Skriva út

Kristi himmalsferðardagur (2)



- 13. mai 2010 og 5. mai 2016 kl. 11.00

Tekstur:  Luk 24,46- 53. Seinna tekstarøð.

Klokkurnar kalla

Á eini av teimum tveimum klokkunum í torninum í Vesturkirkjuni er henda áskrift: 

                                                                Málmsløg ljóða.
                                                                 Klokkur bjóða.
                                                                  Vítt um vallar.
                                                                  Harrin kallar.

Kirkjuklokkurnar hava ringt í Vesturbýnum í Tórshavn síðan 1975, men túsundtals aðrar hava eisini ringt - og fleiri í árhundraðir! Kirkjan hevur kallað saman børn, ung og gomul undir Orðið, so tey skuldu hoyra Harrans kall: Komið til mín! Tær báðar klokkurnar á Argjum hava ávikavist orðini: ”Tann, sum kemur til mín, vil eg als ikki reka burtur.” Og: ”Komið, tí at nú er alt tilgjørt.”

Í dag – Krists himmalsferðardag – endar Jesus sín sjónliga jarðargerning og setur seg í Guds ríkis kongastól og fer undir sín ósjónliga jarðargerning: at kalla menniskju. Gjøgnum bygdir og býir eru boðini farin um dalar og fjøll og øll høv.

Sum Jesus hevði verið virkin, hjástaddur, skuldi hann nú halda á sín gerning hjástaddur, við sínum Heilaga Anda.

Frelsugerningur hansara er liðugur, og nú skuldi hann halda á sín missiónsgerning, so øll koma at hoyra gleðiboðskapin, so tey kunnu venda um og fáa fyrigeving syndanna.

Guds ríki er sum ”eitt sinopskorn, sum, tá ið tað verður sáað í jørðina, er minni enn øll onnur frækorn á jørðini; men tá ið tað er sáað, rennur tað upp og verður størri enn allar urtirnar og fær stórar greinar, so at himmalsins fuglar kunnu byggja reiður í skugganum av tí.” (Mark 4,31-32).

Norðmaðurin, Sigmund Evensen, sum týddi Nýggja Testamenti til eitt nýtt ættarmál í Papua Nýguinea, og sum hevur verið leiðari í Wycliffe í Noreg, skrivaði í 2010: ”Á okkara døgum veksur Guds ríki sum ongantíð áður. Tíverri ikki í okkara parti av heiminum, men í londum í Afrika, Ásia, Stillahavsøkinum og í Mið- og Suðuramerika. Eingin ætt undan okkum hevur upplivað makan til vøkstur. Hildið verður, at áðrenn við náa 2025, finnast 70% av øllum kristnum í londum, sum vit vanliga kalla fyri missiónslond. Missiónsgranskarar siga, at kirkjan um allan heimin veksur dagliga við minst 70.000 kristnum.” Og víðari um Bíbliuna, sigur hann: ”Eingin bók er týdd til so nógv mál sum Bíblian. Næstan hvørja viku verður ein nýggj bíbliutýðing ella ein týðing av Nýggja Testamenti fullførd….”

Jesu frelsugerningur verður boðaður í teksti okkara: ”Soleiðis er skrivað, at Kristus eigur at líða og rísa upp frá deyðum triðja dagin…” 
    Tað, sum hendi á páskum, skuldi henda. Jesus doyði veruliga, og reis upp veruliga! Vit byggja ikki okkara trúgv á gitingar, men á fakta - á veruleika!

Okkara gerningur verður eisini álagdur okkum av Jesusi: ”… og at í navni hansara eigur at verða prædikað umvending og syndanna fyrigeving fyri øllum fólkasløgum og byrjast skal frá Jerúsalem. Tit eru vitni um hetta.” 
    Vit eru kallað við talu og atferð at boða um hann, sum fyri okkum er deyður og upprisin. Lat okkum byrja heima hjá okkum sjálvum.

Jesu lyfti til okkara eru: ”Og sí, eg sendi fyrijáttan faðirs míns yvir tykkum; men tit skulu halda tykkum kvirrar í staðinum, inntil tit verða íklæddir kraft frá tí høga.” 
    Styrki hava vit onga og møguleika heldur ikki at geva nøkrum menniskja trúgv á Jesus og frelsu. Tað er bara Gud, sum við Anda sínum kann opna hjarta á einum menniskja, so tað trýr, at Jesus ikki bara hevur verið til og doyði, men at hann eisini reis upp og livir, - og er risin upp og vil liva fyri tað! Okkara lutur er nú í orði og í gerð at vitna um tað, Jesus hevur gjørt. Og hetta kunnu vit bara í áliti á Jesus Krist. Amerikanski prædikumaðuri, Toyzer, segði nakað soleiðis, at vit eiga at tosa meira við Jesus um menniskju enn við menniskju um Jesus. Kraftin er frá honum. Verkið er hansara. Æran er hansara!

Og kærleika sýnir Jesus okkum til tað seinasta: ”Og hann førdi teir út, yvir ímóti Betániu, og hann hevði upp hendur sínar og vælsignaði teir. Og tað hendi, í tí hann vælsignaði teir, skildist hann frá teimum (og varð lyftur upp til himmals).” 
    Hetta er ein ótrúlig sjón. Talandi og sterk! Við hondum sínum signandi móti lærusveinunum, sóu teir hann. Hetta var seinasta sjónin, teir sóu! ”Og sí, eg eri við tykkum allar dagar…” vóru seinastu orð hansara, men seinasta sjónin var - hendur hansara! Minnist til orð míni: Eg eri við tykkum, sum fylgja mær! Og: hugsi um meg, at eg støðugt haldi hendur mínar signandi yvir tykkum!

Á kirkjuklokkuni í Hests kirkju stendur henda áskriftin: “Eg milda geri sorg og gleði trygga.”

Undir Jesu signandi hondum, kann Gud samvirka alt til tað góða, sum møtir okkum, so sorg gerst mild, og gleðin trygg. Ella, sum Jóannes Paturson týður í vælkenda brúðarsálminum eftir Grundtvig, at ferðast maður og kona rætt sama:

“... tá gleði tvífalda gleði ber,
og sorgin ikki so ilt vil gera...”

Sum hjúnafelagin, er Jesus vinurin, sum kann gera tað góða betri, og tað ringa mildari.

Til Jesu frelsu, hansara lyfti og hansara kærleika, er bara eitt at gera: Tilbiðing! At tilbiðja hann sum Frelsaran frá synd og neyð okkara og sum Harran í lívi okkara: ”Og teir tilbóðu hann og vendu aftur til Jerúsalem við miklari gleði. Og teir vóru støðugt í halgidóminum og lovaðu Guði.” 
    Í Lukas-evangeliinum hoyra vit um Jesus fyrstu ferð í templinum. Men hann endar eisini í templinum, har lærusveinar hansara eru møttir um hann, sum kom har sum barn og var trúfastur tí til tað seinasta! Jesus elskaði templið, og hann var íðin fyri tí, tí tað hoyrdi Faðiri hansara til. Kirkjurnar og samkomuhúsini hoyra sama Faðiri til – okkara Faðiri. Latið okkum savnast har trúfast og regluliga, tí hann er har. At taka ímóti gleðiboðskapin um syndanna fyrigeving, er til signingar fyri okkum, og tað ærir Gud!

Sum kirkjuklokkan í Kirkjubø orðar tað: ”Eg ringi og rópi av allari megi, at Guðs børn mega læra í sorg og í gleði Guð faðir at æra.”

Málið við lívi okkara kristnu eins og við kirkjuni er GUDS ÆRA!

Vesturkirkjan boðar:

Málmsløg ljóða.
Klokkur bjóða.
Vítt um vallar.
Harrin kallar.

Argja kirkja tekur undir:

”Tann, sum kemur til mín, vil eg als ikki reka burtur.” Og:
”Komið, tí at nú er alt tilgjørt.”

Og Hests kirkja lovar:

“Eg milda geri sorg og gleði trygga.” Amen.