Skriva út

Ólavsøkudagur - Ólavsøkuprædikan 2023



Hetta heilaga evangeliið skrivar Matteus evangelistur í 16. kap, vers 24-27.

Tá segði Jesus við lærusveinar sínar: «Vil nakar ganga aftan á meg, tá avnokti hann sjálvan seg og taki upp kross sín og fylgi mær! Tí at tann, ið vil bjarga lívi sínum, skal missa tað; men tann, ið missir lív sítt fyri mínar sakir, skal finna tað. Tí hvat gagnar tað manni, um hann vinnur allan heimin, men má bøta afturfyri við sál síni? Ella hvat skal maður geva í viðurlag fyri sál sína? Tí at menniskjusonurin skal koma í faðirs síns dýrd við einglum sínum, og tá skal hann gjalda einum og hvørjum eftir virki hansara!

---

Heilagi faðir! Vit takka tær fyri títt heilaga orð til okkara í dag. Orð títt er sannleiki. Lat tað lýsa okkum vegin til sannleika og til sælu! Amen.

Góða Ólavsøku!

“Mangur sigur frá Ólavi kongi og hevur ikki sæð hann”

Soleiðis hevur verið tikið til, tá ið fólk hava sagt sína hugsan um viðurskifti, sum tey annars ikki skilja til fulnar. Tey tala um hann, tey ikki hava sæð og tí heldur ikki kenna.
Ólavsøku hátíðarhalda vit, tí at Ólavur kongur fell á Stiklastøðum 29. juli 1030, í royndini at sameina ríkið og trúnna á Hvítakrist. Árið eftir deyða sín varð Ólavur skírdur halgimenni. Við deyða hansara og ikki minst gravarferð vóru ikki so fáar gátuførar hendingar, so, máliskan “Mangur sigur frá Ólavi kongi og hevur ikki sæð hann” er ikki úr leysum lofti.

Men hetta orðtakið, sum jú verður nýtt í fluttari merking – kann tað verða ein lýsing av kristnu trúnni her á landi?
Hava tú og eg veruliga fingið við, hvør Jesus er og fatað, hvat hansara avrik er? Ella kundi hetta tað sama ljóðað: “Mangur sigur frá Jesusi og hevur ikki sæð hann”? Gudstænastur og halgar fundir ber saktans til at hava, meðan hann, sum alt snýr seg um, kortini er settur uttanfyri – tí vit kenna hann ikki. “Hetta fólkið ærir meg við vørrunum; men hjarta teirra er langt burtur frá mær”, ljóðaðu Jesu orð yvir innantómu gudsdyrkanina hjá religiøsu elituni tá.(Matt 15,8)
Vit eiga í øllum førum at vera varug við vandan.

Tí, verður Jesus Kristus hildin burturfrá í einari armslongd, tá er spurningur, um Jesus og trúgvin yvirhøvur eru har. Jesus sigur, at hetta er hitt æviga lívið, at teir kenna teg, hin eina, sanna Guð, og tann, sum tú sendi, Jesus Krist.”(Jóh 17,3) Tað snýr seg sostatt um at kenna Jesus, tí einans har liggur hin ævigi sigurin.

Mong hava eina meining um Jesus. Boðskapurin um hann er komin norð á okkara breiddarstig. Verður kannað eftir, munnu flestu vita, at hann var føddur í Betlehem, doyði á einum krossi og lærdi fólk um kærleika og fyrigeving. Hetta er rætt, men eitt so óendaliga nógv størri ríkidømi er at dvølja við afturat og varnast.

Í dag hoyra vit Jesus siga: “Vil nakar ganga aftan á meg, tá avnokti hann sjálvan seg og taki upp kross sín og fylgi mær.”(Matt 16,24)

Áðrenn Jesus talar hesi orð, hevur hann greitt lærusveinunum frá tí, sum bíðar í Jerusalem. Har skuldi hann útstanda nógv, segði hann, og “verða sligin í hel og á triðja degi rísa upp aftur.” Teir stevna sostatt ímóti krossinum á heygnum uttan fyri Jerusalem, har Jesus, eins og ránsmaður, skal verða krossfestur. Dømdur fyri ta synd, ið lá á lærusveinunum og lá á tínum og mínum herðum. Fyri framman standa tí háðan, líðing og vanæruligur deyði krossi á.
Pætur ápostul er skjótur til orðanna. Honum dámar ikki ein Kristus, sum skal líða og doyggja. Hvør ger tað? “Náði teg Guð, Harri!, mótmælir hann, “Aldri veri tær hetta fyri”. Hann snikkar ein frelsara til eftir egnum høvdi. Heilsanin, sum Pætur fær aftur ímóti, er ikki mjúk: “Vík aftur um meg Sátan, tí at tú gáar ikki eftir Guds søkum, men eftir mannasøkum.”(Matt 16,21-23)

Skjótt er, at vit sum einstaklingar og sum kirkja mynda okkum ein frelsara, sum er eftir egnum huga. Á summum økjum gera hann hvassari – á øðrum linari. Geva eftir fyri tíðarinnar trýsti og tillaga bæði Guds orð og frelsaran Jesus Krist. Men produktið er og verður tá til fánýtis – tí ein frelsari í okkara mynd, er eingin frelsari.

Valið er tískil: við Kristi, á hansara rás ella at ferðast á egnum vegi. Og Jesus ger greitt: tað ber ein kostnað við sær, at fylgja honum eftir. “Við vørrum æra hann er lítið fyri, men hvør vil ganga undir krossins byrði?” er spurningurin. Lætt er at vera kristin, tá ið tað er høgligt, men skjótt er at gerast linur í kongunum, tá ið lívið á smala vegnum ber kostnað við sær.

“Jamen, er alt í kristindóminum ikki kærleiki, miskunn og umsorgan?”, spyrt tú kanska. Jú! Og tað er júst hansara kærleiki, miskunn og umsorgan, sum broytir tey hjørtu, sum hava lært Jesus at kenna.

Tí við Jesusi er eru vit boðin inn í Guds ríki, uttan mun til avrik, dugnaskap ella lívsstøðu. Bíbilsku frásagnirnar eru vakrar á hesum móti. Matteus sat við tollbúðina ein dagin, varð kallaður av Jesusi og fylgdi honum eftir. Mariu úr Magdala loysti hann frá illum andum, og eisini hon fekk loyvi at vera í frelsarans fylgi. Einans tí at Gud er náðigur. Ja, Paulus staðfestir so klárt: Av Guðs náði eri eg tað, sum eg eri.(1 Kor 15,10) Ikki grundað á egin avrik.

Vil nakar fylgja Jesusi, skal hann avnokta seg sjálvan. Tað er at reisast og fylgja honum eftir, sum við sínum halga anda, føðir ein nýggjan hug og vilja til tað, sum er gott og Gudi tekkiligt.

Men, at avnokta seg sjálvan, hevur ongantíð verið gott latín – heldur ikki í 2023.
Nei, ábyrgd og tamarhald á egnum huga, orðum og gerðum tykjast ikki vera virðismettar dygdir í dag. Heldur skal tað mesta vera soleiðis sum eg vil, tá eg vil og helst uttan at kýta meg. Egnir dreymar og egin áhugamál verða sett fram sum lívsins hægsta endamál. Og tað snýr seg um at fáa skavað sum mest til okkum ta stuttu tíð, sum okkum er litin til. Og uttan at varnast tað, verða eyguni soleiðis einans vend móti egnum nalva.

Men hvørt vit vita tað ella ikki, so er tað framvegis sælari at geva enn at fáa. At avnokta seg sjálvan er at lyfta eygunum frá egnum nalva, líta at Jesusi, sum hevur givið okkum alt, og vísa egindyrkanini á dyr. Og soleiðis at taka á seg tann halga og signaða gerning, at fylgja Jesusi og seta næstan fremst. Tað eru tey ríku, eins og tey, lítið eiga. Tað eru tey mótlítlu, eins og tey djørvu. Tað eru føroyingar, eins og fremmand. Tað eru tey, sum síggja skulu deyðan, eins og tey lítlu, sum enn ikki hava sæð dagsins ljós. Ja, øll, øll somul, eru okkara næsti.

Fyri teir tímiligu lutir er skjótt at gloyma teir ævigu. Retoriski spurningurin hjá Jesusi ljóðar tískil: “hvat gagnar tað manni, um hann vinnur allan heimin, men má bøta afturfyri við sál síni?” Í síðsta enda einki! Tú kanst eiga alt, men fara glataður í allar ævir – tað er eingin sigur. Hinvegin, so kanst tú í heimsins eygum einki eiga, men eiga frelsuna í Kristi – og tí eiga alt og ævigan sigur.

At seta seg sjálvan til viks er herskin biti, men í hesum liggur bæði stór signing og stórt frælsi. Signing, tí einki er størri og betri enn at tæna Gudi og medmenniskjum í kærleika – tí tá livir tú samsvarandi tínum lívskalli.
Og frælsi, tí at sanna frælsið er, so løgið tað enn ljóðar, at vera bundin til Krist. Eingin okkara er nevniliga frælsur, í merkingini, at vit eru uttan fyri ávirkan av nøkrum sum helst. Nei, øll eru vit bundin at onkrum. Spurningurin er bara hvørjum.

Thomas à Kempis spyr í 1400-talinum í ritinum De Imitatione Christi: “Hví óttast tú at taka upp krossin, sum er inngongdin til himmiríki? Í krossinum er frelsa, í krossinum er vernd móti fíggindum...tak tí tín kross og fylg Jesusi og tú skalt ganga inn til hitt æviga lívið.”
At bera kross sín, er at geva frá sær egnar dreymar og tráanir og at fylgja frelsaranum, hagar hann leiðir og veit best – ja, um neyðugt at fylgja honum í deyðan.

Íðan, hetta ljóðar í besta føri sum góðar ætlanir, og í ringasta føri sum tógvið stríð við samanbitnum tonnum. Jú, rætt er, at talan er um stór orð og stríð, tá tað umræður at fylgja frelsaranum eftir. Men legg til merkis, at styrkin í stríðnum finst ikki í egnum mátti, nei, tað er við at síggja og kenna hann, sum sjálvur bar kross við toli, at styrki og frímóð finst.

Á krossinum sært tú skaparan, hin altvaldandi Gud, avvápna djevulin og harradømini í hesum heimi. Har lærir tú Jesus Krist at kenna. Har sært tú, at Jesus hevur tikið tín dóm á seg. Við Kristi á krossinum er títt og mítt skuldarbræv nevniliga strikað. Syndarinnar byrða og kvørkratak burtur. Tí hesi eru løgd á Jesu herðar. Og hevur tú sæð hetta, ert tú ikki longur hin sami.

Jean-Marie Lustiger, erkabiskupur í Notre Dame, París, segði í 2005 frá einari hending. Í 1935 høvdu tríggir dreingir sett hvør øðrum avbjóðingar. Henda dagin skuldi farast innar í kirkjuna í bygdini, í skriftastólin, og har at játta fyri prestinum allar hugsandi og óhugsandi syndir. Teir báðir fyrstu settust í skriftastólin, játtaðu sínar syndir og runnu flennandi avstað. Síðani var tað hin triði, Aron, ein jødi. Eftir lítlari løtu sigur presturin, sum nú hevði skilt dreingjalótirnar: “Takk fyri. Hetta er nóg mikið. Men eitt vil eg hava, at tú gert, fyri at fáa syndanna fyrigeving.” Hann peikaði dreinginum á eina stóra standmynd av hinum krossfesta Jesusi, og presturin segði: “Far innar í kirkjuna, gakk fram ímóti krossinum, hygg í andlitið á myndini, og sig so tríggjar ferðir: “Eg veit, at tú doyði fyri meg, men eg leggi ikki petti í tað”. Hevur man sagt A, ja, so er eisini at siga B, og tí fór Aron innar í kirkjuna, fram at krusifiksinum, og segði: “Eg veit, at tú doyði fyri meg, men eg leggi ikki petti í tað. Eg veit, at tú doyði fyri meg, men eg leggi ikki petti í tað”... drongurin fekk ikki sagt tað á triðja sinni, men fór grátandi út úr kirkjuni. Ein broyttur drongur.
Tá ið erkabiskupurin Lustiger hevði sagt frá hesari søgu, legði hann afturat: “Eg veit at henda søga er sonn, tí at drongurin – tað eri eg.”

Ein drongur steðgaður av megini í Jesu krossi. Eygu hansara latin upp fyri honum, sum har hekk – Guds ævigi syni, Jesusi Kristi, heimsins frelsara.

Tað menniskja, sum í trúnni fær at síggja Jesus Krist og gevur seg til hansara, er ikki longur tað sama. Tað er av sonnum frælst og frelst, og ber Jesus við sær allastaðni. Tað er ikki eitt einasta øki í lívinum, sum ikki hoyrir Harranum til hjá einum kristnum. Paulus sigur, at Gud í náði valdi at “...opinbera son sín í mær, til tess at eg skuldi boða gleðiboðskapin um hann heidninganna millum.(Gal 1,16) Hoyrdi tú? Hetta er stórt! Gud opinberar son sín í einum kristustrúgvandi. Gud ger sonin Jesus Krist kendan gjøgnum tey, sum fylgja Jesusi eftir. Við hesum høga og halga máli, eru kristusjáttandi menniskju, við krossinum á herðum, farin út í heim, til tess at menniskju skulu fáa at síggja og kenna frelsaran Jesus Krist og liva fyri hann. Stíga yvirum frá deyðanum til lívið. Tí einki annað er givið okkum til frelsu – enn hann, teir á døgum Ólavs nevndu Hvítakrist.

Kom, Faðir, okkum styðja,

kveik, Andi, eld í sál,

teg, Frelsari, vit biðja:

Leið okkum fram á mál!

Gev dirvi til at bera

tey gleðiboð so vítt,

ið sálir fríar gera

og hevja navnið títt.

Lov og tøkk og allur heiður verið tær, Guði várum, faðiri, syni og heilagum anda, sum altíð hevur verið, er og altíð verður ein sannur tríeinur Guð, hálovaður frá fyrsta upphavi, nú og um allar ævir. Amen.

Kirkjubøn

Latið okkum biðja.

Alvaldi Guð, miskunnsami faðir! Vit biðja teg, vælsigna og varðveit tína heilagu kirkju og allar kristnar samkomur. Lat vónina um Jesu afturkomu vera livandi okkara millum. Lat orð títt hava frítt at fara okkara millum og lat ríki títt við rættvísi, friði og gleði vaksa og búnast. Gev okkum trúfastar leiðarar og boðarar av tínum orði. Vís náði og rættleið øll, sum villast. Ver hjá teimum, sum líða fyri títt navn, og lat evangeliið koma út til øll fólkasløg. Ver hjá teimum, sum eru farin út í heim við gleðiboðskapinum.

Halt verndarhond tína yvir landi okkara og fólki. Ver við allari lógligari yvirvøld. Lat tey, sum okkum øll somul, verða leidd av tínum Anda, vilja og orði.

Ver hjá teimum gomlu, miðaldrandi og ungu við. Ver hjá børnunum, eisini teimum í móðurlívi. Ver hjá teimum lesandi, og hjá teimum, sum starvast og ferðast á sjógvi, á landi og í flogferðslu.

Ver við náðigu hjálp tíni hjá øllum teimum, sum hava tað ringt og líða neyð, teimum, sum eru nívd av iva, stúran og ótta. Ver hjá teimum, sum sjúk eru, likamliga ella sálarliga. Troysta og styrk tú tey, ið sorgarbundin eru, tey, sum mist hava ein av sínum kæru.

Vit biðja um frið yvir heimin. Her hjá okkum, yvir Jerusalem, í Ukraina, ja, allar staðir. Lat okkum hvørki í orði ella verki taka lívsgleðina frá nøkrum menniskja.

Lýs fyri teimum, sum liggja til tað síðsta, og vak tú sjálvur yvir teimum. Styrk tey, ið sita hjá teimum. Gev teimum og okkum øllum náði, frið og signing og eftir eitt lív í trúnni á teg og son tín Jesus Krist, hina ævigu sælu.

Fylg okkum á øllum leiðum okkara, og varðveit okkum øll, alla tíð, í lívsins samfelagi við teg, so at vit, annaðhvørt vit liva ella doyggja, mega hoyra tær til. Hoyr okkum í Jesu navni! Amen.