Skriva út

Langafríggjadagur (1)

Tekstur: Mark. 15,34

Langafríggjadagstroystin

Í navni faðirsins og sonarins og heilaga andans. Amen.

Eitt tað týdningarmesta, vit kunnu læra av boðskapinum langafríggjadag er líðingin – kenslan av troystarloysi og einsemi.

Her hoyra vit um, hvussu tað kenst, tá ið tað, sum vit hava sett álit okkara á og verið sannførd um, fellur saman sum korthús og endar í iva og vónloysi.

“Guð mín, Guð mín, hví fórt tú frá mær?” rópaði Jesus í sálarangist. Men einki svar. Rópið varð bert hangandi í luftini. Og Jesus hevði tá einki annað at halda seg til enn tað, sum eisini vit hava at halda okkum til: Guðs orð og lyfti!

Har vóru eingir einglar, sum komu og tæntu honum, sum í freistingini í oyðimørkini.

Eingin rødd av himni, sum segði:”Hesin ert sonur mín, hin elskaði, sum eg havi góðan tokka til.”

Eingin heilagur andi, sum kom niður yvir hann í dúgvulíki, sum tá ið hann varð doyptur av Jóhannesi doyparanum.

Eingin opinbering sum á umbroytingarfjallinum, tá ið hann umbroyttist, so at andlit hansara skein sum sólin, og klæði hansara vórðu hvít sum ljósið.

Eingi undur. Ongar kraftargerðir. Eingin guddómlig uppílegging. Einki uttan ekkóið av rópinum:”Guð mín, Guð mín, hví fórt tú frá mær?” Tað var støðan í hesi sváru løtu.

Tá ið Jesus hevði hingið tríggjar tímar á krossinum, frá kl. 9 á morgni og til middags, myrknaði sólin. Tað gjørdist nátt á Golgata. Myrkur legðist um alt landið.

Men við tí ytra ljósinum hvarv eisini eina stund tað innara ljósið í frelsarans hjarta, og um trýtíðina rópaði hann í sváru, djúpu neyð og kvøl síni:”Guð mín, Guð mín, hví fórt tú frá mær?” Hann sigur ikki longur:”Faðir mín,” sum hann tó gjørdi í Getsemane urtagarði, tá ið hann bað í ótta og sálarangist. Hann sigur:”Guð mín.” – Ikki sami nærleiki, men ein ávís frástøða.

Soleiðis mátti tað vera.

Kærleikans vera er at ofra seg fyri tann, tú elskar. Tess meira tú elskar, tess meira vilt tú ofra, um neyðugt.

Jesus kundi als ikki bjarga sær sjálvum og stíga niður av krossinum uttan samstundis at halda uppat at vera kærleiki.

Sagt verður, at Guð er kærleiki, og at Jesus og faðirin eru eitt. Jesus mátti tí sum ímyndin av sjálvum kærleikanum og sum heimsins frelsari gera seg eitt við okkum, bera okkara revsing, taka á seg okkara dóm og doyggja okkara deyða, til tess at veita okkum æviga bjarging. Tí tað er kærleikans vera at vera eitt við tann, tú elskar, til tann beiska enda.

Hitt ónda – myrkursins veldi – leikaði veruliga í á Golgata og royndi av øllum alvi at gera av við tað góða.

Hevði Jesus boygt seg fyri hini rópandi og spottandi mannfjøld og stigið niður av krossinum, høvdu kærleikin, ljósið og vónin tapt, meðan óndskapurin, myrkri og vónloysi høvdu vunnið sigur.

Men líðingin í heiminum er kortini ikki vorðin minni síðani hin langafríggjadag, ei heldur eftir hin páskadag.

Frá einum stórum parti av heiminum streyma framvegis frásagnir inn um og líðingar og píning, yvirgang og forfylging, ófrið og kríggj.

Sagt verður, at vit duga betur at taka myndir av líðingum og bera tíðindi um líðingar enn at bøta um hesar líðingar.

Framvegis vil myrkrið gera av við ljósið, hitt ónda vil gera av við tað góða.

Tá ið erkabiskupurin í El Salvador í Suðuramerika, Oscar Romero, varð dripin fyri altarinum í eini kirkju í mars mánaði í 1980, meðan hann helt messu, tí hann talaði søk teirra fátæku, forfylgdu og kúgaðu, talaði ímóti píning og avrættingum, segði ein gomul kona í sjónvarpinum:”Teir drupu hann, tí at hann var eitt gott menniskja.”

Jesu líðing er ræðulig og ógvislig, men stendur kortini ikki einsamøll – tó í ein vissan mun, við tað at hann, sum var reinur, ósekur og syndafríur tók á seg alla heimsins synd, allan heimsins ljótleika okkara vegna. Tað má hava verið ein ræðulig sálarlig líðing og tung byrða at bera – svárari enn likamliga líðingin. Soleiðis var Jesu líðing øðrvísi, tyngri og svárari enn hjá nøkrum øðrum.

Men annars hava millónir av bæði sekum og ósekum menniskjum liðið upp í gjøgnum tíðirnar í blóðigu mannasøguni. Rópið:”Guð mín, Guð mín, hví ert tú farin frá mær?” hevur ljóðað á mongum ymiskum tungumálum – við ymiskum orðavali, men tó við sama innihaldi.

Og hetta rópið ljóðar enn dagin í dag. Kanska sum eitt troystarleyst einsemissuff úr sjálvum hjartadýpinum, kanska sum eitt veruligt neyðarróp.

Talan kann vera um kríggj og forfylging, pínslu og líðing, fátækt og hungur, náttúruvanlukkur o.a.

Men tað kunnu eisini vera aðrar persónligar grundir, persónligar vanlukkur og vanlagnur, sum at verða raktur av álvarsligari sjúku, annaðhvørt tað so er ein, sum stendur okkum nær, ella ein sjálvur, at missa barn sítt, ella børn missa foreldur, ella tá ið deyðin annars, fyri okkum at síggja, vitjar í ótíð. Ótti og stúran fyri framtíðini, fyri úrtøkuni og framtíðarútlitum, at síggja lívsverk sítt sindrast o.s.fr.

Tað kann vera so mangt.

Ella tunglyndi. Myrkrið sígur seg um okkum og eingin glotti, einki ljós er at hóma.

Ella tað kann koma yvir okkum sum andaligt myrkur, har álitið og trúgvin á Guð fjarar burtur, ivin sníkir seg inn, og vit verða nívd av sálarórógv – tað, teir gomlu rópaðu anfektilsi. Troystarloysi og einsemi – ymiskar órógvandi hendingar í lívinum, ið skapa ótta og stúran, kunnu kennast so máttmiklar, at menniskju hóast fíggjarliga og materiella vælferð kunnu missa lívshugin, og lívsvirði er við at hvørva. Troystarloysi, mótgangur og einsemi kunnu eisini kennast so máttmikil, at tað førir til eitt brot við alt tað, sum hevur við Guð, kirkju og trúgv at gera – tey venda sær burtur frá Gudi í harmi, vreiði og beiskleika, tí har var eingin hjálp at heinta.

Men hjá øðrum endar tað við einum enn tættari samfelag við Guð, og menniskju søkja hjá honum hjálp, troyst og styrki í sorg og neyð.

Frásagnirnar um líðing í evangeliunum eru tí so sera veruleikakendar – vit kunnu kenna okkum aftur í teimum.

Langafríggjadagstroystin er tí tann, at tá ið vit kenna tað sum um at Guð er farin frá okkum og ikki hoyrir okkum – er eins og ein deyður avgudur – tá hava vit lut saman við Jesusi, sum var í hesi somu støðu.

Her verður sagt okkum, at heldur ikki í óttanum, vanlagnuni, vanlukkuni, mótganginum og ivanum ella enntá veiku trúnni eru vit latin eftir einsamøll. Eisini har hevur Jesus verið okkara vegna og kennir slíkar umstøður á egnum kroppi.  Eisini har vil hann tí vera við okkum. Og júst tí eru vit ongantíð latin eftir einsamøll.

Jesus helt út, bað fyri fíggindum sínum og vendi sær ikki frá lærusveinum sínum hóast svik teirra.

Tað merkir, at hann heldur ikki vendir sær frá okkum, men vil vera hjá okkum undir øllum lívsins viðurskiftum, bæði í gleði og sorg, bæði tá ið gongur við og tá ið gongur ímót, í ljósum og myrkum løtum, í lívi og deyða, á okkara síðstu stund og á dómadegi. Hann vil vera hjá okkum við tí kærleika, sum tolir alt, trýr øllum, vónar alt og ber alt.

Ljós er tí fyri framman.

Venda vit eygunum bara at tí, sum ringt er, og ongan glotta hóma, falla vit lættliga í fátt og verða tikin av fótum – missa lívsgleðina, trúnna og vónina.

Ein søga sigur frá einum manni, sum hevði eitt rúm, ið var innrættað soleiðis, at hann hevði útsýni í tvær ættir.

Úr einum vindeyga sá hann niður í ein misrøktan, óruddiligan, skitnan og runutan garð, har rottur runnu aftur og fram. Eitt dapurt og hugtyngjandi útsýni. Úr hinum vindeyganum hevði hann frálíkt útsýni yvir eina sera vakra viðarlund við vøkrum blómum og trøum, grønari fløtu, vatni og fuglum. Eitt bjart og lívsjáttandi útsýni. Og maðurin kundi siga frá, hvussu hann hevði tað, tá ið hann sat við vindeyga, sum vendi út ímóti tí misrøkta, óruddiliga og skitna garðinum við rottunum. Tá var tað bert hitt myrka og dapra, hann sá, og tað fylti sinn hansara við mistreysti og trega, og hann gjørdist tungur í huga. Tað minti hann á alt tað ringa, honum hevði verið fyri, minti hann á alt tað, sum miseydnaðist – minti hann á heimsins ljótleika.

Men tá ið hann sat við vindeyga, sum vendi út ímóti tí vøkru viðarlundini, gjørdist sinn hansara ljósari, og hann gjørdist lættur í huga. Tað minti hann á alt tað góða, honum hevði verið fyri, minti hann á alt tað, sum eydnaðist – minti hann á heimsins vakurleika.

Tað er inn í hesa støðuna, at boðskapurin talar beinleiðis til okkara, ikki sum eini harraboð, men sum eini gleðiboð – ein møguleiki:”Miss ikki móti! Far undir dagin við einum jaligum hugburði, treysti og vón til tað framtíð, sum eina liggur í Guðs hondum. Og tá kunnu vit fáa tað styrki, sum skal til, fyri at lívið kann halda fram, eisini tá ið tað sær mest vónleyst út – tá ið Guðs ljós lýsir yvir tilveru okkara og vísir okkum, at hóast vit kenna tað sum um at allir møguleikar okkara eru farnir, eru møguleikar hansara við okkum tó ongantíð troyttir.

Jesus kendi alt hetta á egnum kroppi – eisini óttan, ivan og kensluna av at vera latin eftir einsamallur í myrkrinum og sálarkvøl – svikin bæði av Guði og menniskjum, enntá vinum sínum.

Men Jesus varð ikki verandi í myrkrinum.

Sum frá leið vann eisini ljósið á myrkrinum í frelsarans hjarta. Sálarstríð hansara endaði við sigri og friði. Hann kom inn í eitt enn tættari samfelag við faðirin, og sannførdur um sína røttu kós fór hann í deyðan við hesum orðum:”Tað er fullgjørt! Faðir, í tínar hendur gevi eg anda mín!”

Niðri í Sveis var fyri mongum árum síðani eitt sanatorium, hagar mong menniskju úr mongum ymiskum londum leitaðu, til tess at søkja sær heilsubót fyri tuberklasjúku. Mong teirra vunnu ikki heilsuna aftur, men doyðu har niðri og vórðu jarðað í einum kirkjugarði, sum lá í einum dali har nærhendis.

Gravsteinarnir í hesum kirkjugarði hava áskriftir á mongum ymiskum tungumálum. Og á rættiliga mongum teirra stendur henda áskrift:“Faðir, í tínar hendur.”

So vilja eisini vit geva okkum í hendur faðirins og líta frameftir við væntan, vón og treysti, venda ótta og stúran til jaligan gerning við hjálpsemi og samanhaldi. Tí at hin óttandi, ivandi og líðandi Kristus sigraði at enda, og við honum skulu eisini vit vinna sigur, men tað skulu vit hoyra meira um á páskum.

Lov og tøkk og allur heiður veri tær, Guði várum, faðir, syni og heilagum anda, sum altíð hevur verið, er og altíð verður ein sannur tríeinur Guð, hálovaður frá fyrsta upphavi, nú og um allar ævir! Amen.