Ólavsøkudagur - Ólavsøkuprædikan 2025
Men halt áfram at ganga
Lat tey orð, ið berast mær av munni, vera tær til heiðurs og æru, o Guð! Amen!
Vit hava í dag sett hvør øðrum stevnu, tí tað er ólavsøkudagur – okkara tjóðardagur. Hóast ymisk á máli um bæði líkt og ólíkt, savnast vit á ólavsøku um tað, ið bindur okkum saman sum fólk og ger land okkara til tað, tað er: okkara søgur og sagnir, sálmar og sangir, okkara mál og mentan. Uttan alt hetta – sangirnar, søgurnar og málið – vóru vit av sonnum eitt fátækt fólk. Á ólavsøku lata vit – eftir gomlum siði – sangir og sálmar ljóma og gleðast um tað, ið vit hava arvað frá forfedrum okkara. Styrkin hjá fólkinum í einum landi er ikki, at tað er samt um alt (tað verða vit ongantíð í einum fólkaræði), men at tað heldur fast við tað góða, sum tað hevur fingið frá fortíðar ættarliðum; at vit, hóast mangan rúkandi ósamd, varðveita evnini at tosa sakliga og virðiliga við hvør annan, og her hava vit, hvør í sínum lagi, eina ábyrgd í felagsskapinum. Tað er eitt felags prosjekt at møta hvør øðrum við kærleiksfullum eygum og fyrigevandi sinnaløgum.
Á ólavsøku verður sjøtul settur á nýggja tingsetu. Men áðrenn Tingið verður sett, koma vit saman til Guðs orð og bøn. Vit lata sálmasangin ljóða, biðja til Guðs í tí høga, eru kvirr fyri ásjón Harrans og lata okkum kveikja av gleðiboðskapinum um Jesus Kristus. Leita til hansara, ið er lívsins Harri og kallar okkum at fylgja sær.
Vit hvøkka tí við, tá ið vit hoyra Jesu orð í evangeliinum í morgun: “Vil nakar ganga aftan á meg, tá avnokti hann sjálvan seg og taki upp kross sín og fylgi mær!” Sterk orð! Hvøss orð við broddi í! Ja, kanska serliga í okkara tíð, har so nógv fokus er á einstaklingin og á “meg” og “mítt lív”. “Nei”, sigur Jesus og lærir okkum nakað annað og øðrvísi: alt snýr seg ikki um meg, men um at ganga í hansara fótasporum og at fylgja honum eftir, – og tað merkir fram um alt annað, at tæna øðrum menniskjum og myndast av Meistaranum sjálvum til at gera tað, ið er gott og rætt. Men vit vita væl, hvussu torført tað er hjá okkum menniskjum, ið hava ein so sterkan eginvilja og sjálvi ynskja at stýra okkara skútu, okkara lívsbáti.
Í einum fólkaræði sum okkara hava vit talufrælsi. Hetta er, plaga vit at siga, ein fortreyt fyri einum vælvirkandi demokratii. Soleiðis var ikki á Jesu døgum. Í versunum beint áðrenn prædikutekstin til í dag sigur Jesus við lærusveinarnar, at skjótt fór leiðin at ganga til Jerúsalems, har hann skuldi líða og doyggja.
Jesus var vorðin átrúnaðarligu myndugleikunum – teimum, ið høvdu sum yrki at tulka Heilagu Skriftirnar – ein hóttan, og teir ynsktu hann tiknan av døgum fyri gudsspottan. Evangeliini læra okkum tískil tvey eins týðandi viðurskifti um Jesus: hann er andlitið, fólk longdust eftir at síggja; hann grøðir øll sár, hann stillar allan longsul. Tó, so var hann eitt fullkomið yvirraskilsi, so fremmandur, so ókenniligur í hesum heimi, so nógv øðrvísi enn nakar hevði roknað við.
Tað, at Jesus skuldi líða og doyggja, var lærusveinunum ein óhugsandi tanki, og Pætur, høvuðsápostulin, var skjótur at svara: “Aldri veri tær hetta fyri!”. Við øðrum orðum: “Soleiðis kann tað ikki vera! Hetta kann ikki vera rætt!” Tað passaði stutt og greitt ikki við tær væntanir, ið Pætur – og fólk annars – høvdu av Kristusi. Kristus skuldi sigra, seta fólkið í frælsi og reka rómverjar á dyr; ikki líða og doyggja, – og als ikki á krossi.
Men tað var so smátt farið at stunda til páskahøgtíðina, og Jesus fór skjótt at seta kós móti Jerúsalem, andaliga og verðsliga høvuðsstaði hjá jødum, og hann var fullgreiður yvir, hvat bíðaði sær har: háðan, líðing, døming og avrætting við krossfesting. Tískil stóðu Jesus og – ikki minst – lærusveinar hansara við eitt markamót: Vil nakar ganga aftan á meg, hann taki upp kross sín og fylgi mær! Tað er, sum sigur Jesus við lærusveinarnar: hvat nú? Koma tit við mær ella ikki? Trúgva tit mær ella ikki? Eru tit fúsir at taka henda kross á tykkum? Tora tit at stíga út í tað ókenda, har tit ikki grynna, saman við mær? Henda ferðin niðan til Jerúsalem fer at krevja meira av tykkum, enn tit megna at ímynda tykkum: at tit avnokta tykkum sjálvar, taka upp krossin og fylgja mær eftir!
Tað er kirkjulig traditión, at allir Jesu lærusveinar uttan Jóannes vórðu tiknir av døgum fyri sína trúgv.
“Takið uppá tykkum krossin!”
Vit hava krossin í okkara Merki, og í dag sæst hann í kirkjum og samkomum um allan heim. Krossurin verður eisini borin í hálsketu. Men soleiðis var als ikki á Jesu døgum. Tá Jesus bað lærusveinarnar taka krossin uppá seg, vistu teir alt ov væl, hvat ið hann meinti við. Vit hava havt tveytúsund ár at venja okkum við krossin sum eina kristiliga ímynd, men hjá lærusveinunum var krossurin alt annað enn eitt abstrakt hugtak. Hann var tað síðsta, ið nakar hevði funnið uppá at borið. Ja, krossurin var sjálv ímyndin av rómverskari kúgan, harðræði og harraveldi.
Krossurin var ætlaður at ræða fólkið: “Gera tit uppreistur ímóti okkum, er tað hetta, ið tit fáa afturfyri!” Almenn krossfesting. Statsstuðlað harðræði, ið skuldi spjaða ræðslu millum manna, – og tað gjørdi krossurin so sanniliga eisini.
Tí var Paulus eisini hildin at vera ørur, tá hann byrjaði at ferðast millum býirnar fyri at prædika hin krossfesta og upprisna Jesus Kristus sum Harra yvir øllum, ja, enntá oman fyri sjálvan keisaran í Róm, ið tá á døgum var heimsins mætasti persónur og tilbiðin sum guddómur. Boðskapurin um tann krossfesta, sigur Paulus við tey Kristus-trúgvandi í býnum Korint, er – eftir verðsligum málistokki – “dárskapur”, men fyri okkum er hann “Guðs vísdómur og kraft”. Hjá teimum fyrstu kristnu varð fatanin av krossinum tí vend á høvdið, og hann hevði fingið eitt annað, djypri innihald.
Í dag – ólavsøkudag – eru vit savnað í Havnar kirkju og hoyra um hann, ið bar henda kross og enn í dag kallar okkum at fylgja sær eftir. Ja, um alt okkara vakra land veittrar Merkið, okkara tjóðarmerki, ið eisini er eitt krossmerki. Latið okkum ongantíð gloyma tað.
“Vil nakar ganga aftan á meg”, sigur Jesus. Krossurin hevur ein tvískildan týdning. Hann er eitt kall til eftirfylgjan: at taka upp kross sín, at seta seg sjálvan til viks. Men hann er eisini ímyndin av Guðs ófatiliga kærleika til okkara. Tann kærleika, ið Kristus sýndi á krossinum. Hin áður nevndi Paulus ápostul, ið eg sjálvur havi havt gleði av at granska í fleiri ár, setur orð á henda sama tanka, men við øðrum orðum: “eg eri krossfestur við Kristi”, sigur Paulus, “[nú] livi eg í trúnni á Guðs son, sum elskaði meg og gav seg sjálvan upp fyri meg”. Tann, ið tí tekur upp kross sín og fylgir Jesusi eftir, gongur ongantíð einsamøll ella einsamallur, men er á ferð saman við honum, ið gav seg sjálvan fyri okkum av reinum og skærum kærleika. Lívsgøtan er mangan illgongd, eisini saman við Kristusi, men hon verður ongantíð gingin í einingi. Tað er altíð ein, ið ber, styðjar, troystar, styrkir, bindir um sárini, tá ið dimmið legst yvir løtuna; tá vit stúra og óttast; ein, ið sigur við okkum: “Tað eri eg! Óttast ikki!”.
Orð Jesu í evangeliinum til í dag kunnu tykjast bæði lívsnoktandi og ógjørlig at fylgja. Hví í víðastu verð skulu vit avnokta okkum sjálvi, taka upp krossin og ganga í Jesu fótasporum? Er tað ikki beinleiðis í andsøgn við tey individualistisku virðini, sum vit meta so høgt á okkara døgum? Her er gagnligt hjá okkum at varnast, at tankagóðsið hjá Jesusi – og í Nýggja Testamenti annars – ongantíð er sum ein bein linja ella er púra logiskt, men paradoksalt, altíð vent á høvdið, heimurin og lívið skoðað frá einum øvugtum sjónarhorni. Tað er nevniliga við at minka, at vit vaksa. Tað er við at geva, at vit fáa. Størstur er tann, ið tænir. Hin síðsti skal verða tann fyrsti. Styrkin liggur í veikleikanum. Tað er – bókstavliga talað – tann umvenda verð. Og við atliti at dagsins teksti: tað er við at tálma og avnokta okkara sjálvsøkni, at vit vaksa í Kristi og nýggir møguleikar latast upp fyri okkum.
Kirkjufaðirin Ireneus úr Lyon, sum var biskupur í 2. øld, hevur orðað tað so rámandi: Gloria Dei vivens homo! Guðs dýrd er eitt menniskja, ið livir fult og heilt! Tað er saman við Kristi, at lívið fyllist við innihaldi og teirri góðsku, ið einans stavar frá honum. Ja, í einum heimi, har tað flýtur yvir við alskyns materiellum tilboðum til okkara, kemur Kristus við tí, ið er øðrvísi: hann býður okkum at møta sær, at vaksa saman við sær. Og tað gera vit við at minka um okkara egnu sjálvgóðsku (egoismu), fylgja honum eftir og tæna næsta okkara. Øll ganga vit og reika við einum svongum, hungrandi hjarta, men tað er einans hann, ið er upphavið til okkara tilveru, sum kann veita hjarta okkara sanna fyllu og frið.
Okkara samfelag er grundleggjandi øðrvísi enn tað rómverska, ið Jesus virkaði í saman við sínum lærusveinum. Tað paradoksala er tó, at tann Jesus úr Nasaret, ið rómversku myndugleikarnir krossfestu, og læra hansara eru seyrað út í hvønn krók í okkara samfelag, ofta uttan at vit geva tí gætur. Lívsmegin í Jesu orðum kveikir enn í dag lív av nýggjum. Enn í dag verða dyr latnar upp og nýggir møguleikar skaptir, har ið Kristus virkar. Í kirkjum og samkomum, í fólkakirkjum og fríkirkjum, ljóðar enn í dag orðið um Jesus Krist, hansara náði og bjargandi kærleika. “Guðs dýrd er eitt menniskja, ið livir fult og heilt!” segði Ireneus. At tæna Kristusi, har vit eru, er at liva fult og heilt. Tað er at ganga í fótasporum hansara.
Tá eg eri í øðrum londum, dámar mær væl at vitja í bókahandlum. Síðstu árini eru nógvar bøkur givnar út um Evropa og evropeisk viðurskifti, og nógvar hava eitt Evropa-kort á forsíðuni. Eg plagi altíð at hyggja, um vit eru á ella ikki, okkara lítla land. Viðhvørt sæst ein evarska lítil prikkur í miðjum havinum, viðhvørt sæst hann ikki.
Hóast okkara land er lítið, ein lítil prikkur á kortinum, hava eisini vit ábyrgd, hvør einstakur av okkum. Eisini her verður lívið livað í gleði og sorg, við sigrum og niðurløgum, ja, við øllum tí, ið hoyrir við til jarðarlívið. Ganga vit í Jesu fótasporum, merkir tað, at vit eru til staðar fyri næsta okkara, fyri tey, ið hava tørv á okkara kærleika, hjálp og umsorgan. Hetta er altíð hitt fremsta boðið hjá einum kristnum fólki: minnist til teirra, ið eru neyðstødd og hava tørv á at verða styðjað, at verða reist aftur á føtur, sædd og møtt við kærleiksfullum eygum.
Í sálminum fyri prædiku sungu vit orðini eftir Grundtvig: “Nú er krossins gáta rós mítt”. Krossurin er ein gáta, ein loyndardómur, eitt dýpi, ein avgrund, sum vit ongantíð kunnu skilja til fulnar við okkara viti ella skili: At Guð lat seg føða inn í henda heim sum eitt lítið barn og seinni gav seg sjálvan á krossinum av reinum kærleika til okkara. Tað er í sjálvum sær ein ørandi tanki. Men enn í dag kallar hann á okkum, ynskir hann felagsskap við okkum.
“Vil nakar ganga aftan á meg, tá avnokti hann sjálvan seg og taki upp kross sín og fylgi mær!” Hvør er okkara krossur? Hvat hava vit at bera? Hvør er okkara krossins gáta? Tað kunnu vit hvør í sínum lagi grunda yvir og finna útav. Øll hava vit okkara at bera og stríðast við. Foldarlívið er jú ikki altíð so lætt og einfalt. Skaldið, Rainer Maria Rilke, lýsir í einari av yrkingum sínum sambandið millum tað skapta menniskjað og Guð: “Lat alt møta tær: vakurleika og ótta // Men halt áfram at ganga, eingin kensla er endalig. // Slepp mær ikki // Gev mær tína hond”.
Soleiðis er lívið: á lívsleiðini møta vit bæði tí vakra og minni vakra og ræðandi, men vit mega halda áfram at ganga, lívið skal livast.
Hann, ið kallar okkum at fylgja sær, Jesus Kristus, gevur okkum tað lyfti, at vit ongantíð ganga lívsgøtuna einsamøll, men altíð saman við honum. Henda boðskap um Kristi kærleika ber eisini Merkið okkum, okkara tjóðarmerki, sum í dag veittrar um alt okkara land.
Góða ólavsøku!
Lov og tøkk og allur heiður veri tær, Guði várum, faðir, syni og heilagum anda, sum altíð hevur verið, er og altíð verður ein sannur tríeinur Guð, hálovaður frá fyrsta upphavi, nú og um allar ævir! Amen!
-----
Ólavsøkuprædikan 2025 - Jóannes Purkhús