Skriva út

Ólavsøkudagur - Ólavsøkuprædikan 2008

Sálmur 33,12-21.  &  1. Tim. 2,1-4.

Latum okkum øll biðja :
Kæri himmalski faðir. Signa løtuna við tínum heilaga anda. Lat tín æviga frið taka búgv í hjørtum várum. Gev oss hegni at hýsa tí góða og vakra, so smáar løtur kveikja ljós, skapa trivnað og veita lívsmót. Jesus, tú sum ert heilagur og í góðsku tíni fullkomin. Amen.

2. tr. : Jóhannes 12,24-26

Tú má ikki, segði uglan
við tjurin
tú má ikki syngja um sólina
sólin er ikki umráðandi

Tjurin tók
sólina út úr yrking síni.

Tú er listamaður
segði uglan við tjurin

Og tað var rættilig niða.

Ein sjáldsom yrking við eysturtýskum uppruna, ið Steinbjørn B. Jacobsen týddi til føroyskt.

Tjurin er ein fuglur, ið roynir síni skaldsligu evni. Hann syngur um sólina, sum í skaldskapi aloftast umboðar tað ljósa, góða og vakra. Ljósið er jú hugtakandi bæði sum sólarmagn og myndevni.

Tjurin gjørdi sum uglan segði. Hann tók sólina burtur úr yrking síni. Og tað var rættilig niða.

Yrkingin kallast “endi á listini”. Torført er at vita, hvat skaldið hevur hugsað. Tvørrandi kunnleiki og ókendar leiðir føra valla til allan sannleikan, tó vit kunnu hugsa og gita.

Hjá einum skaldi ræður tað um at fylgja síni sannføring. Skaldskapur hevur tað torført, tá onnur siga hvat og hvussu. Skaldið má yrkja út frá sær sjálvum og halda seg til sín egna loyst. Annars fánar listin, og tað verður rættilig niða.

Tjurin sang um sólina. Tað var sólin, sum gav honum innihald. Listin var vovin inn í ljósið. Tá sólin varð tikin burtur úr yrkingini, metti uglan, at tjurin var listamaður. Men tjurin upplivdi løtuna øðrvísi. Tað var rættilig niða.

Eins og listamaðurin má halda seg til sína sannføring og sjálvur føra pennin, á sama hátt eigur kirkjan at syngja um ljósið og ljósins upphav. Kirkjan hevur eina bundna uppgávu, og hesa uppgávu mega vit røkja við ídni og lýdni. Tað dugur ikki, at vit gera sum tjurin, tí so verður tað ikki einans endi á listini, men harafturat legst myrkur á kirkjugøtuna.

Kirkjan hevur sungið sama sálmin í tvey túsund ár. Nýggjar reglur eru skrivaðar, og nýggir tónar smíðaðir. Men innihaldið ella niðurlagið er ein kvøða til ljósið og lívið. Vit kunnu siga tað neyvari. Innihaldið er ein kvøða til lívsins upphav.

Kristnin syngur sálmin um Guð, skapara himins og jarðar. Guð hevur eitt navn. Hann er ikki ein í fjølmongum gudaskara. Guð teirra kristnu er ein tríeindur Guð, - skapari, frelsari og lívgevandi andi, - Jesu Kristi faðir.

Sjálvt um nýggir tónar hoyrast, og altjóða rák rekur, so hevur kirkjan eina stevnu, og henda stevnan er grundað í samleikaskjali kirkjunnar. Kirkjan syngur sínar sálmar, ið eru kveiktir úr Bíbliuni og hava hugsjónarligt støði í játtanarritum kirkjunnar. Kirkjan - og kristnin við henni - má halda fast við sítt innihald, ið er at prædika evangeliið um Jesus Krist og umsita sakramentini.

Evangeliið og sakramentini eru kjarnin í kirkjunnar virksemi. Eins og listamaðurin fylgir síni hugsjón, á sama hátt má kirkjan kenna sín andaliga kropp og halda fast við sítt innihald. Hetta merkir als ikki, at vit ikki kunnu syngja nýggjar sálmar og nýggj løg. Eyðvitað gagnar skapandi lyndi fólksins nútíðini, og okkum tørvar nýggjar sálmar og nýggj løg.

Samanumtikið og sagt einfalt, alt kirkjunnar virksemi andar í evangeliskum ljósi og verður staðfest í kirkjunnar náðimiðlum, - orði, dópi, skriftamáli og altarborði.

Við hóskandi millumbili er henda staðfestingin neyðug, nú altjóða rákið rekur inn yvir land og fólk. Í kjalavørrinum fylgir eyðvitað ein fjøld av ymiskum andsráki, sum vit her heima áður ikki kendu.

Afturat altjóða rákinum er eitt annað rák, ið er av einum øðrum slagi. Menniskjan leitar í dag inn í seg sjálvan. Ávirkað t.d. eystan úr heimi hoyrist mangan : “Ikki uttan fyri meg sjálvan, men innan í mær sjálvum er svarið til teir stóru spurningarnar.”

Nógv satt er at finna í nevnda setningi. Men hin kristni hvílir ikki í einum persónligum sannleika. Vit hvíla í tí, sum Guð í Jesusi Kristi hevur gjørt okkara vegna, og hesin sannleikin liggur uttan fyri menniskjað. Tað er í trúnni á Jesus, at hesin sannleikin tekur búgv í menniskjum. Men byrjanin liggur uttanfyri hin einstaka, og hon er Guðs egna verk.

Neyðugt er hjá kirkjuni og tí kristnu fjøldini at fóta sær, so kristindómurin ikki verður til ein vavstur av ymiskum, ið er blandað saman. Tess vegna mega vit leggja dent á tað ytra, tað, ið er størri enn eg sjálvur. Tað persónliga kann bera brá av tilvild, um vit ikki eru fast ankrað í nøkrum haldgóðum uttan fyri okkum, ankrað í orðinum um Jesus og fyrimynd hansara.

At varnast hetta staðfestir ein sannleika. Tað er tað ytra, ið ber tað innara. Viðhvørt hava vit lyndi at halda, at tað er øvugt. Tað slitsterka verður ikki borið av tí einstaka, men av tí heilaga samfelagnum, sum vit hvør í sínum lagi eru ein partur av. Tað er ikki mín trúgv, ið ber kirkjuna, men tað er kirkjunnar felags trúgv, ið varðveitir og mennir mína trúgv.

Ikki minst á ólavsøku, hátíðardegnum hjá tí føroysku tjóðini, eiga vit at varnast hetta. Tað gagnar Føroyum, at vit síggja og virða tey ytru andaligu virðini, sum kristindómurin fevnir. Hin kristna trúgvin ber signing við sær, har evangeliið um Jesus varðveitir sín evangeliska dám.

“Sæl er tann tjóð, ið hevur Harran til Guð, sælt tað fólk, hann sær valdi til ognar.”

Sum eitt fólk á altjóða støði mega vit halda fast í og ikki blúgvast við veruleikan, at boðskapurin um Jesus, lív og frelsu hansara er ristur inn í Merkið. Hin kristni arvurin er ikki ein leivd frá fornari tíð, ið er væl goymdur í eldri og yngri kirkjum. Krossurin er okkara nútíðar samleiki, og kristindómurin er ta ástøði, ið skipar landsins lógir.

Spurningurin er áhugaverdur, um slík hugsan samljóðar við altjóða rák og altjóða samfelagið sum heild. Er tíðin ikki farin frá hesum, at kristindómurin skal vera grundstøðið undir hugsan og lóggávu landsins?

At svara í stuttum er torført, og vit kunnu grundgeva bæði fyri og ímóti. Í hesum sambandi er áhugavert at síggja, at ikki kristnir danir meta tað óheppið, at tað danska samfelagið ikki hevur tónað sín kristna arv sterkari. Sagt verður, at fólkaræðið hevur rúmari ræsur, og frælsið vinnur betri kor, har ástøðið er kent og millum manna skipar eina tilveru í virðing og tolsemi.

Hetta ljóðar í fyrstu atløgu sum ein andsøgn, men í aðru syftu tykist tað sannlíkt. Frælsið skal hava eitt innihald ella støði at standa á. Annars verður hugtakið skjótt tómt og uttan innihald. “Frælsi at velja // hvat man skal selja // seg sjálvan ella frælsi sítt til.” (Kári P)

Hetta samsvarar við hina kendu søguna um drongin, ið hevði fingið ein dreka, hvørs kynstur hann ynskti at royna. Frískur vindur var, so veðrið var til vildar, og drekin fleyg høgt.

Men síðani fekk drongurin tað hugskot, at drekin skuldi verða enn meira frælsur og flúgva enn hægri. Hann var jú bundin í einum bandi. Tess vegna tók hann ein knív og skar drekan leysan. Í somu løtu sum bandið var avskorið, fall drekin hjálparleysur til jarðar. Hann hevði frælsið at flúgva, soleingi hann var bundin. Tá snórurin varð avskorin, misti hann flogið.

Tað sanna frælsið nemur altíð mørk, og frælsi teirra kristnu er at er at vera bundin at Kristi. Hann, sum var gitin av heilagum anda og føddur av Mariu moy, valdi Guðs kærleiks avgerð sum sítt egna lív og sín egna deyða. Faðirinum lýðin, alt lívið. Menniskjum trúfastur, alt lívið. Hann, sum er sannleikin, megnar av sonnum at seta í frælsi. Jesus valdi at ganga deyðans gøtu inn í lívsins land, so tey deyðadømdu kundu fáa grið og náðir at liva um ævir. “Fellir ikki hveitikornið í jørðina og doyr, tá er og verður tað einsamalt! Men doyr tað, tá ber tað miklan ávøkst.”

Talan um hveitikornið er teim kristnu ein fyrimynd. Sjálvt um Jesus sipar til sín egna deyða, varpar orðið ljós á ein annan sannleika. Um vit ynskja at liva og einans hugsa um okkum sjálvi, so missa vit lívið. Tað at liva er meira enn lív, tí tað at liva er í sjálvum sær einki lív. Lívið er at vera til fyri onkran, saman við onkrum, tað er at elska og verða elskaður. Um vit ikki síggja heildina og samanhangin missa vit lívið. Og fátækur er tann, ið einans sær sína egnu spegilsmynd.

Hin kristna trúgvin er at tilbiðja Guð í anda og sannleika og síðani fremja kærleikans gerðir. Vit tæna Jesusi, tá vit í kærleika tæna hvør øðrum sum medmenniskju. Tað er hetta, ið er uppgáva teirra kristnu, at vit lata okkara egna vilja falla í jørðina og doyggja, so lívsins fræ kann næla, har jørðin er kørg.

Um trúgvin einans er innan í mær, so er og verður hon einsamøll. Tað innara er gott, men tað er einans ein partur av heildini.

Tá trúgvin varnast tað heilaga samfelagið, kirkjuna, verður hin einsamalli í stórum skara. Tá trúgvin sær, at uppgávan er størri enn eg sjálvur, og at hon liggur uttan fyri meg sjálvan, tá búnast lívsins sonnu virðir, og kærleikin vellir fram sum heimsins vænasta rósa.

Tað eru hesi virðir, ið fólkakirkjan lívgar við øllum sínum tænastum. Eftir førimuni roynir hon at dugna fjøldini og hinum einstaka í fjøldini.

Kirkjan er sjónlig, hon er verd at eiga hjá eini tjóð, sum ynskir at teljast millum mentað og framkomið fólk innan vísind og tøkni. Øll vita, men fáur tosar um tað, at til er nakað í tilveruni, sum ikki kann sigast og lýsast við vanligum orðum. Tað er júst her í lívsins sváru løtum, at prestur við síni tagnarskyldu møtir hinum einstaka. Viðhvørt eydnast verkið væl, og kirkjan lívgar sinnisligu vælveru fólksins. Eingin dagbók verður førd, ei heldur nakar lepi skrivaður.

Eyðvitað er kirkjan sum halgidómur ikki fullkomin, og vit eins og hin kristna fjøldin hava gjørt mistøk. Rík er tann tjóð, ið eigur heilag støð, ið veita lívd, tá á leikar, og lívið hevur tað svárt. Bygningar, sum syngja um sólina, so myrkur og niða ikki legst um oyggjarnar.

“Sæl er tann tjóð, ið hevur Harran til Guð, sælt tað fólk, hann sær valdi til ognar.” Amen.