Skriva út

Hvítusunnudagur (2)



Tekstur: Jóhannes 14, 23-31. Fyrra tekstarøð.

Vit eru komin í føðingardag, og hon er eitt ár eldri enn í gjár. Hin kristna kirkjan er stovnað á hvítusunnu tað árið, ið Heilagur andi kom til jarðar. Vit kenna ikki árstalið við vissu, men siga í vanligari talu, at hetta var ár 33 eftir Kristi føðing.

Soleiðis sæð er kirkjan gomul. Lætt er at skilja ta speirekandi útsøgnina, ið møguliga stavar frá 1. øld. “Lærusveinarnir og tey fyrstu kristnu væntaðu, at Guðs ríki veruliga kom við Jesusi. So varð ikki, men ístaðin fingu tey kirkjuna.”

Hinvegin er kirkjan ikki so lítil gáva at fáa. Eyðvitað er munur á Guðs endaliga ríki, ið einaferð kemur í dýrd við Jesu afturkomu á himmalsins skýggjum, og so kirkjuni, eisini okkara kirkju, ið er tann evangelisk lutherska fólkakirkjan í Føroyum.

Hvat er tað ikki gott fyri menniskjuna, at vit eiga eitt heilagt hús, ið er andaligi heimstaður okkara. Eitt hús, har øll eru vælkomin. Eitt hús, har vit altíð kunnu koma uttan at møta spurninginum: Hví ert tú her? Eitt hús, har vit kunnu koma og vera, vera í friði og fáa frið.

Kirkjan er meira enn onnur hús. Kirkjan er eitt gudshús, ið er vígt og halgað til ta uppgávu, at vera Jesu navni til heiðurs og æru og menniskjum til signingar.
Í vanligari talu á manna munni verða vit nevnd kirkjufólk, og tað er í mínum oyrum eitt heiðursorð. Vit eru tað fólk, ið savnast í kirkjuni, fólkakirkjuni, ið er eitt av gudshúsum manna, ið er bygt menniskjum sum skjól og griðstaður og halgað tí tríeinda Guði, - skaparin, frelsarin og andin.

Býr Guð veruliga í einum halgidómi, ið er bygdur við manna hond? Er hetta staðið meira heilagt enn onnur støð? Vit blúgvast við at svara ja, - soleiðis beinleiðis. Og tó er svarið ja, at kirkjur og gudshús eru meira enn onnur hús, sjálvt um tað lívleysa tilfarið minnir um onnur hús, tí timbur er timbur og betong er betong.

Nú kristna kirkjan, Jesu Kristi kirkja, hevur føðingardag, kunnu vit lesa eitt brot úr GT í sambandi við vígsluna av templinum, ið Sálomon kongur bygdi. At byggja eina kirkju tekur langa tíð, ja ár og ártíggjur. Sjálvt um tað gekk væl og skjótt at byggja Vesturkirkjuna, so vita vit, at long tíð gongur frá fyrstu hugsan um nýggja kirkju til vígsludagin.

Tá ið vit vitja granna og frænda tjóð okkara og høvuðsstaðin Reykjavík, hoyra vit mangan søguna um Halgrímskirkjuna, ið bæði er stórsligin, vøkur og tignarlig. Tað tók 40 ár at byggja kirkjuna, og mangan leggja íslendingar afturat, at hon er ikki heilt liðug enn.

Tað var so í Ísrael á sinni, at Dávid kongur ætlaði at byggja Harranum eitt tempul, men ætlan hansara dró út. Harrin segði við Dávid: “Tað er rætt av tær at byggja navni mínum hús; tó skalt tú ikki byggja húsið, men sonur tín, ið kemur av lendum tínum, hann skal byggja navni mínum hús.” (Fyrra Kongabók 8, 18-19).

Tá ið vígsludagurin upprann, og templið skuldi verða vígt, kom spurningurin, um Guð veruliga man búgva á jørðini. “Sí, himnarnir, ja himnanna himnar taka teg ikki; hvussu nógv minni tá hetta húsið, sum eg havi bygt!” (Fyrra Kongabók 8,27).

Tað er væl skilligt, at Sálomon kongur spyr henda spurningin. Sjálvt um vit ikki eru kongar ella bera kongatign, so kenna vit til nakað av somu eyðmýkt, tá ið vit møta tí heilaga. Kann tað veruliga vera satt, at Guð hin alvaldi, ið er um alla víðu verøld, kann hava eina adressu í einum gudshúsi?

Við atliti at spurninginum, ið er settur, er tað torført at gera seg leysan við GT, ið er ein rættiliga stórt bókasavn. Lesi enn eitt brot, nú vit eru komin í føðingardag hjá Jesu Kristi kirkju.

Tá ið Sálomon kongur var liðugur at byggja hús Guðs og kongshøllina, birtist Harrin fyri honum. Áhugavert er at hoyra Guð sjálvan tala, tí Guðs tala er væl meira enn orð manna. Harrin birtist fyri Sálomoni og sigur:

“Eg havi hoyrt bøn tína og havi útvalt mær henda stað til offurhús. Tá ið eg lati himinin aftur, so at einki regn kemur, ella eg bjóði ongsprettum at eta upp landið, ella eg lati drepsótt ganga á fólk mítt, og um fólk mítt, sum navn mítt er nevnt yvir, tá bønandi fellur á knæ og søkir ásjón mína og víkur frá vándu vegum sínum, tá vil eg bønhoyra tey á himni og fyrigeva syndir teirra og grøða land teirra. ... Og nú havi eg útvalt og halgað mær hetta hús sum ævinligan bústað hjá navni mínum; og allar dagar skulu eygu míni og hjarta mítt vera har.” (Seinna Krýnikubók 7,12-14.16).

Á sama hátt sum halgidómurin er bústaður hjá navni Guðs, fáa vit í orðinum um Jesus vitjan av tí heilaga. Orð Jesu bera okkum kærleika Guðs. Jóhannes evangelistur nevnir Jesus orðið. Orðið varð hold og tók búgv okkara millum. Jesus sonur Guðs varð menniskja, og hann livdi á jørðini undir somu korum sum samtíðarfólkið. Einaferð vísti hann lærusveinum sínum staðið, har hann búði.
Hvítusunnan ber eisini boð um, at Jesus, sum var á jørðini í tríati trý ár, fór aftur til himmals. Hann, ið gjørdi øllum væl og talaði orðið um Guðs náði til tey, ið komu illa fyri ella vóru neyðstødd. Jesus, sum doyði langafríggjadag og stóð upp av deyða og grøv páskamorgun, sýndi seg fyri lærusveinum í fjøruti dagar eftir uppreisnina. Krists himmalsferðardag, fjøruti dagar eftir páskir, fór Jesus heimaftur til faðir sín, har hann búði, áðrenn verøldin varð grundað.

Í prædikum verður Jesus nevndur Guðs kærleiksbræv til heimin. “Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív. Tí at ikki sendi Guð sonin í heimin, til tess at hann skal døma heimin, men til tess at heimurin skal verða frelstur við honum. Tann, sum trýr á hann, verður ikki dømdur.” (Jóhannes 3,16-17).

Áðrenn deyða, uppreisn og himmalsferð, bað Jesus faðir sín, at hann mátti geva lærusveinunum ein annan talsmann í sítt rúm og stað. Á hvítusunnu verður Jesus bønhoyrdur, og Heilagur andi kemur yvir ápostlarnar og tey fyrstu kristnu, ið fingu evni at tosa og skilja, - lovsyngja og undrast, tilbiðja og liva.

Áhugavert í hesum sambandi er at varnast, at orðið um Jesus, at kærleikin til orðið um Jesus ber okkum tignarliga vitjan. Tá ið vit í kærleika til Jesus hoyra og varðveita orð hansara, koma faðirin og sonurin og taka bústað í hjørtum várum.
Soleiðis sæð verður sirkulin fullkomin við eina gudstænastu. Vit eru komin inn í eitt heilagt hús, har navn Guðs býr um aldur og ævir allar. Í húsi Guðs møta vit frelsara heimsins, hoyra gleðiboðskapin og gerast góð við orð hansara. Í hesi samanrenning hendir tað dýrabara, at Guð og Jesus flyta inn í hjørtu okkara at búgva.

Eins og vit altíð eru vælkomin í hús Guðs, á sama hátt er Jesus vælkomin at búgva í hjørtum várum. Tað svitast ikki, at trúgvin á Jesus økir um lívsgóðskuna, sjálvt um vit hvør í sínum lagi hava ymiskar dagar, har ikki allir eru eins góðir, - ja, onkur dagur er einans næstbest.

Samanumtikið nema vit í trúnni á Jesus friðin, friðin á jørð og tann æviga himmalska.

Vit eru komin í føðingardag hjá kirkjuni, og kirkjunnar Harri heilsar hinum einstaka: “Frið lati eg eftir hjá tykkum, mín frið gevi eg tykkum; eg gevi tykkum ikki, eins og heimurin gevur. Hjarta tykkara óttist ikki og ræðist ikki!”

Guðs frið lýsa vit yvir hvønn annan. Guðs frið í Jesu navni.
Hvíl í hesi heilsan, heilsan Jesu Krists. Undir signing Guðs eru vit væl vard. Harrin lyftir hendur sínar yvir okkum øll og sigur: “Dóttir mín, vælsignað ert tú, og friður Guðs fylgi tær. Sonur mín, vælsignaður ert tú, og friður Guðs fylgi tær.”

At hugsa sær stórleikan at kunna vitja kirkjuna og fara út aftur til dagin og lívið við signing Guðs. Mær rennur í huga søguna um eina fátæka mammu í miðeystri, ið hevði fingið vitjan av kristnum brøðrum og systrum. Tey vitjaðu hennara fátæka hús og hetta fátæka økið við mati og klæðum. Tá ið ferðalagið fór avstað aftur, stóð tann fátæka mamman uttan fyri smáttuna við upprættum hondum og vælsignaði ferðalagið, inntil tað fór um sýnina.

Sum orðatakið í halgubók sigur: “Harrans signing, tað er hon, ið ríkar, og egin møði leggur einki aftrat.” (Orðtøkini 10,22).

Gleðiliga hvítusunnu í Jesu navni. Amen

(Prædikan er hildin í Vesturkirkjuni 2013)