Ólavsøkudagur - Ólavsøkuprædikan 2026
Uttan kross, eingin krúna
Hetta heilaga evangeliið skrivar Jóhannes evangelistur:
Jesus segði: „Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Fellur ikki hveitikornið í jørðina og doyr, tá er og verður tað einsamalt; men doyr tað, tá ber tað miklan ávøkst. Tann, sum elskar lív sítt, missir tað; og tann, sum hatar lív sítt í hesum heimi, skal varðveita tað til ævigt lív. Tænir nakar mær, fylgi hann mær eftir, og har sum eg eri, har skal eisini tænari mín vera. Tænir nakar mær, skal faðirin æra hann.“ Jóh 12,24-26
Góða ólavsøku øll somul!
Á hesum degi – tjóðardegi føroyinga – minnast vit Ólav kong Haraldsson og fall hansara á Stiklastøðum í Noregi í árinum 1030. Hóast tað skjótt eru 1000 ár liðin, síðan bardagan á Stiklastøðum, so minnast og hátíðarhalda vit kortini Ólav kong enn tann dagin í dag á okkara tjóðardegi. Á ólavsøku lata føroyingar seg í sítt fínasta skrúð og streyma til Havnar fyri at vera saman í álvara og gaman! Ólavsøkan er sanniliga ein tjóðskaparligur samkomudagur!
Í 1930 hevði Jákup Dahl grein í Varðanum, har ið hann nevnir júst hetta, at ólavsøkan hevur verið ein samkomu- og samfelagstíð hjá fólki okkara, og at hon hevur staðið sum eitt merki um, at vit hoyra øll saman og eiga at vera eitt sameint fólk. Harumframt sigur Jákup Dahl eisini, at ólavsøkudagur altíð hevur verið ein kirkjuligur hátíðardagur og ein krossmerktur dagur. Gævi at hann altíð verður tað!
Tað er jú sjálvur Gud, sum við gleðiboðskapinum hevur sett upp krossmerkið millum fólk okkara – hetta merkið, sum vit eru so errin av og sum vit flagga við – hetta merkið, sum vit rista yvir okkara børn, tá ið tey fara frá húsum, og tá ið vit leggja tey at sova. Upp ígjøgnum øldirnar hevur krossmerkið broytt mannalív og tjóðir. Tað hevur víst okkum sannleikan um okkum sjálvi og um Guds frelsu í Jesusi. Og hetta er eisini júst tað, sum Gud vil - bæði við okkum og øllum menniskjum. Ella sum vit lesa hjá Paulusi: “Hetta er gott og tekkiligt fyri frelsara okkara, Guði, sum vil, at øll menniskju skulu verða frelst og koma at kenna sannleikan” (1 Tim 2,3).
Gud hevur sett upp krossmerkið millum fólk okkara! Í hesum merkinum verða vit frelst og koma at kenna sannleikan! Og bara í ljósinum frá hesum merkinum kunnu vit av hjarta syngja soleiðis, sum vit syngja í tjóðsanginum:
Eg nígi tí niður
í bøn til tín, Guð:
Hin heilagi friður
mær falli í lut!
Lat sál mína tváa
sær í tíni dýrd!
So torir hon vága,
– av Guði væl skírd –
at bera tað merki,
sum eyðkennir verkið,
ið varðveitir Føroyar, mítt land!
Tað er í grundini bara krossmerkið, sum kann varðveita Føroyar, mítt land! Tí uttan hetta merkið kunnu vit ikki biðja, kunnu vit ikki tváa okkum í Guds dýrd, kunnu vit ikki njóta hin heilaga friðin, sum bara Gud kann geva okkum í hesum lívi og í tí komandi. Guds friður okkara millum og í okkum er óloysiliga fast knýttur at krossmerkinum. Og um orðið um krossin fánar burtur okkara millum, ja, so missa vit tað dýrabarasta, sum vit eiga. Vit missa Guds frið!
Hetta minnir meg á eina gamla mynd í missiónshúsinum á Glyvrum, har ið eg sum barn plagdi at ganga í sunnudagsskúla. Talan er um eina broderaða mynd, sum sigur: Uttan kross, eingin krúna. Ja, so stutt og greitt kann hesin avgerandi sannleikin orðast. Øll Guds frelsa - krúnan, dýrdin, hitt æviga lívið - tað er alt knýtt at Jesu krossi!
Eitt sindur fyrr í tólvta kapittli hjá Jóhannesi, sum vit hava lisið úr, hoyra vit um, hvussu nakrir grikkar komu til ápostulin Filippus og søgdu við hann: “Harri, vit vilja fegin fáa at síggja Jesus” (v21). Tá ið ápostlarnir, Filippus og Andrias, síðan siga hetta við Jesus, svarar hann teimum og sigur: “Tímin er komin, tá ið menniskjusonurin skal verða dýrmettur” (v23). Hjá Jóhannesi frætta vit so ikki meir um hesar grikkarnar. Men hetta, at Jesus nú skuldi verða dýrmettur, nemur við sjálva frelsunnar kjarnu. Jesus sigur hetta jú á veg til krossin, og hann veit fullvæl, hvat ið liggur fyri framman. Tí sigur hann eisini í hesum sama kapittlinum: “Nú er sál mín full av angist, og hvat skal eg siga? Faðir, bjarga mær frá hesum tíma! Nei, til tess eri eg komin at hesum tíma” (v27).
Jesus kom úr dýrdini og inn í henda heim fyri at tæna og geva lív sítt sum loysigjald fyri mong – fyri teg og meg og allan heimin! (Mark 10,45). Og tá ið deyðsløtan á krossinum kom, segði Jesus, áðrenn hann gav upp andan: “Tað er fullgjørt!” (Jóh 19,30). Við sínum síðsta andadrátti sigur Jesus við Faðirin, sum sendi hann, at frelsugerningurin nú er fullgjørdur. Og hann sigur tað hart, tí at hesi orð eru eisini fyri okkum og allan heimin at hoyra: Jesus hevur við krossdeyðanum fullgjørt alt tað, sum skuldi til fyri at frelsa okkum og leiða okkum inn í Guds himmalsku dýrd!
Hetta er grundarlagið fyri Jesu dýrmetan! Hann verður dýrmettur gjøgnum kross, grøv, uppreisn og himmalsferð. Men tað byrjar alt við krossinum! Við sínum krossdeyða rættir Jesus grikkunum, sum vildu síggja hann, og okkum øllum lív og signing, soleiðis at vit veruliga kunnu síggja hann og vera saman við honum í allar ævir! Júst hetta er eisini tað, sum liggur í Jesu orðum: “Fellur ikki hveitikornið í jørðina og doyr, tá er og verður tað einsamalt; men doyr tað, tá ber tað miklan ávøkst” (Jóh 12,24). Eisini vit, sum savnast um Jesus í dag, hoyra til henda mikla ávøkstin!
Í Jesu samtíð hugsaðu fólk als ikki, at krossurin hevði nakað við krúnu, dýrd, ávøkst og lív at gera. Tvørturímóti hava tey hugsað eins og Paulus orðar tað í Galatabrævinum: “Bannaður er hvør tann, sum á træi hongur” (Gal 3,13). Men hjá Jesusi er tað kortini ein óloysiligur samanhangur millum kross og dýrd, deyða og lív. Hetta undirstrikaði Gud eisini í Jesu deyðsløtu: “Forhangið í templinum skrædnaði í tvey, úr erva og líka niður ígjøgnum” (Mark 15,38). Við krossdeyðanum opnaði Jesus okkum vegin inn um forhangið og inn í dýrdina! Ella sum vit syngja á jólum:
Paradísportrið er opnað mær,
aldri kann eg fulltakka tær…
Hesin djúpi samanhangurin millum krossin og dýrdina, deyðan og lívið ljóðar eisini klárt og týðiliga í hinum uppfylta profetiinum hjá Jesaja: “Men hann varð særdur vára synda vegna og sundurbrotin vára misgerða vegna; okkum til friðar kom revsingin niður á hann, og av sárum hans fingu vit heilsubót” (Jes 53,5).
Sostatt kunnu vit í grundini bara síggja Jesus, um vit, við trúarinnar eygum, síggja hann sum tann krossfesta Harran, ið varð særdur vára synda vegna. Jesus dregur okkum jú til sín við krossinum! Tí er tað eisini, at Jesus sigur í hesum sama tólvta kapittli hjá Jóhannesi: “Tá ið eg verði lyftur upp frá jørðini, skal eg draga allar til mín” (v32).
So kunnu vit sjálvandi spyrja: Hvussu kann Jesu deyði á krossinum hava nakra dragandi megi? Hvussu kann Jesu deyði á krossinum savna okkum saman her í dag? Tað er givið, at um deyðin á krossinum einans var ein staðfesting av syrgiligu endalyktini hjá Jesusi, ja, so hevði Jesu krossdeyði eisini verði ein staðfesting av endanum av øllum tí, sum Jesus boðaði og øllum teimum, sum fylgdu honum eftir í trúgv og tænastu. Tá hevði talan als ikki verið um nakran miklan ávøkst! Hetta var eisini ætlanin hjá Jesu fíggindum, nevniliga at steðga Jesusi og kristnu kirkjuni. Men kristna kirkjan er og verður livandi, tí at kirkjunnar Harri er og verður livandi í allar ævir. Hann er risin upp!
Í eini grein frá 1975 skrivar Sverri Dahl hesi rámandi orð í Kirkjutíðindum um altartalvuna í Havnar kirkju: “Eg varð meira og meira hugtikin av henni og góður við hana, og trongdin at vita nakað meira um hana vax. Eg eri tí takksamur fyri at hava fingið loyvi at vinna hesa vitan og geva kirkjufólkinum hana, so at øll kunna fegnast um henda dýrgrip, sum í roynd og veru er djúp, hugvekjandi prædika. Hugsi eisini, at tað var ynski listamansins. Hann hevur ikki bara málað eitt dapurt vónloysis gravhelli, men savnaði ljósið frá Golgata uttanfyri sum vónarglæmu á hellisgólvið, har ið Kristi likam skuldi hvíla. Tað var einaferð ein beiskur langafríggjadagur, men tað varð eisini – og er um ævir – fagur páskamorgun.”
Ja, ljósið frá Golgata lýsir bjart í dag og sendir eisini sína vónarglæmu til okkara og boðar okkum frá einum fullgjørdum frelsuverki. Jesus hevur við krossi, deyða, uppreisn og himmalsferð, opnað okkum vegin inn í dýrdina og givið okkum eina vón, sum heldur bæði í lívi og deyða!
“Fellur ikki hveitikornið í jørðina og doyr, tá er og verður tað einsamalt; men doyr tað, tá ber tað miklan ávøkst” (Jóh 12,24). Jesus sigur, at hann er sum eitt hveitikorn. Í tí er lív. Men um lívið skal spretta upp úr jørðini, so má hveitikornið fyrst og fremst leggjast niður í jørðina og doyggja. Tástani kann lívið spretta! Tástani ber tað ávøkst! Ja, soleiðis byrjar dýrdin! Soleiðis verður Jesus lyftur upp! Soleiðis verður hann sæddur og kendur! Soleiðis ber hann okkum lív við sínum deyða!
Kjarnan í Guds dýrd er kærleikin, sum ofrar seg fyri hini! Og vit, ávøksturin av Jesu fullgjørda frelsugerningi, eru kallað til at fylgja Jesusi og hansara kærleika – at geva av okkum sjálvum til signingar fyri hini. Eisini vit eru kallað til at verða sum hveitikornið! Um gudslívið skal spretta og bera signing við sær, ja, so má nakað av okkara egna so at siga eisini leggjast niður í jørðina. Hetta er tað sama, sum Jesus sigur hjá Lukasi: “Vil onkur fylgja mær, tá skal hann avnokta sjálvan seg og taka upp kross sín dagliga og fylgja mær” (Luk 9,23). Eftirfylgjan og tænasta er nakað, sum vit gera dagliga! Okkara dagar eru sjálvandi ymiskir. Vit kunnu vera sterk eina løtu og veik eina aðra. Men hóast hetta, so eru vit kortini kallað til eina dagliga tænastu: at taka upp okkara kross dagliga og fylgja Jesusi!
Persónliga vil eg eisini siga, at hóast lívið ikki altíð er sum ein dansur á rósum, og hóast veikleikar og syndir, so veit eg kortini, at tað er bara ein, sum kann bjarga mær, bara ein, sum kann lekja mítt hjarta og gera tað heilt, bara ein, sum kann geva mær alt tað, ið mær tørvar bæði til hetta lívið og hitt komandi, nevniliga Jesus! Og tí biði eg eisini í dag bønina, sum omma mín lærdi meg at syngja, tá ið eg var ein lítil rokaligur smádrongur:
Jesus, kom inn, Jesus, kom inn,
kom inn í mítt hjarta, Jesus.
Kom inn í dag, koyr synd avstað,
kom inn í mítt hjarta, Jesus!
Og hetta royni eg eisini dagliga at leggja niður í mínar egnu rokaligu dreingir!
Henda stutta bønin er í grundini ein góð lýsing av, hvat tað merkir at verða sum hveitikornið og at fylgja Jesusi dagliga. Talan er um eitt dagligt, men gott stríð! Og tá ið alt er sagt og gjørt, og mínir dagar eru komnir at enda, so biði eg persónliga um, at eg má fáa náði til at kunna siga tað sama, sum Paulus segði á sinni við sín góða vinmann og starvsfelaga, Timoteus: “Tíðin er komin, at eg fari avstað. Eg havi strítt hitt góða stríðið, havi fullrunnið skeiðið, havi varðveitt trúnna. Og nú liggur rættlætiskransurin goymdur til mín, sum Harrin skal geva mær á hinum degi” (2 Tim 4,6-8).
Í bókini Pílagrímsferðin, sum John Bunyan skrivaði í 1678, verður lýst fyri okkum við myndatalu, hvønn týdning krossurin hevur. Og eg vil enda við at varpa ljós á nakað av tí, sum hann skrivar. Henda søgan hóskar eisini væl til altartalvuna í Havnar kirkju.
Høvuðspersónurin, Kristin, er á ferð til hin himmalska staðin. Men hann hevur eina tunga byrðu á herðunum – nakað, sum ímyndar syndina og syndaskuldina. Bunyan skrivar:
Nú sá eg í mínum dreymi, at vegurin, sum Kristin skuldi ganga á, hevði ein múr báðumegin, og hesin múrurin varð kallaður Frelsa. So rann Kristin niðan eftir hesum vegnum við síni byrðu, men ikki uttan tógvið stríð vegna byrðuna á herðunum. Hann rann, inntil hann kom til ein stað, sum lá eitt sindur hægri, og á hesum staði stó ein krossur, og longri niðri við fótin var ein grøv. Nú sá eg í mínum dreymi, at júst í teirri løtu Kristin kom niðan til krossin, tá losnaði byrðan av hansara herðum og datt av rygginum og fór á rull og helt á við tí, inntil hon kom til gravarmunnan. Har datt hon inn, og eg sá hana ikki longur. Nú gjørdist Kristin glaður og lættur í sinninum, og við frøði í hjartanum segði hann: “Hann hevur givið mær hvílu við síni pínu og lív við sínum deyða.”