Skriva út

Hvítusunnudagur (5)

Gud er komin til okkara við Anda sínum

Øssur Kjølbro, prædika í Eiðis kirkju 20. mai 2018 – hvítusunnudag.

Tekstur: Jóh. 4,15-21
Seinna tekstarøð

"Elska tit meg, tá haldið boð míni! Og eg skal biðja faðirin, og hann skal geva tykkum annan talsmann, fyri at hann skal verða hjá tykkum allar ævir, sannleikans anda, sum heimurin ikki kann taka ímóti, tí at hann sær hann ikki og kennir hann ikki; men tit kenna hann, tí at hann verður verandi hjá tykkum og er í tykkum. Eg vil ikki lata tykkum verða eftir faðirleysar; eg komi til tykkara. Enn eina stutta stund, og heimurin sær meg ikki longur; men tit síggja meg, tí at eg livi og tit skulu liva. Tann dagin skulu tit ásanna, at eg eri í faðir mínum, og tit í mær, og eg í tykkum. Tann, sum hevur boð míni og heldur tey, hann er tann, sum elskar meg; men tann, sum elskar meg, skal verða elskaður av faðir mínum, og eg skal elska hann og opinbera meg fyri honum."

Amen

"Í dag hendi ikki nakað av týdningi". Soleiðis skrivaði enski kongurin George III í dagbók sína 4. juli í 1776. Hann visti ikki, at nakað av allarstørsta týdningi fyri ríki hansara fór fram júst henda dagin. Tí hinumegin Atlantshavið loystu 13 enskar koloniir frá Englandi, og grundløgdu harvið USA. Tað var byrjanin til eitt langt kríggj, sum kostaði ensku krúnuni stóran part av ríki sínum. Men tað visti kongurin ikki enn, og helt tað tí vera ein púra vanligan dag.

Hvítusunnudag umleið ár 33 var tann lítli skarin, sum fylgdi Jesusi, samankomin í Jerusalem, sum vit lósu í áðni. Knappliga settu tungur sum av eldi seg á ein og hvønn teirra, og teir vórðu fyltir av Guds Heilaga Anda. Soleiðis sum Jesus hevði lovað lærusveinum sínum, tá hann segði: "Men tit skulu fáa kraft, tá ið Heilagur Andi kemur yvir tykkum, og tit skulu verða vitni míni bæði í Jerusalem og í allari Judeu og Sámariu og líka til ytstu endamark á jørðini." (Áps 1,8)

Vit kunnu siga, at hvítusunnudag varð kristna kirkjan fødd. So framt kall hennara ikki er at fjálga um seg sjálvan, men at bera boðskapin um Jesus til alt fólkið og til ytstu endmark á jørðini. Men bert tey, ið vóru stødd í Jerusalem, løgdu merki til nakað serligt tann dagin. Og høvdu vit sama dag biðið samfelagskønar viðmerkjarar greina, hvønn týdning hetta fór at fáa, høvdu tey kanska gjørt líknandi niðurstøðu sum enski kongurin: "Tann dagin hendi ikki nakað av tydningi".

Men hvítusunnudag byrjaði veruliga nakað, sum fekk víðfevndar avleiðingar! Hesi gott 100 vanligu jødarnir, menn og kvinnur, vóru tann fyrsta lítla kirkjan. Men longu sama hvítusunnudag løgdust um 3.000 fólk afturat, sum tóku við trúgv á Jesus Kristus og vórðu doypt beinanvegin. Og kristna trúgvin breiddi seg skjótt, tí tey kristnu tóku gleðiboðskapin við sær, hagar tey komu. Bæði í Miðeystri, Norðurafrika, Fjareystri og Suðurevropa.

Tí Gud hevði sent sín egna Anda, sum gav teimum Jesus-trúgvandi mátt og styrki til at vera vitni hansara, til at bera gleðiboðskapin um Guds Son og frelsara heimsins longur og longur.

Tað er undranarvert at bakka aftur og eygleiða tann lítla flokkin av jødum, sum fylgdust við Jesusi. Tá meistari teirra varð tikin og dripin, flýddu teir allir og stongdu seg inni, bebbaræddir fyri at fáa somu lagnu. Men so sóu teir fyrst Jesus upprisnan. Teir tosaðu við hann, ótu saman við honum, numu við sár hansara, ja, vóru javnan saman við honum í 40 dagar. Og so vórðu teir fyltir av Guds Heilaga Anda hvítusunnudag.

Teir blivu ongantíð aftur teir somu. Nú tosaðu teir við øll um Harran Jesus, ja, hvítusunnudag enntá á øðrum tungumálum. Og so fóru teir út um allan tá kenda heimin við boðskapinum um hann. Eins og Andans eldur kom yvir teir hvítusunnudag, breiddu boðini um Jesus seg sum eldur. Teir kundu ikki annað enn tala um Jesus – um tað, teir sjálvir høvdu sæð og upplivað. Og helst fóru teir flestu teirra í deyðan fyri henda boðskap.

Ein evarska lítil skari. Og ein óendaliga stór uppgáva. Men Guds egni Andi fór við teimum og arbeiddi við.

Og enn í dag, ja, júst í dag fer Guds Andi sigursferð kring stórar partar av heiminum, við boðunum um hann, sum varð føddur jólanátt og sigraði á deyðanum á krossinum og páskamorgun. Ein sigursferð, har etniskur uppruni og tungumál – eins og á fyrstu hvítusunnu - ikki longur er ein forðing fyri at hoyra boðskapin um Guds kærleika til hvørt einasta menniskja ígjøgnum Sonin Jesus! Tvørturímóti brýtur Andin og Orðið niður allar forðingar.

Og tað er júst tað løgna við hvítusunnu, í mun til jólini og páskirnar. Hvørt barn veit, hví vit halda jól og páskir, men hvítusunnu hava vit straks torførari við at greiða frá. Og munnu seinastu vikurnar ikki hava verið púra vanligar fyri tey flestu okkara, har vit næstan ikki hava skonkt tí ein tanka, at hvítusunnan er í hondum? Ja, tað kann tykjast, sum um einans matvøruhandlarnir hava givið sær far um tilstundandi hátíðina.

Og kortini er júst hvítusunnan í grundini hæddarpunktið í kirkjuárinum! Tí, av tí at tað fyrst var jólanátt, og síðani páskamorgun, kann tað nú vera alljósur hvítusunnudagur! Eins og vit kenna rundanum okkum í náttúruni, at ljósið nú veruliga sigrar á myrkrinum, og alt, sum livir av ljósinum, blómar!

Tí Guds kirkja er fødd, og hon hevur fingið ta heilt serligu uppgávuna at bera gleðiboðskapin um Jesus Kristus til eitt og hvørt menniskja! Hvítusunna merkir, at tað er alljósur arbeiðsdagur fyri Guds kirkju á jørð. Har Guds orð um krossins dárskap er kjarnin, og Guds Andi er drívmegin.

Tí er hvítusunnudagur ikki bert ein minningardagur um eina glæsiliga søgu, men annars farna tíð. Nei, einasta grund til, at vit enn í dag koma saman til gudstænastu, er, at sami Andi er hjá okkum og arbeiðir við, tá gleðiboðini um Guds Son og frelsara heimsins ljóða okkara millum. Tá vit koma saman í hansara navni, ella á annan hátt lesa ella lurta eftir hansara orði. Tað er sami Andin. Tá ein verður doyptur, ella tá vit eta likam hansara og drekka blóð hansara. Tað er júst sami Andin, sum er virkin.

Tí Guds Orð er ikki deyðir bókstavir, sum hava tørv á, at vit eftir førimuni royna at blása lív í teir. Nei, Guds egni Andi býr í orðinum um Jesus, so at tað longu er livandi og máttmikið og ført fyri at gera nakað í okkara lívi. Ja, í gleðiboðskapinum um Kristus møta vit Gudi sjálvum andlit til andlits!

Nei, Heilagi Andin er ikki einans ein ópersónlig megi. Hann er Gud sjálvur, sum gjøgnumlýsir lív okkara – eins og ein røntgen ella ein skannari. Eisini teir krókar í lívi okkara, har vit ikki eru so fegin fyri ljósið. Og ljósið avdúkar. Men Andin er eisini Gud sjálvur, sum dregur okkum inn í Guds kærleika, har vit fáa fyrigeving og verða reist aftur á føtur. Og har vit síðani læra at elska, eins og vit sjálv eru elskað. "Eg vil ikki lata tykkum verða eftir faðirleysar; eg komi til tykkara… Og: Tann dagin skulu tit ásanna, at eg eri í faðir mínum, og tit í mær, og eg í tykkum." So tætt at okkum kemur Gud við Andans ljósi og megi!

Prædikuteksturin, vit lósu, er partur av tí frálæru, sum Jesus gav lærusveinum sínum longu skíriskvøld, beint áðrenn hann varð tikin og krossfestur. Og tað er í grundini løgið, at Jesus fyrst kundi siga, at hann skjótt fór frá teimum, men síðani lovaði, at hann og Faðirin skuldu koma til teirra og gera sær bústað í hjørtum teirra. Hann hevði jú verið miðpunkt teirra í eini trý ár, meðan teir høvdu ferðast um landið við boðskapinum um Guds ríki. Ja, hann hevði verið teirra tilhald og tryggleiki, teir høvdu jú slept øllum og fylgt honum.

Men í grundini fór hann bara likamliga frá teimum – og okkum. Tí hann sendi samstundis ein annan talsmann frá Gudi til okkara, Sannleikans Anda, at verða hjá okkum, andliga. Nei, heimurin sær hann ikki og kann ikki fyrihalda seg til hann. Fyri heiminum er Jesu tala um Andan bert tóm luft.

Men fyri Jesu vinum er Guds Andi ikki ókendur! Tí tað er sami Andi, sum Jesus talaði við, tá hann lærdi um Faðirin í Himli, sum elskar okkum og kennir allan tørv okkara, og enntá hevur talt øll hárini á høvdi okkara. Og hesin Andin skal ikki bara vera hjá okkum eina avmarkaða tíð, sum Jesus var, men verða verandi hjá okkum og enntá í okkum alla tíð.

Og Andin skal læra okkum at elska Jesus, so at vit varðveita boð hansara og halda tey. Tí tað er kærleiki í verki. Og tí kann Jesus eisini siga við okkum í dag, at "tit síggja meg, tí at eg livi og tit skulu liva!"

Andans koma og hvítusunna merkir tí óbrotið samband og samfelag við Jesus Kristus sjálvan, ígjøgnum Heilaga Anda hansara, Sannleikans Anda! Kirkja hansara um allan heim hevur tí  alla grund til at hátíðarhalda hvítusunnu! Eisini eg og tú! Gleðiliga hvítusunnu!

Amen