Skriva út

Hvítusunnudagur (3)



Tekstur: Jóh. 14,23-31. Fyrra tekstarøð.

Meðan róð verður fram við landi, síggjast hæddirnar tignarliga vakrar. Tað er stórbært og hugtakandi at eygleiða lendið, meðan báturin stillisliga tekur seg um nes og tanga. At hyggja niðan í bygdina, brekkuna og fjøllini. Tað grør, har áður var berligt.

Summarið er í hondum, og seyðurin er farin av bønum. Lendið húsanna millum, sum vit fyri døgum síðani mettu sum einki, ja møguliga høvdu skomm av, er nú ein frægd fyri eygað. Sóljurnar senda sín fríska gulliga lit út í umhvørvið. Tað tykist alt øðrvísi enn áður. Munurin er sjónskur.

Broytingin hendir ikki av sær sjálvum. Sjálvt um endurtøkan sigur frá, at soleiðis var tað eisini seinasta ár, so er nakað væl meira enn endurtøka. Náttúran andar av lívi, og tað er júst andin í náttúruni, sum fremur broytingina og skipar árstíðirnar.

Andin er viðkvæmur, og tess vegna mega vit fara um náttúruna við skili. Vit kunnu órógva gróðurin, dálka luftina, vatnið og sjógvin. Vit mega fara hegnisliga at og taka ábyrgd av tí skapta, - jørðini, havinum og luftini.

Vakurleikin í náttúruni, sum á sumri stendur í fagrasta blóma, er handaverk Guðs. Fingramerki hansara síggjast aftur í skapanini. Sálmaskaldið nevnir mánan og stjørnurnar. Ein skapandi megi er aftan fyri tað, ið vit kunnu taka sum eina sjálvfylgju og meta lívleyst.

Hin kristna trúgvin trýr á ein trýeindan Guð. Guð faðir skaparin. Guð sonur frelsarin. Guð Heilagur Andi, ið kveikir og mennir lívið.

Hin kristna trúgvin er grundað á trygt støði. Andaliga lív menniskjans er randað av ytri karmum, ið ikki beinleiðis eru andaligir. Men so skjótt teir ytru karmarnir broytast, hevur tað ávirkan á andan og tað andaliga lívið.

Tað er trúnni gagnligt, at vit ikki gloyma at tosa um Guð. Tað ljóðar nakað alment og møguliga minni andaligt at tosa um Guð. Hví ikki heldur tosa um Jesus og Andan?

Hin kristna trúgvin trýr á ein trýeindan Guð, har allir tríggir – Guð faðir, Guð sonur og Guð heilagur Andi – eru saman samstundis.

Á manna vísi er tað vandamikið, um vit taka dagar ímillum og royna at meta um, hvør triðingur av Guði hevur størsta týdning, - faðirin, sonurin ella andin? Nú Jesus heldur eina talu fyri sínum lærusveinum, har hann kunnar um sína burturferð úr tí jarðiska og himmalsferð, nýtir hann ein setning, ið er verdur at leggja sær í geyma.

“Elskaðu tit meg, tá høvdu tit glett tykkum um, at eg fari til faðirin; tí at faðirin er størri enn eg.”

Hesin setningurin greinar loyndardómin um Jesus og sigur frá, hví hann í sínum jarðarlívi var mettaður av góðsku og kærleika mótvegis menniskjum. Jesus opinberaði Guð, kunngjørdi Guð og livdi samsvarandi Guðs vilja millum fólki.

Hin heilagi Guð, skaparin, gav longu á syndarinnar morgni mannaættini lyftið um ein frelsara. Ikki ein sjálvstøðugan frelsara, men ein frelsara, ið skuldi leiða fólkið heimaftur til faðirhúsið, heimaftur til skaparan.

Allastaðni har Guðs navn verður hildið hátt, tilbiðið og ærað, har vellir andin fram, soleiðis at veitirnar fríðkast og gerast vakrar, og sóljur fríðka lendið. Andin er bundin at Guði, og hann verður av honum sendur til jarðar eftir áheitan frá Jesusi.

Á sama hátt sum Jesus opinberar Guð, soleiðis opinberar Heilagur Andi Jesu dýrd og stórleika. Hin heilagi Guð letur seg opinbera í Jesusi, og hin syndafríi Jesus verður umtalaður og gjørdur livandi millum manna av Heilagum Anda.

Andin í tilveruni er umráðandi, tí uttan andan er einki lív. Lívlát og deyði eru andlát, tað at andin flytur út úr einum menniskja. Føddur til lívs og borin til hvíldar, - tað er heilt hvør sítt.

Hin kristna trúgvin er eitt virki og livandi samskifti. Orðið er miðilin, sum bindur bond millum himmalin og jørðina. Orðið, bindur bond ímillum menniskju á jørðini. Alt samskifti í tí kristnu kirkjuni hevur orðið sum miðdepil.

Orðið er gleðiboðskapurin um Jesus í prædiku, bøn, og lovsangi. Orðið er lærandi, - tað áminnir, agar og uggar.

Orðið er ikki einans eitt orð, sum ljóðar og hoyrist. Orðið er innihald, og kristindómur er trúgv, ið er virkin í kærleika. Tann góða gerðin og hin signaða tænastan, tað at hava umsorgan fyri tí neyðstadda, tað at sita undir liðini á tí dømda. Viðhvørt er orðið so væl myndað í tilveruni, at tað er ljóðleyst.

At vera góður við orðið um Jesus er samstundis kærleiki til Guð. Jesus og faðirin eru eitt. Orðið um Guð, og orðið um Jesus. Talan er ikki um tvinni orð, men eitt og tað sama. Í talu Jesu er hin sami skapandi mátturin sum í Guds egnu talu, - ja tala Jesu er Guds egna tala. Guð segði, og so var tað. Jesus talaði, og undurverk hendu samsvarandi talu hansara.

Orðið er heilagt. Skriftin umfatar bæði Guds egnu talu og søguligan vitnisburð um lívsins Guð. Tess vegna er skriftin ein heilag bók, ið er tann avgerandi keldan til kunnleikan um Jesus, ið aftur vísir til Guð og opinberar hansara tign.

Gudstænastan og lív teirra kristnu fær stórfingna vitjan, har Guðs orð sum orðið um Jesus verður varðveitt og hildið hátt. Á tí fyrstu hvítusunnu fylti Andin húsið, sum ápostlarnir sótu í

Vit kenna hetta frá lívinum. Vit halda so nógv av summum fólkum, at tá navn teirra verður nevnt, so kennist løtan so sterk, at persónurin á ein hátt er í rúminum. Orð teirra, ið okkum standa nær, skapa nakað, sum eingin annar kann skapa í ella rundan um okkum. Orðið skapar tað, ið tað nevnir.

Eitt herðaklapp er so sterkt, nøkur fitt orð eru so lívgevandi, at talan nemur markið millum andlát og andsfyllu, markið millum deyða og lív.

“Elskar nakar meg, tá varðveitir hann orð mítt, og faðir mín skal elska hann, og vit skulu koma til hansara og gera okkum bústað hjá honum.”

Báðir tveir koma á vitjan og taka búgv í hjørtum várum, - bæði faðirin og sonurin. Teir báðir, ið umboða skapan og endurskapan fylgjast. Andans uppgáva er at varpa ljós á henda veruleikan og gera tað heimligt í hjørtum várum.

Har skaparin og frelsarin búgva valdar ein friður, sum hesin heimur ikki kennir. Bæði tað likamliga lívið, sálin og andin eru umfatað av tí ævinleika, har Guð er alt í øllum. Tá faðirin og sonurin koma á gátt og fáa innivist er trivnaður so góður, at sjálvt tað miseydnaða og tað vit skammast við verður sum veitin, ið áður var mishátt men nú stendur skrýdd í vøkrum búna og ber fagran lit, sóljuskrýdd.

Væl meira enn tað, tí meðan sóljan einans fjalir veitina, so umbroytir Jesus syndaran og gevur okkum eitt virði, sum er hægri í vakurleika og tign enn tey høgu fjøllini. Ja, vit verða í trúnni á Jesus av Anda Guðs flutt frá einum árabáti fram við landi til eina ferð við tyrluni, har vit eitt bil síggja vakurleikan frá í erva.

Við hesum útsýni eru tað ikki stundir at umrøða nøkur smærri ella størri føll á leiðini. Andans tala hevur Jesus og orð hansara sum innihald. Frelsarin fríðkar hjartað og setur lit á umhvørvið. Litríkar løtur, friður og sæla. Tað líkist løtuni í upphavi, tá Guðs andi hvíldi yvir vøtnum. Vakurleikin og kærleikin strika og fjala fjøld av syndum. Hann er jú ein frelsari, Jesus. Amen.

(( Prædikan er hildin í Fuglafjarðar kirkju á 25 ára føðingardegnum hjá kirkjuni.))