskapi og nærlagni, havandi í huga, at vit eisini í eru í tí, sum Faðirsins er – í Faðirsins gerningi.

Tá ið Jesus kom heim aftur til Nasaret og, sum hugsast kann, fór undir timburmansarbeiðið saman við Jósefi, fosturfaðir sínum, sum var timburmaður, hvør kann tá ivast í, at Jesus eisini í hesum sá stórleikan í tí at vera í Faðirsins gerningi.

Dagliga yrki okkara, um tað í mannaeygum er stórt ella smátt, fær eins og eitt annað innihald og ein annan stórleika, um vit duga at síggja tað, sum nakað, ið verður gjørt eisini í Harrans tænastu.

Og gerningurin skal verða útintur í lýdni.

Jesus var jødisku foreldrum sínum lýðin. Lýdni hansara ímóti jarðisku foreldrum sínum var í djúpasta týdningi eisini lýdni ímóti Faðirinum í himli. Tí har menniskju eru í Faðirsins tænastu, har vil tað føra til lýdni, ofta til lýdni móti menniskjum, men altíð til lýdni móti Gudi. Tí at tað kunnu gevast serligar umstøður, tá ið hvørki ber til at vera foreldrum ella øðrum menniskjum lýðin, ei heldur teimum ráðandi,

Tá er hetta orðið galdandi, sum sjálvandi heldur ikki skal misbrúkast í tíð og ótíð, at “Gudi er meira at vera lýðin enn menniskjum.”

Sum eisini tey fyrstu kristnu í Róm vóru greið yvir, tá ið tey sum lóglýdnir samfelagsborgarar annars, kortini ikki vildu tilbiðja keisaran, sum kravt var av teimum sambært landsins lóg, og harvið vóru borgarligari lóg ólýðin og tóku fylgjurnar.

Lív okkara sum kristin eigur at bera í sær trúfesti og lýdni, og sum børn Faðirsins eiga vit ikki at kenna okkum ov stór ella ov góð til at boyggja okkum í lýdni, har ið Gud hevur sett menniskju yvir okkum.

Tí eiga vit at siga við okkum sjálvi, tá ið okkara sjálvsøkna og ráðaríka lyndi hevur hug at stinga seg upp í okkum:"Eg eigi at vera í Faðirsins gerningi – í lýdni."

Síðani lesa vit, at Jesus tók til í vísdómi og aldri og yndi hjá Gudi og monnum. Og soleiðis átti eisini okkara lív at verið – ein áhaldandi og støðugur vøkstur í trúarlívinum alt frá fyrstu árum.

Men hjá hvussu mongum okkara hevur hetta gudslívið, sum varð føtt í dópinum, fingið loyvi at vaksa ótarnað? Hvussu mong eru ikki, sum mugu líta aftur at árum, har hesin heilagi vøkstur hevði ringar umstøður, varð tarnaður og í ringasta føri avbrotin – steðgaður?

Hvussu nógv øðrvísi vildi kristinlív okkara ikki verið, um dópslív okkara hevði fingið loyvi at vaksið sín javna, heilaga vøkstur alt frá barna- og ungdómsárum til ellissár uttan at verðið tarnað ella enntá steðgað á lívsleiðini?

Men so er ikki, og hetta eru so mannakor.

Hvussu verja og varða vit so um henda vøkstur? Aftur her er hin heilaga Gudsmóðurin, Maria moy, sum so mangan, okkum ein fyrimynd, tá ið sagt verður um hana, at hon goymdi øll hesi orð í hjarta sínum. Og við hesum í huga kunnu vit svara, tá ið vit aftur spyrja:"Hvussu verja og varða vit um henda vøkstur?" "Tað hendir millum annað við trúliga at søkja samfelag Faðirsins í halgidóminum – í kirkjuni – í hinum heilaga samfelagnum, gudstænastuni, orðinum, bønini, lovsanginum og hini heilagu kvøldmáltíðini – altarborðinum, og síðani í lýdni og við trúfesti at útinna tann dagliga gerning, sum Faðirin hevur givið okkum, so at vit ikki bert í sjálvsøkni tæna okkum sjálvum, men eisini medmenniskjum okkara.

So hava vit í dag søkt Guds hús – halgidómin – ikki tí at lógin, sum í gamla sáttmálanum – Gamla testamenti – krevur tað, men tí at vit vita, at vit eiga at vera í Faðirsins húsi, fyri har at fáa styrki til at vera í tí sum Faðirsins er – í Faðirsins gerningi bæði gerandis og heilagt.

Æraður veri Faðirin og Sonurin og Heilagi Andin, sum tað var í upphavi, so nú og altíð, og um allar ævir. Amen.

Sálmar: 260 – 330 // 620 – 262.