Skriva út

Páskadagur (1)



Tekstur:

Páskadagur 27. mars 2016 - Hoyvíkar kirkja
Sálmar: 197 – 210 – 630 / 198 – 353 – 652 – 211

Stutt eftir russisku kollveltingina í 1917 helt kommiserurin fyri fólkaupplýsing og undirvísing, Anatolij Lunatscharsky, almennan fyrilestur í Moskva. Evnið var ”Tann burturoldaða ella ótíðarhóskandi guðstrúgvin”, og kommiserurin sló fast, at guðstrúgv nú var yvirvunnin og mótprógvað.
Eftir fyrilesturin var høvi at gera viðmerkingar. Ein ungur, klombrutur og smæðin ortodoksur prestur bað um orðið. Hann fekk greitt at vita, at hann skuldi gera skjótt av. Hann fór upp á talarastólin og segði: ”Brøður og systrar – Christos woskresse! Kristus er upprisin!” Og tann stóra fjøldin svaraði aftur: ”Woistinu woskresse – sanniliga er hann upprisin!”



Ortodoksi presturin legði aftrat: Eg havi ikki meira at siga! Hann fór av talarastólinum, og fundurin varð beinanvegin slitin.

Hesir báðir setningarnir, sum tann ungi presturin og fjøldin heilsaðu hvørjum øðrum við, eru tey orðini, sum russisk kristin gjøgnum øldir hava heilsað hvørjum øðrum við, tá tey hittust til guðstænastu páskanátt.
Kristus er upprisin – ja, sanniliga er hann upprisin!

Tað er okkum í holdi borið sum menniskju at søkja eftir frágreiðingum. Vit leita eftir meining, og hana skulu vit kunna skilja. Vit kunnu siga, at frágreiðingin er ein andalig hertøka ella ognartøka. Hava vit fingið greiði á onkrum, hava vit fingið tað greitt soleiðis, at vit skilja tað. Og so hava vit á ein hátt ræði á tí. Tað óskilta, tað, ið ikki kann greiðast frá, er uttan fyri okkara sjónarring. Uttan fyri okkara andaliga ræðisrætt.
Í frágreiðingini og fatanini leggja vit hugtøk og fyribrigdi undir okkum.

Men meðan tað í grundini bert er ein sera lítil brotpartur, vit eiga av materiellum tingum her í verðini og ráða yvir, kanska okkurt hús, jørð ella fyritøku, um væl stendur til, so kunnu vit við at greiða frá onkrum vinna ræði á stórum pørtum av verðini. Eisini saman við øðrum væl vitandi menniskjum. Tað at fáa okkurt fortalt og greitt frá gevur okkum eitt ávíst andaligt vald og eina gleði – eina ognargleði.

Men øll frágreiðing hevur sítt mark, og tað markið er deyðin. Ikki bert tí, at okkara verð finnur sítt mark í deyðanum – vit kunnu ikki fylgja einum menniskja longur enn til deyðan – men okkara søga og frágreiðing doyr eisini tann dagin, vit fara hiðani.

Men tá øll søga, øll frágreiðing og meining hvørva – tá koma páskirnar!

Tí uppreisnin er Guðs meining og Guðs møguleiki.

Tað ber ikki til at trúgva á Guð, og ikki trúgva á uppreisnina.

Guð kann ikki definerast, tí so avmarka vit hann, og so er hann ikki Guð longur.

Men skulu vit siga, hvør Guð er, kunnu vit siga sum kendi guðfrøðingurin og presturin K.E. Løgstrup sigur í eini páskaprædiku: Guð er tann, sum hevur allar møguleikar í síni hond. Tað merkir almakt.
Guð letur seg ikki avmarka av tí sannlíka – tí, sum vit vænta fer at henda. Hansara vald hevur einki mark – heldur ikki tá tað snýr seg um at sigra á deyðanum.

Løgstrup sigur tað soleiðis: ”Uppreisnin frá deyðum kann hvørki greiðast frá ella ikki greiðast frá, tí frágreiðingin sjálv má doyggja saman við okkum menniskjum, sum vilja hava frágreiðingina.
Uppreisnin frá deyðum er hvørki sannlík ella ósannlík, tí menniskjan, ið ger mun tí sannlíka og ósannlíka má doyggja.
Tí er trúgvin á uppreisnina ikki ein møguleiki innan fyri hetta jarðarlív.
Trúgv á uppreisnina, er ikki nakað vit bara kunnu hava við síðuna av so nógvum øðrum sum t.d. at elska konuna, uppala børnini, vóna, at slaktið í heyst fer at hilnast væl ella at gleða seg til sín føðingardag.
Men trúgvin á uppreisnina er endin á hesum mannalívinum – endin á tess frágreiðingum, sannlíkindum, vit og skili, møguleikum, framtíðardreymum, tess valdi, tess gleðum, tess kenslum – øllum – í trúnni á Guðs almakt hinumegin deyða okkara.
Í trúnni á uppreisnina standa vit á tilverunnar ytstu trom, við lívsins mark, har vit sleppa øllum sannlíkindum og øllum valdi og frágreiðingum í hesum lívinum – í avmaktartrúgv á Guð”.

Trúnna á Kristi uppreisn gevur Guð okkum, tá vit fara heilt út til lívsins ytsta mark, og sleppa øllum, sum í hesum lívinum er fast sum bergið; ið kann greiðast frá, ið er sannlíkt.
Tí okkara frágreiðingar og sannlíkindi, tey kunnu reka sum tongul í brimi.


Gjøgnum heimssøguna hava altartalvumálarar ferð eftir ferð roynt at málað og avmyndað uppreisnina. Men tað er ikki lætt – og aloftast kemur onkur eyka dimensjón inn í myndina, t.d. Guðs hendur, træið ella blóman. Vit klára ikki at síggja ella skilja uppreisina, uttan vit fáa onkra eyka mynd. Og tað er eisini líka so gott.

Á sama hátt við páskablómuni. Tað var Grundtvík, sum yrkti sálmin um páskablómuna. Hesa lítið prangandi blómu, ið vaks í bygdablómugarði. Hon gjørdi lítlan háva burtur úr sær sjálvari og minnir okkum um Jesus sjálvan. Hann, ið skírisdag settist at vaska føturnar hjá sínum lærusveinum. Hann, ið var harri, men sum bleiv bæði tænari og trælur.

Tí tað var hetta sum hendi á páskum. Líkasum steinurin bleiv koppaður, á sama hátt bleiv alt vent á høvdið. Tað, sum vendi niður, vendi upp.

Harrin bleiv tænari.

Guð gjørdist menniskja.

Deyðin gjørdist livandi.

Tað var hetta, sum tann lítillætna blóman vildi okkum.

Hesin vøkstur, sum bæði er umtalaður í jólasálmum sum

“eg rósu upp sá næla, úr tí glerstoyttu grund”

og í páskasálminum um Páskablómuna, sum kvøður:

“tá vetraródn er hørð,
sprettur tú úr køldu jørð,
gleðir einans tann, ið skoðar
teg og minnist tað, tú boðar”.

Hetta er sum sagt tann viðvenda verð, og er torført at skilja. Og hetta kann heldur ikki fatast. Tað gjørdu kvinnurnar neyvan heldur ikki – og lærusveinarnir trúðu teimum heldur ikki – teir høvdu alt møguligt at skjóta inn – jamen, var tað ikki hetta, ell hatta.
Tað er eisini hesin ivi, sum sæst aftur í sálminum “Páskablóma, hvat vilt tú” – har øll tann fyrra helvtin av sálminum, trý tey fyrstu ørindini lýsa ivan hjá skaldinum. Kunnu deyð av grøvum stíga? Reis Jesus veruliga upp?

Men so líkasum vendir í fjórða ørindi, tá yrkjarin fortelur um ta duldu, gulu megina.
Sum við eitt undurverk leskist eg á páskamorgni – og tí er langafríggjadag vón um páskamorgun reyða.

Hóast Mattues fortelur, at tað var við buldur og brak, at steinurin bleiv koppaður burtur frá gravarmunnanum, so hevur eingin sæð uppreisnina. Og uppreisnin er størri enn okkara vit og skil, og hvat vit halda vera sannlíkt ella ósannlíkt.

Páskadagur er ein nýggj byrjan – tað er hetta sum páskablóman vil siga okkum, at várið er í nánd, at lívið sprettur fram – eisini har vit halda, at tað er kalt og glerstoytt, og vetraródnin týnir.

Hetta er tann umvenda verð:

Harrin bleiv tænari.

Guð gjørdist menniskja.

Og vit stigu yvirum frá deyðanum til lívið.

Tað er við hesi kristnu vónini, vit øll kunnu ynskja hvørjum øðrum:

Gleðiligar páskir!


Amen



Theodor Eli Dam Olsen